mikudagur 26. august 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 • 26. august 2009
MIÐvIkaN
23
Gubbar vóru, sum tað er
skrásett:
Købmand O. F. Joensen,
Klaksvig
Kontorist Karl Olsen, Klaksvig
Niels Winther, Klaksvig
Egil Djurhuus, Thorshavn
Gummur vóru
Fru Sigrid Lützen
Frk. Ingeborg Lützen.
Hetta sigur so, at Egil í august
sama ár, sum hann fer til Dan
markar at fáa sær heilsubót,
hevur verið tann tá langa teinin
í Klaksvík. Hann hevur tá givið
Bjarna tað bikar í dópsgávu,
sum hann sjálvur hevði fingið frá
ættini.
Bjarni var upprunaliga fiski
maður, og hann gjørdist eisini
skipari. Menn, sum hava siglt
saman við honum, bera Bjarna
alt gott.
Bjarni fekk rættiliga ungur
prógv sum stýrimaður. Ein søga
gongur um Bjarna og Jákup í
Brekkuni. Bjarni hevði leigað
Sjóborg, og førdi hana sjálvur við
last til Aberdeen. Fram komnir
hevði Bjarni gjørt seg til at fara
í býin, var farin skjótt frá báti,
uttan at eftirlíka teirra umbøn
um forskot . Jákup í Brekkuni og
nakrir aðrir vistu at teir mundu
finna Bjarna á Bon Accord, har
skipararnir plagdu at fara. Tá
teir komu hagar, sluppu teir
ikki so langt inn, tí teir ikki vóru
hóskandi ílætnir, men nóg langt
inn til at veittra til Bjarna og rópa
Hey skipper! Bjarni reistist frá
borðinum, og kom yvur til teirra.
Hann fór í mappuna, og látandi
sum hann stillisliga taldi seðlar
upp gestirnir skuldu jú helst ikki
varnast tað, sum fór fram segði
hann: ”Tú Jákup í Brekkuni sjúgva
tær út hiðani please” og Jákup
svaraði siðaliga ”Thank You very
much” tá teir fóru avstað. Vit
vita at Jákup í Brekkuni gekk
burtur við eingilska trolaranum
Ocean Victor í 1941. Hendingin
í Aberdeen er so farin fram, tá
Bjarni hevur verið í mesta lagi
25 ár.
Men Bjarni vildi nakað annað,
og hann varð ein sjálvlesandi
studentur við Janus Djurhuus,
sakførara, sum vegleiðari.
Aftaná kríggið fer hann niður
at lesa jura. Hetta var roknað fyri
at vera so mikið sjáldsamt, at
hann fekk umrøðu á forsíðuna av
Politiken. Yvirskriftin var nakað
so: Fiskeskipper bliver jurist.
Bjarni giftist við Vibeke, sum
seinni gjørdist lækni,. Fyrst í
50unum kemur hann aftur til
Klaksvíkar, har hann verður sak
førari. Hann byggir eisini Atlantis
Bio í Klaksvík.
Hetta er tann tíðin, tá ið nógv
sild er at fáa við gørnum norðan
fyri Føroyar. Bjarni setur saman
við øðrum tunnuvirki á stovn.
Í teimum árunum var nógv at
gera hjá einum juristi í Klaksvík.
Klaksvíksstríðið leikaði á, og
hann førdi sak fyri onkran av
teimum, ið kom fyri rættin, og
sum helt sína lagnu vera í góðum
hondum. Men í longdini man
hann hava hildið tað vera nakað
trongligt her í tí yrkinum. Janus
Djurhuus royndi eisini at virka
sum advokatur í Klaksvík, og
onkur hevur roynt eftir hann uttan
at støðast.
Tá kona Bjarna fekk arbeiði á
Landssjúkrahúsinum, flutti hann
til Havnar, og hann fylgdi henni
eisini til Danmarkar seinni.
Bjarni er deyður fyri einum 25
árum síðani.
J. Símun Hansen hevur í
síni frálíku bók Havið og Vit
1 eina nágreiniliga frásøgn
um fyritøkuna og menninar
aftanfyri Caprice. Hetta er
so ein frásøgn, sum eisini
lýsir ein part av virksemi
num hjá Faktorinum
Hetta er ein søga um ótroyttiligar
menn, sum trúðu uppá eina
fiskiveiðu í Føroyum. Fyrsta
royndin í Norðoyggjum varð gjørd
í 1864 við "Emmu Dortheu" hjá
Jørgen Bechs handil, men henda
roynd var miseydnað og J Símun
Hansen greiðir m.a. víðari frá:
Sama árið verður fyrsta
fiskivinnufelag stovnað: “Norderø
Fiskeri og Skibs Selskab af
1865” og millum høvuðsmenninar
her er J. C. Djurhuus, sum ikki
hevði mist álitið á ta nýggju
vinnulívsgrein, skipsfiskiskapin.
Tá menn árið eftir fara at tekna
aktiur til nýtt fiskiskip, tekur at
kalla hvør maður undir.
Nógv tilfari er til um hesa
fyritøku og her skal bert okkurt
verða nevnt. Viðtøkurnar hjá
felagnum verða endurgivnar í
Havið og Vit I, og eru tær sera
nágreiniligar og professionellar.
Eisini er eitt yvirlit yvir parta
eigararnar og eru teir ikki færri
enn 100, fyrst og fremst úr Norð
oyggjum, men eisini úr Eystur
oynni. Jóhannes Joensen, ein av
stigtakarunum, av Trøllanesi, pápi
hansara og tríggir brøður hansara
vóru eisini við í fyritøkuni.
Av Trøllanesi var eisini Absa
lon Guttormsen ein av undan
gongumonnunum í hesi ætlan.
Caprice fer til
Íslands at fiska
Í november 1865 fer Jóhannes
til Onglands, keypir skonnartina
Caprice (63 register tons). í
Southampton, ger hana í stand
og 3. mai 1866 er hann á Klaksvík
við skipinum.
Caprice verður nú útgjørd at
fara avstað. Síðsta mai keypa teir
útgerð, m.a. 22 toskalínur à 70
favnar, húkar, salt og eikitunnur at
salta uppí. Leiðin gekk til Íslands
at royna við línu og snøri, men so
nógvur var ísurin har uppi, at teir
ongantíð fingu samband við land,
ei heldur roynt fyri ísi, og máttu
sostatt venda aftur – hvassir. 18.
juni eru teir longu aftur. Seinast í
juni fer Caprice út undir Føroyum,
fær 19 toskar fyrsta dagin, men
longu 2. juli er hon inni í Lerwick,
selur bæði fisk og salt og fer
í farmasigling. Fiskisøgan hjá
Caprice er longu endað!
Fýra ára brævaskifti:
Fyrsta túrin við farmi fer Caprice
til Trondhjem longu eina viku eftir,
at teir eru komnir til Lerwick.
Nú helmar ikki í. Teir eru t.d. í
Hamburg, Leith, og gera tveir túrar
til Spaniu hetta fyrsta árið. Men
farmagjøldini vóru lág, og hartil
var Caprice ikki í øllum førum
vælhóskandi sum farmaskip.
Hon var ov djúp, og peningaliga
úrtøkan var tí ofta ikki so stór.
Jóhannes og faktor Djurhuus
skriva av og á sínámillum.
Brøvini eru vinarlig og tykist
ongin misskiljing at vera millum
Jóhannes og hann ta fyrstu tíðina.
Ímeðan heldur Caprice á at sigla
við farmi eisini næsta ár.
Heima høvdu teir væntað
Caprice at komið til Føroya. Tá
teir frætta, at Jóhannes ikki
kemur heimaftur í 1867 og heldur
ikki ætlar sær at koma næsta
ár, gerast teir rísnir her heima
og skriva honum bræv, har teir
undrast yvir ikki at hava frætt frá
honum og yvir ikki hava fingið
nakran roknskap heldur.
Svarið frá J. Johnson
er skrivað 18. juni
sama ár
Tað er langt og sett upp sum ein
verjurøða móti teim atfinningum,
sum gjørdar verða móti honum.
Hann kallar bræv teirra “et
Skræmmebrev,” spyr hví teir
ikki áður hava kravt roknskapin.
Jóhannes skrivar um ta skuld,
hann vil koma í, um hann kemur
til Føroyar, tí hann skal jú betala
løn og kost til manning. Peningur
er ongin til góðar, sigur John
Johnson, sum hann nú kallar seg,
tí nú hevur hann riggað Caprice
um til rætta skonnart og fingið
øll segl gjørd av nýggjum. Hann
vónar tó at koma til Føroya næsta
vár. Ímeðan vil hann royna at fáa
nakað av peningi at loypa av.
Brævið, sum er skrivað í
Grikkalandi, endar soleiðis:
"Men dersom der en mangel
paa Tiltro, da er min Skrivning
forgjæves; dog førend I tager
en anden Vej, saa er det mit
Raad, at I vil overveje det. Jeg
forlanger ingen Eftergivenhed,
men ikkuns hvad jeg haaber, at I
ikke vil nægte mig: En betænkt,
retfærdig Dom.
Med hilsen og agtelse,
Deres forbundne
John Johnson.
➘
Kjartan, sonur Andreas nr. 2 frá v. saman við trimum gubbunum hjá Boga Lützen: Hjarvil Rasmussen úr Sørvági, Bjarni
og Torbjørn Zachariassen. Myndin tikin úti í Klaksvík 3. Juni 1941, dópsdagin hjá Boga
Faktorin og »Caprice«
Ein framburðsmaður av Trøllanesi
var Absalon Guttormson, sum
eisini settu í Caprice og var ein av
nevndarlimunum