mikudagur 26. august 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
24
nr. 161 • 26. august 2009
Ein av grundunum til, at vátt
kemur í reiðrið, er tann, at tvey
brøv frá Jóhannes eru nógv
seinkað og koma ikki fram, fyrr
enn stjórnin í felagnum hevur
sent brævið 18. Apríl 1868. Í
hesum seinkaður brøvunum hevur
Jóhannes ein fyribils roknskap
yvir inntøkur og útreiðslur hjá
Caprice.
Annars draga teir hvør sína
línu: Norðingar hugsa mest um
fiskiskap, meðan Jóhannes
hugsar mest um at fáa nakað
burturúr peningaliga, og her
heldur hann farmasiglingina vera
tryggari vinnuveg enn fiskiskap.
Jóhannes heldur á at pløga
høvini við síni stoltu Caprice,
skrivar heim, sendir pening og
roknskap. Brøvini eru skrivað í
ymsum býum í Onglandi, New
Foundlandi, Canarisku oyggjun
um, Azorunum, Cadis. 1869
kemur, men ongin Caprice. Tá
gekk tolið út hjá monnum. Á
aðalfundi 19. oktober verður skriv
sett saman og sent Johannesi,
har hann fær tvinnar treytir. Antin
keypir hann hinar partaeigararnar
úr fyritøkuni ella skal hann
keypast úr.
Jóhannes fær brævið í januar
1870 og skrivar aftur úr Grikka
landi, at hann fegin vil lata seg
keypa úr felagnum, og at hetta
skal greiðast, tá hann í apríl
kemur aftur til Føroya.
Ongin Caprice kom á hesum
sinni. Í teim fyrstu døgum av
juni kom tó bræv. Tað er skrivað
í Leith 8. mai, og her sigur
Jóhannes frá, at hann hevur
sligið av at koma til Føroyar í ár.
Ætlan sín hevði verið at farið til
Onglands og har fermt salt og
epli til Føroyar, men so slerdi
hann av at fara til Onglands
beinanvegin. Hann hevði í so fall
verið noyddur at ligið stillur í 3
mánaðir. Caprice fór so ístaðin at
sigla við vøru á Svartahavinum
allan veturin.
Ferðin heim til Onglands hevði
gingið nógv longur enn væntað,
hann kom ikki hagar fyrr enn í
apríl, men tá vísti tað seg, at
bæði salt og epli vóru dýr og
farmagjøldini lág. Tað hevði ikki
lønað seg at gjørt túrin til Føroya.
Tað hevði verið ov seint til, at
Caprice hevði kunnað farið til
fiskiskap.
Jóhannes leggur afturat, at
hann hevur frætt frá ringum
tíðum í Føroyum, at sluppin
“Surprice” er seld fyri hálvan
prís. Hann er vegna tær ringu
tíðir í Føroyum bangin fyri ikki
at fáa peningin, um hann kemur
til Føroya við ongum farmi.
Jóhannes endar brævið við at
siga, at hann nú hevur tikið farm
til tær Canarisku oyggjarnar og
vónar við Guds hjálp at kunna
koma heim til Føroyar komandi
vár. Hann sendir 50 £, sum teir
kunnu hava antin til at útbetala
teim misnøgdu ella til at betala
rentur við.
Tolið gongur undan
Hesi tíðindi gjørdu enda á øllum
vónum um samarbeiði millum
partarnar. Nú vóru teir sviknir í
fýra ár og krógva als ikki, at teir
ynskja at skiljast, jú fyrr, jú betur.
Nakrar fáar dagar eftir at brævið
frá Jóhannesi er teim í honum,
senda teir honum svar, har teir
ilskast um undanførslurnar
fyri ikki at koma til Føroya við
skipinum. Tað, teir hava áhuga
fyri, er at fáa skipið heim og at
fáa eina skipara til at fiska við
skipinum. Tí nú er fiskiskapur
farin at gerast ein lønandi vinna.
7. okt. skrivar Jóhannes aftur
úr Seville í Spaniu og er hetta
helst seinasta brævið, sum teir
skriva sínámillum. Brævið frá
Jóhannes er aftur sett upp sum
ein verjurøða; har hann sigur
seg hava havt sum fremsta
endamál at verja áhugamálini hjá
partaeigarunum. Men hann vil
fegin gera reint borð.
Jóhannes endar brævið við at
siga, hvussu ferðaætlanin liggur,
til hann kemur heim: London,
Canarisku oyggjarnar, St. John
í New Foundlandi, Vianna í
Portugal, Onglandi og Føroyar.
Sum sagt endar brævskrivingin
her; men tað skilst, at onnur brøv
eru skrivað millum Jóhannes
og Faktor Djurhuus; tey eru tó
neyvan til longur.
Caprice aftur á
Klaksvík
Í mai 1871 var Caprice aftur á
Vánni fermd við eplum og salti.
26. mai 1871 var sølusáttmálin
undirskrivaður, har Johannes
keypir skipið. Uppgerðirnar
standa í Havið og Vit.
Tað sum undrar er annars,
at í seinasta brævinum sigur
Johannes seg fegnan vilja selja
sín part til hinar partareigararnar,
og hetta høvdu teir eisini sett
fram sum ein av tveimum møgu
leikum. Og við tí byrjandi góða
fiskiskapinum skuldi hetta verið
ein upplagdur endi á hesum máli.
Hóast hetta so gongur tað beint
mótsatt.
Nú vóru allir fagrir dreymar
foknir. Men peningaligt tap høvdu
teir ikki havt kortini. Hvør, sum
vildi, fekk sítt, og 20% í rentu
fingu allir. 24 mans úr Mikladali,
úr Kunoy og av Trøllanesi lótu
allar sínar aktiur (90 à 10Rd)
standa eftir í skipinum “ paa tab
eller Vinding, ifald John Johnson
bliver ved med at føre Caprice“,
og teir fingu váttað skuldarbræv
uppá peningin.
Fyrst í juli 1871 fór Union Jack
á stong. Jóhannes átti nú skipið
sjálvur, burtursæð frá teim 2565
Rd, sum felagið hevði fingið
skuldarbræv uppá og so teir 900
Rd, sum teir 24 høvdu latið staðið
eftir í skipinum. Nevndu 2565 Rd
komu várið eftir; annar spurningur
er, hvussu gekk við teim 900 Rd.
Óeydnislig var henda roynd.
Herviligt ísár í Íslandi og fiska
loysi undir Føroyum og so selja
teir skipið, júst tá tey góðu
fiskiárini koma í 1870unum, og
skipsfiskiskapurin av álvara fer at
gerast lønandi.
Hvør var nú
Jóhannes?
Hann er føddur á Trøllanesi 30.
Juli 1829, sonur Jógvan bónda
í Innistovu, FuglfjarðarJógvan
kallaður og Elsebeth Simonsen,
bóndadóttur í Innistovu. Jógvan
var bókligur maður, verður sagt
og lærdi í mong ár børnini har í
bygdini at lesa og skriva. Hann
royndi eisini at útvega teim meir
kunnleika, enn hann sjálvur var
førur fyri at geva teimum.
Trøllanesmenn vóru komnir inn
í Bø (Klaksvík) til handils. Har lá
ein donsk bark, sum sóknaðist
eftir einum manni. Jóhannes,
sum tá var ungur drongur, vildi
fegin sleppa við og slapp eisini.
Jóhannes man hava verið nakað
leingi burtur, tí tá hann kom aftur
á Klaksvík, skuldi skiparin siga,
at nú var Jóhannes líka góður
maður sum hann og kundi vera
kapteynur.
Tá Jóhannes hevði lært til
stýrimann og kom aftur í Kals
oynna til Syðradals, segði hann
syðradalsmonnum, at teir høvdu
skeivan middag, men nú skuldi
hann forandra teimum strikið.
Hann man hava lært til stýri
mann í Danmark, men er síðan
farin til Onglands, og tá hann
kemur aftur til Føroyar í 1865 at
ferðast, er hann giftur og eigur
ungan son, John. Jóhannes var tá
búsitandi í Leith, Shore 55.
Í Mikladali heldur hann heima
brúðleyp og bjóðar allari Kalsoynni.
Hann kom til skaða umborð og
1. dec 1877 situr konan einkja.
Hann eigur eftirkomarar. Lang
abbasonurin John Johnson hevur
verið í Føroyum og ferðast.
Komandi partur
Komandi Miðvika verður
meira søga um ættina
hjá Símin uttan Garða.
Vit greiða frá søguni hjá
abbasoninum Símun á
Høgabóli
Johannes á
Trøllanesi saman
við konu og soni
John Johnson,
uppkallaður eftir
pápanum
Langabbasonur Jóhannes, John Johnson, sum saman við konuni Pam vitjaði
í Føroyum í 2005. Her eru tey kirkjugarðinum á grøvinum hjá oldurabbanum
Fuglafjarða Jógvan, sum saman við trimum synum settu pening í Caprice
Tað sama gjørdist beiggin Elias, sum
giftist til Selatraðar
Mikkjal Pauli í Innistovu á Trøllanesi
bar beiggi Jóahnnes, og hann setti í