hósdagur 27. august 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 162 - 27. august 2009
Sandoyartunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Spurningurin um at gera
undirsjóvartunnil í Sand
oynna, skal nú aftur til við
gerðar í samgonguni.
Tað sigur Annika Olsen,
landsstýriskvinna í innlend
ismálum.
Løgtingið hevur annars
samtykt, at farast skal undir
tunnilin í 2011, men Annika
Olsen kann kortini ikki
lova, at hetta verður so.
Spurningurin um Sand
oyartunnilin verður tikin
við í viðgerðini, nú sam
gongan fer at raðfesta íløgu
karmin, sigur hon.
Mugu hava ráð
Nú er liðugt at betala Norð
oyatunnilin, men Løgtingið
hevur eisini samtykt, at tær
góðu 40 milliónirnar, sum
landið hevur goldið til Norð
oyatunnilin um árið, skulu
framhaldandi setast í fíggj
arlógina, men nú skulu tær
fara í almenna partafelagið
til Sandoyartunnilin ístaðin.
Fyrsta inngjaldið í parta
felagð skal vera í 2010.
Eg fái onki sagt um,
hvussu tað verður við hes
um, tí tað verður tikð við,
nú samgongan fer at viðgera
íløgukarmin, sigur hon.
Men hon sigur, at tað er
hetta, sum hevur ligið í kort
unum alla tíðina, at pening
urin, sum er goldin í Norð
oyatunnilin nú skal flytast
yvir í Sandoyartunnilin.
Hetta er útgangsstøðið,
men tann spurningingin fer
samgongan nú at viðgera
saman vi øllum øðrum
útbyggingum, nú íløgu
karmurin skal leggjast.
Hinvegin leggur hon
dent á, at vit mugu eisini
taka atlit til, at vit eru í eini
fíggjarligari kreppu.
Hon leggur afturat, at
grundarlagið
aftanfyri
at
stovna eitt alment partafelag,
er, at landið skal spara saman
til undirsjóvartunnilin.
Heldur Løgtingið seg til
leistin um, at gjaldið, sum
fór til Norðoyatunnilin, nú
skal
í
sandoyartunnilin,
verða í mesta lagið slakar
85 milliónir í partafelagnum
Sandoyartunlinum í 2011,
tá ið tað er samtykt at arbeið
ið skal byrja, men tað er
ikki nógv at byrja eina íløgu
upp á 800 milliónir upp á?
Nei, tað er tað ikki, so
tað eru nøkur viðurskifti,
sum samgongan má fáa
greiði á. Spurningurin er,
um búskaparliga støðan
loyvir okkum at fara undir
eina so stóra íløgu. Gongdin
kann venda skjótt, men tað
kemur ikki upp á tal at
kollsigla búskapin fyri at
trýsta eina ávísa íløgu
ígjøgnum.
Skulu hava tunnil
Sjálv ivast Annika Olsen
ikki í, at undirsjóvartunnilin
verður gjørdur, men spurn
ingurin er bara nær ráðini
verða til tað.
Tí er tað skilagott at
spara saman til íløguna,
men vit noyðast alla tíðina
at hugsa um búskaparligu
støðuna.
Sandoyingar skulu hava
sín tunil fyrr ella seinni,
men tað mest avgerandi er,
at íløgan er búskaparliga
forsvarlig.
Tað liggur eisini í kortun
um, at nú skal farast undir
Skálafjarðartunnilin
og
hóast hann er privatur, kann
tað so hugsast, at vit fara
undir tvær so stórar verkætl
anir ísenn?
Tað er eisini ein spurning
ur, sum vit skulu taka við í
viðgerðini, so tað eru nógvir
ógreiðir
spurningar
at
viðgera, sigur Annika Olsen.
- Tað kemur ikki upp á tal at kollsigla samfelagið fyri at tvinga ein sandoyartunnil ígongd, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í
innlendismálum. Tí kann hon ikki lova sandoyingum, at arbeiðið upp á tunnilin byrjar í 2011, hóast løgtingið hevur samtykt tað
Hættisligar kýr
Bøndur í Bretlandi ávara nú fólk ímóti at fara ov nær
neytum, sum ganga leys á bønum. Orsøkin er, at teir báðar
seinastu mánaðirnar hava myndugleikarnir fingið fráboðan
um fýra tilburðir, har kýr hava gjørt av við fólk, sum eru
komin ov nær. Sambært bøndrunum er í flestu førum talan
um fólk, sum vóru farin ein túr við hundinum, og at kýr,
sum hava kálv, leypa á fyri at reka hundarnar burtur. Í
Bretlandi eru millum sjey og átta milliónir neyt. Tey seinastu
átta árini hava myndugleikarnir skrásett 18 tilburðir, har kýr
hava verið fólki at bana, skrivar Reuters.
Obama skal tala
Barack Obama, forseti, skal halda talu, tá Edward Kennedy
fer til gravar leygardagin. Ein talsmaður fyri Kennedyættina
sigur, at forsetin og fyrrverandi senatorurin høvdu fleiri
felags áhugamál, og at teir eisini vóru vinmenn. Minningar
haldið verður í Boston, og aftaná verður kistan flutt til
tjóðarkirkjugarðin Arlington uttan fyri W ashington. Har
verður Edward Kennedy jarðaður undir liðini á brøðrunum
John F. Kennedy, fyrrverandi forseta og Robert F. Kennedy,
fyrrverandi løgmálaráðharra. Teir vórðu báðir myrdir.
Tað er ongin ivi um, at sandoyingar
fáa undirsjóvartunnil, men
spurningurin er bara nær, tí vit
noyðast at hugsa um búskaparligu
støðuna, staðfestir Annika Olsen,
landsstýriskvinna í innlendismálum
Sandoyartunnilin
skal nú til
nýggja viðgerð
í samgonguni