Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 162 - 27. august 2009 - Sum eg tulki støð- una í samgonguni, verður ongin Sand­oyartunnilin gjørd­ur tey næstu nógvu árini, sigur løgtingsmaðurin, Helgi Abrahamsen, sum altso sjálvur er í samgonguni Sandoyartunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað verður ongin undir- sjóvartunnil gjørdur í Sand- oynna tey fyrstu árini. Tað staðfestir Helgi Abra- hamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og altso sjálvur limur í samgong- uni. Sandoyartunnilin hevur verið eitt av heitastu polit- isku eplunum í Føroyum hesi seinastu árini. Men hóast tað er skjótt at fáa tað fatan, at politikarar eru heldur lunkaðir í málin- um, eru tað teir allarflestu, ið mala sum ketta um heitan greyt og ikki vilja siga sína hjartans meining um tunnilin. Men tað hevur Helgi Abrahamsen onki ímóti. Ongin trýr upp á tunnilin Hann sigur, at soleiðis sum hann tulkar støðuna í sam- gonguna, er tað næstan ong- in, sum er sinnaður at fara undir tunnilin við bræði. - Tað er rætt og slætt ong- in, sum trýr upp á tunnilin, leggur hann afturat. Annars er tað samtykt í Løgtinginum, at arbeiðið upp á Sandoyartunnilin skal byrja í 2011. - Eg skilji ikki hvi handan samtyktin er gjørd, tí ongin trýr upp á tað, staðfestir Helgi Abrahamsen. Hann sigur, at stóri trupul- leikin er, at fólkagrundar- lagið í Sandoynni er alt ov lítið til eina so stóra íløgu. - Tað verður ov dýrt upp á hvørt fólki, sigur hann. Men nú hevur ætlanin ver- ið at sandoyartunnilin skal vera fyrsti partur í eini suð- uroyarleið, har ein undir- sjóvartunnil seinni skal bor- ast úr Sandoy til Suður- oyar? Tað er rætt, at tá verða tað fleiri fólk at býta íløguna ímillum sín. Men tá verður íløgan eisini fleri ferðir størri, so munurin verður ikki stórur. Skeivt at gera tunnil Sum heild heldur Helgi Abrahamsen annars heilt ímóti, at gera undirsjóvar- tunnil í Sandoynna yvir- høvur. - Eg haldi ikki, at tað er rætt at brúka so nógvar pengar til ein undirsjóvar- tunnil til so fá fólk sum að eru í Sandoynni. Hann leggur afturat, at kemur uppskot á Løgtingið um at fara undir Sandoyar- tunnil í 2011, fer hann ikki at atkvøða fyri tí, soleiðis sum støðan í samfelagnum sær út. - Og tað er ikki nógv, sum bendir á, at støðan fer at broytast so kollveltandi til 2011, at tað verður ráðiligt at fara undir eina so stóra íløgu, leggur sambandsting- maðurin afturat. Ongin undirsjóvar- tunnil í Sandoynna enn á sinni MYND AV HELGA ABRAHAMSEN - Eg skilji ikki hví Løgtingið hevur samtykt at farast skal undir Sandoyartunnilin í 2011, tí ongin trýr upp á tað kortini, sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin Fara úr Danmark Á hvørjum ári koma ungfólk úr fleiri londum til Danmarkar at nema sær hægri útbúgving, men ein nýggj kanning hjá Forum for Business Education vísir, at nógv tey flestu fara úr Danmark rættiliga stutt eftir lokna útbúgving. Sambært kanningini velja 73 prosent at fara úr Danmark minni enn tvey ár eftir, at tey eru liðug við útbúgvingina. Um oprsøkina siga tey millum annað, at tað er ov trupult at fáa eitt nøktandi arbeiði í Danmark, og at tað er torført at læra tað danska málið. Ein triðja orsøk er, at tað er dýrt hjá borgarum úr londum uttan fyri ES at útbúgva seg í Danmark. Mugabe frískur Myndugleikarnir í Zimbabwe avsanna, at landsins forseti, Robert Mugabe, liggur á sjúkrahúsi, soleiðis sum eitt blað í Suðurafrika vildi vera við í gjár. Sambært The Times bleiv Mugabe fluttur í loyndum til eitt sjúkrahús í Sameindu Arabisku Emiratunum sunnudagin. Blaðið segði seg bert hava fingið at vita, at forsetin var sjúkur, men ikki hvat bagdi honum. Men sambært zimbabwisku stjónrini eru tíðindini tann beri heilaspuni. Hon sigur, at Robert Mugabe hevur hildið frí í Dubai, og at hann kom heim aftur í gjár. Tunnilsnevndin veljast í næstum Seint í vár gav Løgtingið Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendis- málum heimild til at stovna eitt alment partafelag at standa fyri arbeið- num at gera undirsjóvartunnilin í Sandoynna. Annika Olsen hevur enn ikki valt nevndina fyri partafelagið enn, men hon sigur, at tað verður í næstu framtíð. Hon hevur ikki gjørt sær greitt um hon skal velja eina heilt nýggja nevnd at taka sær av Sandoyartunlinum, ella um nøkur av teimum fólkum, sum manna nevndirnar fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, eisini skulu veljast í nevndina fyri Sandoyartunnilin. Ein møguleiki kann vera at víðka nevndina fyri annan undirsjóvartunnilin, sum er, til eisini at umfata Sandoyartunnilin. - Tað er eisini ein spurningur um, hvussu nógvar tunnilsnevndir, vit skulu hava, sigur Annika Olsen.