hósdagur 27. august 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 162 - 27. august 2009
Sólrun stillar upp
Á kommunuvalinum í Danmark í heyst fáa veljararnir í Gribskov
kommunu á Sælandi møguleika at velja Sólrun Løkke
Rasmussen, ið sum kunnugt er føroysk og kona Lars Løkke
Rasmussen, forsætisráðharra. Hóast Sólrun er á sjeynda plássi á
valevnislistanum hjá flokkinum Vinstra, væntar formaðurin í
valfelagnum, at hon hevur góðar møguleikar at verða vald, tí sum
er hevur Vinstra 14 av teimum 27 kommunustýrislimunum.
Sólrun Løkke Rasmussen er ikki ókend í donskum
kommunupolitikki. Hon hevur fyrr sitið tvey valskeið í Græsted-
Gilleleje kommunu. Tann kommunan fór í søguna í teirri stóru
kommunusamanleggingini fyri nøkrum árum síðani.
Berlusconi pílagrímur
Í Italia hevur Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, boðað frá,
at hann fer at taka lut í pílagrímsferðini Perdonanza
Celestina, sum hevur verið i býnum l’Aquila tey seinastu
800 árini. Sambært tí gamla siðinum fáa luttakararnir
fyrigeving fyri allar syndir, um teir játta seg sum syndarar og
iðra seg um syndir sínar. Sambært blaðnum La Republica
hava embætismenn hjá Berlusconi lagt trýst á Vatikanið, so
forsætisráðharrin sleppur at sita undir liðini á skrivaranum
hjá Vatikaninum við døgurðaborðið, sum verður aftan á
sjálva pílagrímsferðina, ið verður fríggjadagin.
Stutt fyri middag í
dag funnu brúkarar
nir á Virkni ein for
vitnisligan fisk, tá tey
vóru túr í Sandágerði.
Talan var um ein
1,5 metur langan
silvurkalva
Fiskur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tá brúkararnir á Virkni
vóru túr í Sandágerði í
morgun, sóu tey eina heldur
óvanliga sjón. Á veg niðan
gjøgnum ánna var ein
ovurlangur fiskur, ið tey
ikki kendust við.
Menn hjá brandstøðini í
Havn, sum vanliga koyra
fólkini við MBF bussinum,
fingu fatur á einum kavara
hjá brandstøðini, sum kom
oman og fangaði fiskin og
fekk koyrt hann í eitt kar.
Fiskurin var enn livandi.
Onkur, sum kom á staðið,
helt seg kennast við henda
fiskin, at tað var ein silvur-
kalvi. Fólk frá Havstovuni
váttaðu, at talan er um ein
silvurkalva. Hann er umleið
hálvanannan metur langur.
Silvurkalvi er ikki heilt
óvanligur undir Føroyum.
Ein løgin fiskur
Kári Sørensen av brandstøðini í Havn við silvurkalvanum, ið var mettur at verða umleið hálvanannan metur langur
Mynd: Jens Kristian Vang
Útnorðurráðið
hevur valt Josef
Motzfeldt, formann
í grønlendska
Landstinginum, til
nýggjan formann
Politikkur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Útnorðurráðið hevur valt
Josef Motzfeldt, formann í
grønlendska Landstingin-
um, til nýggjan formann.
Hann varð valdur á ársfund-
inum hjá ráðnum, ið verður
hildin 25. til 28. august í
Runavík og í Havn. Josef
tekur við eftir Kára P. Høj-
gaard, løgtingslimi.
Josef Motzfeldt vísti í set-
anarrøðu síni, at øll trý
útnorðurlondini luttaka fult
út í norðurlendskum sam-
starvi, men at londini tó ikki
eru heilt sum hini norð-
urlendsku londini, at tey
hava nøkur serlig felags
áhugamál, ið ikki neyð-
turviliga eru felags við rest-
ina av Norðurlondum. Hann
víst tí á, at tað er júst tí at vit
hava Útnorðurráðið.
-
Útnorðursamstarvið
snýr seg um at arbeiða fyri
og verja felags áhugamál,
bæði nationalt og internati-
onalt, millum annað felags
tilfeingi, søgu, mentan, sjó-
øki og umhvørvi, men at
hesi eru undir støðugari
hóttan, segði Josef Motz-
feldt millum annað.
Josef Motzfeldt er valdur
í grønlendska Landstingið
fyri Inuit Ataqatigiit (IA).
Hann hevur verið limur í
Landstinginum síðani 1987
og hevur í fleiri valskeðium
verið landsstýrismaður í
Grønlandi, eitt nú landsstýr-
ismaður í Norðurlendskum
samstarvi. Josef Motzfeldt
er formaður fyri grøn-
lendsku umboðini í Útnorð-
urráðnum.
Hann
hevur
fleiri ferðir áður verið limur
í Útnorðurráðnum.
Afturat Josef Motzfeldt,
eru Ólína Þorvarðardóttir,
Altingslimur, og Kári P.
Højgaard,
løgtingslimur,
næstformenn í nýggja for-
mansskapinum.
Josef Motzfeldt nýggjur formaður
í Útnorðurráðnum
Áttu at
spurt Skrá-
setingina
Eik Grunnurin átti at tos-
að við Skráseting Føroya,
áðrenn
Spron-parta-
brøvini vórðu keypt frá
Eik.
Við
at
keypa
partabrøv í Spron fyri
39,8 milliónir krónur,
vildi Eik Grunnurin verja
Eik Banka móti negativu
umrøðuni, sum komu í
kjalarvørrinum av amer-
ikonskum
bankakon-
kursum.
Íløgan er í dag mist hjá
Eik-grunninum, og eftir
áheitan frá tveimum dul-
nevndum
persónum,
gjørdi Skráseting Føroya
av at kanna, um handiling
var í samsvar við viðtøk-
urnar
hjá
Eik-grunn-
inum.
Í niðurstøðu sínari stað-
festir Skrásetingin, at
talan var um somikið
óvanligan
handil,
at
grunnurin átti at biðið
um loyvi til hetta frá
Skráseting Føroya.
Við í kanningini var
eisini keyp av partabrøv-
um í Investia og Sweden
Properties, men Skráset-
ingin metir ikki, at hesir
handlar kravdu samtykt,
áðrenn teir vórðu gjøg-
numførdir.
-mørk
Josef Motzfeldt hevur tikið við sum
formaður í Útnorðurráðnum eftir
Kára P. Højgaard.