hósdagur 27. august 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 27. august 2009 – Nr. 162 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Lutakast í dag
Seinastu dystirnir í Champions League
undankappingini vórðu spældir í
gjárkvøldið. Umframt sigurin hjá Apoel
Nicosia, vóru úrslitini hesi. Í klombrum er
viðmerkt samlaða úrslitið. Arsenal-Celtic 3-1
(5-1), Stuttgart-Poltehnica Timisoara 0-0
(2-0), Fiorentina-Sporting 1-1 (3-3) og
Olympiakos-Sheriff Tiraspol 1-0 (3-0).
Seinnapartin í dag verður lutakast um,
hvussu spælast skal í bólkaspælinum.
FCK úti úr dreymalandi
Apoel Nicosia, sum í summar sendi EB/Streym úr Europa-
Cup, gjørdi í gjárkvøldið tað sama við donsku meistararnar
úr FCK. FCK hevði annars eina 1-0 leiðslu við sær frá fyrra
dystinum í Parkini, men í hitanum á Cypros gekk heilt galið
hjá FCK. Fyri steðgin sótu vertirnir á øllum, og samlaði
sigurin lá í luftini, tá tað í steðginum stóð 3-1 á máltalvuni.
Eftir steðgin reistist FCK, og í longum løtum vórðu vertirnir
trýstir í botn. Men lívgevandi málið kom ongantíð, og so
má FCK staðfesta, at europisku milliónirnar ikki vera til
nakað í hesum umfarinum.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Nøkur av umførunum í 1. deild hjá
kvinnum eru soleiðis háttað, at tá
spæla tey betru liðunum ímóti
teimum verru, og tá er sum oftast
so mikið stórur munur á, at úrslitini
næstan geva seg sjálv. Men í
gjárkvøldið kundi saktans verið
øðrvísi, um Skála hevði hepni við
sær, tá AB var á vitjan.
Allan fyrra hálvleik vóru
skálakvinnur so sannførandi, at tær
høvdu einki málspark og AB einki
hornaspark, men hóast fleiri kjansir
– harav einar tveir sera stórar –
eydnaðist ikki at fáa nakað burtur
úr yvirvágini.
Í staðin gjørdist tað AB, ið fór
avstað við øllum, tá liðið í seinna
hálvleiki vísti effektivitetin, ið ofta
kemur fremru liðunum til góðar. Tó
kom ikki hol á, fyrr enn eitt korter
var eftir, og fimm minuttir fyri tíð
fekk AB pyntað um úrslitið, so tað
gjørdist ein 2-0 útisigur á Skála.
KÍ seint í gongd
Við Margáir var dysturin hálvan
tíma seinkaður, tí eingin dómari var.
Sostatt noyddust dómarar og
hjálpardómarar at døma, so
KÍ-kvinnurnar ikki skuldu vera
komnar úr Klaksvík til fánýtis. Setti
dómarin hevði givið avboð, var
sagt, men FSF-umsitingin hevði ikki
avgreitt málið víðari.
Tað gekk annars ikki eftir vild hjá
KÍ í fyrra hálvleiki, tá EB/Streymur
vardi væl og enntá kundi fingið
fyrsta málið, tá bólturin endaði á
yvirliggjaranum. Men stutt undan
steðginum kom KÍ framum, og í
seinna hálvleiki var eingin ivi, tá
fýra mál komu aftrat, so KÍ vann
sannførandi 5-0.
Í Sarpugerði tók Víkingur ímóti
B68/NSÍ, sum eftir skránni skuldi
havt heimavøll, men hevði mist
hann, tí liðið ikki møtti til dyst ímóti
Víkingi herfyri. Her var eingin
slingur í valsinum hjá Víkingi, sum
kom á odda tíðliga og síðani trygt
koyrdi ein 4-0 sigur heim. Tó vóru
fleiri brendir kjansir, so sigurin
kundi lættliga verið størri.
Malena Josephsen og hinar í
KÍ komu í gjárkvøldið seint í
gongd ímóti EB/Streymi – bæði
so og so…
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Gekk sum væntað
Støðan, 1. deild kvinnur
Nr
Lið
Dystir
V
J
T
Mál
+/÷
Stig
1
KÍ
16
13
2
1
75- 6
72
41
2
AB
16
13
2
1
41- 6
35
41
3
Víkingur
16
9
3
3
35-19
16
30
4
Skála
16
5
1
4
19-43
÷24
16
5
EB/Streymur
16
2
1
13
8-56
÷48
7
6
B68/NSÍ
16
1
1
14
5-56
÷51
4
EB/Streymur-KÍ 0-5 (0-1)
0-1: Sofía Purkhús
0-2: Rannvá Andreasen
0-3: Sofía Purkhús
0-4: Ása K. Thomsen
0-5: Ása K. Thomsen
Skála-AB 0-2 (0-0)
0-1: Olga Kristina Hansen
0-2: Rannvá Poulsen
Víkingur-B68/NSÍ 4-0 (2-0)
1-0: Heidi Sevdal
2-0: Kristbjørg Isaksen
3-0: Hanna Isaksen
4-0: Mariann Isaksen
Enn eina ferð vunnu favorittarnir, men merkisvert var, at
AB-kvinnurnar vóru hepnar, at tær fingu sigurin á Skála,
umframt at KÍ kom seint í gongd ímóti EB/Streymi