Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. august 2009 – Nr. 162 EB/Streymur B36 Tað var kanska munurin á toppi og botni, sum kom til sjóndar í Gundadali. Undir ongum umstøðum kann B36 ákærast fyri hepni í einum dysti, har teir áttu størra trýstið, men har EB/ Streymur átti flestu málini jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Seinasta málið teknaði kanska heildarmyndina. B36 satsaði í yvirtíðini, tá alt fólkið varð flutt fram í frísparksstøðu. EB/Streymur fekk bóltin útfrá og kontraði, men við eftir 40 metra spurt og framúrskarandi glíðandi tackling vann Róaldur Jacobsen bóltin av annars púrasta leysa Alex José dos Santos. Næsta trekkið var tó ikki heilt so framúrskarandi, tá Róaldur ov fikst misti bóltin til Levi Hanssen, og so tók tað bara EB/Streymi tvær sendingar at spæla Hans Paula Samuelsen blankan, so hann kundi negla seinasta naglan á kistulokið. Frálíkar detaljur og gott fótbóltsspæl er nevnliga eingin trygd fyri at vinna ein fótbóltsdyst. Í øgiliga stóran mun er talan eisini um spæl, har tað hevur størstan týdning at minimera mistøkini, og hendan seinasta partin av spælinum dugdi EB/Streymur betur enn B36 mikukvøldið. Lívlivur dystur Talan var fyri tað nógva um frálíkan dyst, har bæði liðini vildu og royndu at spæla álopsfótbólt. Á váta vøllinum, sum til tiðir hevði hug at arga málverjarnar, varð ferðin í løtum sett heilt nógv upp, men fyrstu trý korterini var tó sera sjáldan, at talan gjørdist um teir heilt opnu møguleikarnar. EBS/treymur var kanska hvassari liðið fyrstu løtuna, men spakuliga vann B36 sær eina yvirvág, og tí var tað ein vátur vøttur at fáa, tá Egil á Bø fimm minuttir undan steðginum fluktaði hornasparksinnlegg upp undir handara tríkantin. Arnbjørn Hansen misnýtti rimmar møguleika at økja til 2-0 beint undan steðginum, og tá Magnus Olsen stútaði innlegg í egið net bara hálvan annan minutt eftir steðgin, tóktist leyst og liðugt. Men tað var tað nú langt ífrá. B36 noktaði at geva skarvin yvir, og longu minuttin eftir næsta málið hjá gestunum, vórðu fyrstu ávaringarskotini latin av. Ikki minst hevði Christian Restorff Mouritsen funnið sær skotstilvarnar fram, nú hann varð fluttur inn á miðvøllin. Í tveimum førum prógvaði René Tórgarð tó, at hansara frávera er ein av orsøkunum til óstøðugu gongdina hjá EB/Streymi í ár, og ta einu ferðina mátti verjuspælari bjarga á sjálvari málstrikuni. Hóttanirnar trýstu EB/Streym í botn, og sæð burtur frá einum verjukiksi, sum Arnbjørn Hansen átti at gagnnýtt betur, var langt ímillum hóttanir frá teimum. Trýstið frá B36 hevði hug at fjarða, tá innskifti Brima Koroma høgdi í netið, eftir at Bergur Midjord hevði stútað innlegg niður. Og so brendi av álvara aftur. Men hóast møguleikarnir vóru har, so neyvleikin ikki til staðar. Tvær ferðir afturat var heilt nær við, at ávíkavist Brima Koroma og Jákup á Borg gjørdust púrasta blankir, men marginalarnir vóru ikki við, og tað varð so staðfest í yvirtíðini. Ólíka lagnur Hjá EB/Streymi markeraði dysturin av álvar, at teir aftur hava kós móti Europa. Seinastu níggju dagarnir hava givið 12 stig, og eftir eitt meira enn trilvandi kappingarár, tykist endin nú kortini kunna gerast so hampuliga góður. Hinvegin er vandi fyri, at endin verður alt annað enn góður hjá B36, sum meira enn nakað hevur verið óstøðugt. Til tíðir hevur liðið spælt framúrskarandi fótbólt, og partvíst var mikukvøldið eitt dømi um hetta. Men vakur fótbóltur hjálpir lítið, um neyðugu málini ikki verða skotin. Fyri framman bíða mest sum seks lagnudystir, har B36 fyrst vitjar hjá 07 Vesturi, áðrenn fimm tey ovastu liðini á stigatalvuni standa fyri tørni. Verður spælið tá tað sama, er ilt at ímynda sær, at Vodafone-deildin 2010 verður uttan B36, men hinvegin er kravið undir øllum umstøðum, at úrtøkan verður enn tað, sum var hesaferð. VB/Sumba á odda VB/Sumba tók í gjár eitt týðandi fet ímóti Vodafonedeildini, tá liðið á heimavøllinum á Vágseiði vann í málríkum dysti á B68. Hetta var dysturin, sum var útsettur fyri veður næstsíðsta vikuskifti. Nú øll liðini í 1. deild hjá monnum hava spælt 20 dystir, er VB/Sumba fimm stig framman fyri tey trý næstu, sum eru HB, B71 og TB. Tá avtornaði, vann VB/Sumba 4-3, eftir at hava verið á odda 3-2 í hálvleikinum, men ta einu løtuna var B68 á odda, umframt at toftamenn tvær ferðir undir dystinum javnaðu, eftir at VB/ Sumba var farið framum. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið við yvirlutan, og umframt málini, hevði VB/Sumba eisini skot á yvirliggjaran. Men í seinna hálvleiki legði B68 trýst á vertirnar, men til fánýtis, tí fleiri mál komu ikki. Búmerki til Suðuroynna Í sambandi við at VB-SUMBA á nýggjárinum broytir navn til FC Suðuroy, skal felagið hava nýtt búmerki. Tí skrivar nevndin út búmerkjakapping. Nevndin hevur avgjørt at skriva út kapping millum fólk í oynni og onnur áhugaði, um at tekna nýggja búmerkið hjá felagnum. Innkomin uppskot vera hereftir viðgjørd á nevndarfundi, har besta uppskotið verður funnið. Búmerkið verður avdúkað á ársveitsluni 2009 hjá felagnum Ein treyt fyri at vera við í kappingini, er at búmerkið ella partar av hesum, ikki er avrit frá eitt nú alnetinum ella øðrum kendum búmerkjum. Búmerkið má heldur ikki hava meira enn 3 litir. Fyri besta uppskotið verður ein virðisløn á 3000 krónur latin. Nevndin tilskilar sær rætt til ikki at velja nakað av innkomnu uppskotinum. B36-EB/Streymur 1-3 (0-1): B36 bjóðar eydnuni av Egil á Bø hevur júst lagt EB/ Streym á odda í Gundadali, og so er fagnaðurin stórur hjá gestunum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Stríðast enn fyri gullinum Hóast fleiri vildu vera við, at hepnið var við EB/Streymi, tá teir fingu stigini við sær úr Gundadali, so vildi Leif Niclasen ikki uttan víðari skráseta sigurin sum ein hepnan av slagnum. - Talan var kanska ikki um okkara besta dyst, men vit leveraðu ein ordiligan arbeiðsinnsat. Sjálvandi skal hepni til, men vit arbeiða hart ígjøgnum allan dystin, og so haldi eg, at sigurin er uppiborin. Tit hava verið øgiliga trilvandi í ár, men nú eru tit so nummar tvey. Er tað ein nøktandi støða hjá tykkum? - Tað er í øllum førum eitt plástur á sárið, eftir at vit hava verið so trilvandi, eftir at vit í fjør vunnu FM. Men enn hava vit matematiskan møguleika at vinna gullið, og so leingi, sum møguleikin er har, so er tað gullið, sum vit arbeiða ímóti, segði Leif Niclasen. -mørk Ein løgin dystur - Hetta var ein ótrúliga løgin dystur. Eg haldi, at vit stýra so at siga øllum, men vit skora bara ikki. Hinvegin hava teir einar fýra møguleikar, sum teir so skora trý mál uppá, so hetta er ein ótrúliga løgin dystur. Tað staðfesti liðskiparin hjá B36, Klæmint Matras, sum ikki reiðiliga visti, um hann skuldi vera vónbrotin um tapið ella errin um avrikið í Gundadali. - Sjálvandi er mann vónbrotin, tá mann tapir. Men vit spæla ein ótrúliga góðan dyst, og vit geva alt, sum vit eiga í okkum. So hjá okkum er bara at halda hesum koyrandi. Gera vit tað, so ivist eg ikki í, at vit koma at fáa nóg mikið av stigum seinastu seks dystirnar, segði Klæmint Matras. -mørk