hósdagur 27. august 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 27. august 2009
Við úttøkuni av Brian
Olsen og Levi Hanssen vil
landsliðsvenjarin økja
um talið av spælarum í
landsliðshópinum. Eitt
arbeiði, sum er trupult,
tá talan hvørja ferð er
um teljandi dystir
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur
ein lítlan trupulleika.
- Tað er umráðandi, at vit hava
ein landsliðshóp, sum er somikið
stórur, at eg altíð havi spælarar at
velja ímillum. Tí vil eg fegin geva
nýggjum spælarum møguleika at
vísa sítt virði, men sum
umstøðurnar blivu, so høvdu vit
ongan venjingardyst. Ístaðin byrjaði
eg við dystum móti Serbia og
Fraklandi, og tað sigur seg sjálvt, at
tað ikki eru røttu dystirnar at lata
ein ungan óroynda mann “líka” fáa
ein hálvleik ella so.
- Ikki tí. Eg eri sera væl nøgdur
við tað, sum spælararnir hava vístu í
teimum báðum dystunum, sum vit
hava spælt. Tí er talan heldur ikki
um nakrar kollveltandi broytingar,
men eg royni at justera nøkur smá
ting hvørjaferð, og tí koma helst
nýggj andlit at stinga seg upp av
og á. Í hvussu so er, so hesir
spælarar sleppa at prógva fyri mær,
at teir eru nóg stinnir at vera partur
av landsliðshópinum, sigur Brian
Kerr.
Nýggju nøvnini í hópinum hesa
ferð eru Levi Hanssen og Brian
Olsen, sum báðir spæla í EB/
Streymi. Og landsliðsvenjarin tykist
sera spentur upp á at síggja, hvat
hesir báðir hava at bjóða sær.
- Brian hevur ikki spælt so nógv
alt árið, men hann hevur
imponerað meg við sínum
arbeiðsøki og entusiasmu, og hann
er avgjørt ein framtíðar spælari.
Samstundis hevur hann verið ein
týðandi partur av góðu gongdini,
sum EB/Streymur hevur havt
seinastu dystirnar, og nú skal hann
so prógva fyri mær, at hann eigur
sítt pláss í hópinum.
- Og í nógvar mátar kann eg siga
tað sama um Levi. Í øllum førum
viðvíkjandi arbeiðsavriki og
entusiasmu. Hartil er hann ein
spælari, sum kann spæla fleiri pláss
á vøllinum, uttan at tað gevur
honum nakrar sum helst
trupulleikar, og tað er heilt avgjørt
eisini ein týdningarmikil dygd, tá tú
ikki hevur óavmarkað tal av
spælarum á dómaraseðlinum.
Landsliðshópurin
Jákup Mikkelsen
KÍ
Gunnar Nielsen
Manchester City
Johan Troest Davidsen
NSÍ
Einar T. Hansen
NSÍ
Jann Ingi Petersen
NSÍ
Bogi Løkin
NSÍ
Egil á Bø
EB/S
Levi Hanssen
EB/S
Brian Olsen
EB/S
Atli Gregersen
Víkingur
Súni Olsen
Víkingur
Andreas Lava Olsen
Víkingur
Jákup Mikkelsen
KÍ
Atli Danielsen
KÍ
Jákup á Borg
B36
Jóan Símun Edmundsson
B68
Fróði Benjaminsen
HB
Bartal Eliasen
ÍF
Jónas Tór Næs
Hvidovre
Christian L. Holst
Silkeborg
Símun Samuelsen
Keflavík
Ikki við frá seinastu úttøku:
Høgni Zachariassen
ÍF
Christian Høgni Jacobsen
NSÍ
Hjalgrím Elttør
KÍ
Arnbjørn T. Hansen
EB/Streymur
Niclas Niclasen
Víkingur
Vagnur Mohr Mortensen
HB
Brian
breiðkar
land-
sliðshópin
Brian Kerr hevur
hesa ferð tikið
navnan í EB/
Streymi við í
landsliðshópin
Mynd: Hilmar Jan
Hansen/Einslistir