Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 162 - 27. august 2009 F oreldrini hjá Elsu vóru Annika Elisabeth Joens­ datter (1820­1898), ættað úr Haldarsvík gift í 1843 við Laurits Christian Debes (1818­1856), timburmaður úr Havn. Tey vóru trý systkin. Beiggi Elsu var Hans Debes (1844­1923), sum var timburmaður. Hann var giftur við Siggu Christinu Malenu f. Jacobsen (1843­ 1929) úr Havn Tey áttu í minsta lagi trý børn. Laurits Christian Debes (1871­1959) giftist fyrst við Olevinu Elisabeth Mortensen (1870­1899) av Argjum, og síðan við Jovinu Poulinu Jacobinu Súsannu Christiansen f. 1888 á Stykkinum. Ein dóttir Hans var Anna Christina (1876­1965), sum giftist við Mads Andreas Winther Lützen. Dóttir teirra Sigrid Lützen gjørdist eisini kendur fotografur. Systirin var Johanna Margretha Susanna (1848­ 1933), sum giftist til Myki­ nesar við óðalsbóndanum Joen Joensen (1843­1919). Ein dóttir teirra Súsanna (1875­1967) giftist við Hans Simonsen (1878­ 1967) í Hoyvík. Hann var sonur Johan hjá Símun uttan Garða í Hoyvík. Báðir hava verið umrøddir í hesi røð. Else fór 19 ára gomul á Testrup háskúla og síðan í fotograflæru í Århus. Aftaná lokið prógv arbeiddi hon millum annað í Kjøbinhavn hjá V. Tillige í St. Købmagergade. Else giftist fyrru ferð við Nicolai Eeg Pommerencke, keypmanni í Århus (1854­ 1893.) Tey blivu separerað í 1890. Hann doyði í 1893 í Århus av eini hestaspor­ vognsvanlukku. Elsa giftist aftur í 1895 við dananum Hans Christ­ ian Petersen, fyrstalærara við Tórshavnar Almúgu­ skúla. Elsa hevði atelier í Mortansstovu, ið stóð har Jens Evensen bygdi grót­ lagaðu goymsluhúsini á Müllersbrúgv. Hans Debes, beiggi Elsu, flutti húsini niðan á trøðna við Dalavegin, og navnið Mortanstova flutti við fólkunum. Elsa hevði síðan atelier í Niels Finsensgøtu, har bókahandilin hjá Hjalmar Jacobsen var. Hetta vóru hús sum Elsa og H. C. Peteresen lótu byggja, og har búðu tey eisini. Tá Elsa í sínum testa­ menti hevði skrivað kr. 4.000 til “beboerne paa et Alderdomshjem i Thors­ havn”, avgjørdi býráðið, at renturnar av hesum legati skuldi fara til “smaafor­ nødenheder” hjá búfólki­ num á Ellisheiminum, sum kom í 1935. Í fyrstu reglu­ gerðini fyri ellisheimið varð ásett, at búfólkið fekk 50 oyru í vikupengum. Tað mundi koma væl við hjá meira enn onkrum tá í tríatiárunum. Var eisini framúr sangari Absalon Joensen, eisini kendur sum fotografur, skrivar í sínum minningar­ orðum í Dimmalætting um Else: Else havde i sine unge Dage, mens Fotografien endnu var i sin vorden, faaet Uddannelse som Foto­ graf i Danmark. Og efter sin hjemkomst til Færøerne fik hun sig fotografisk atelier her i Thorshavn, hvor hun mere end i en Mennseskealder var en meget søgt og skattet Fotograf. Fotografien var for Else Petersen ikke først og fremmest en Forretning, men hun gik med Liv og Sjæl op i denne Gerning. Fotografien var for hende, hvad Kunsten er for den rette Kunstner. Og i saa godt som alle Hjem paa Færøerne træffer man Billeder fra hendes Haand, særdeles godt udførte og vellignende Billeder, der tillige synes at eje stor Evne til modstaa Tidens Tand. Hendes Fotografier vil under nænsomme Hænder kunde bevare deres friske Udseende gennem mange Slægtsled. Og netop paa dette Omraade har Foto­ grafien sin store og uvurd­ erlige Charme. De senere Slægtsled kan ud fra Foto­ grafierne bevare Mindet om de foregaaende Slægts­ led, deres Ansigtsudtryk, deres hele Udseende i Søn­ dagstøj eller Hverdagstøj, deres Huse og deres Stuer. Som ganske ung Pige kom Else Petersen i for­ bindelse med Bogbinder Jacobsens Døtre og Syssel­ mand M.A. Winthers Døtre paa Sand. Baade Syssel­ manden selv og hans Døtre var meget interesserede i Sang og Musik, som paa den Tid var en sjælden Vare paa Færøerne. Senere kom disse unge Piger paa højskoleophold i Danmark, hvilket ogsaa var ret sjæld­ ent blandt færøske Piger paa den Tid. I Danmark lærte de at kende Højskolekredsernes rige Sangskat og med aabne Øren og modtagelige Sind lod disse unge fær­ øske Piger sig lede ind i en Sangverden, som de aldrig glemte. Fru Else Petersen havde en smuk Sangstemme, som hun havde faaet uddannet under Opholdet i Danmark. Og efter at have taget fast Bopæl i Thorshavn blev hun en af de faste Støtter ved Orglet i Thorshavns Kirke. Men hun sang ogsaa ved Koncerter og ved forskellige Lejligheder. Og jeg husker personligt fra en af de første Gange, jeg som ganske ung var paa besøg i Thorshavn, at jeg hørte fru Petersen synge ved en Koncert, og at jeg blev aldeles betaget. Jeg havde aldrig hørt noget lignende før. Havde ikke tænkt mig, at nogen Stemme kunde svinge saa højt eller bøje sig saa let. Fru Else Petersen var lige som de fleste færøske Kvinder gudfrygtig og dybt religiøs lige til Hjerte­ bunden. Og mens hun laa paa det sidste, kunde hendes Slægtninge, naar de besøgte hende glæde sig ved, at hun altid afsluttede sine Samtaler med dem med disse Ord: “Vor Herre Jesu Kristi Naade være med os alle.” Maðurin eitt sindur knortlutur Hans Christian Petersen var dani, føddur í 1842. Hann tók læraraprógv í 1864, og var fyrst lærari í Danmark. Tann 1. oktober 1874 fær hann starvið sum fyrstilærari við Almúgu­ skúlan á Havn, eftir at tann væl dámdi Andreas C. Lützen so knappliga doyði, meðan hann helt talu fyri kongi, sum var komin á vitjan. Tað var tungt hjá honum at lyfta arvin eftir Lützen, og samskiftið millum hann og skúlakommissiónina gjørdist ongantíð so gott sum hjá undanmanninum, hóast hann fekk rós bæði fyri ídni og dugnaskap. Hann royndi so at útvega skúlanum nýtt undirvísing­ artilfar Men hann kundi vera nóg so knortlutur og ólagaligur, so hann fekk ikki sørt av klagum oman yvir seg av ymiskum orsøk­ um, sum við pedagogisk­ um hegni átti at verið sloppið undan. Og visti fólk ikki annað at knarra um, fóru tey at fýlast á, hvussu vánaligur deknur og urguleikari hann var. Hann fór úr starvi í 1903. Hann var kassameistari hjá kommununi nøkur ár, men segði seg úr starvinum í 1885, tá hann eitt skifti var blaðstjóri á Dimma­ lætting. Hans Christian er deyður í Keypmannahavn, og har man hann eisini vera griv­ in. Einki sæst til, at hann er grivin í Havn. Tískil er Elsa komin at liggja saman við mammu síni. Keldur: Jákup Lindenskov, Jens Marius Hentze og Viggo Christiansen. Else Petersen: Gjørdi fotografering til list Vit hava átt nógvar góðar og kendar fotografar tíðliga í undanfarnu øld. Ein av teimum kendu var Else Pommerencke, síðan Petersen. Tað munnu vera fá heim, sum ikki eiga mynd, sum Else hevur tikið. Hon er jarðað í gamla kirkjugarði saman við mammu síni Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ANNIKE ELISABETH DEBES FØDT JOENSDATTER F. 26. FEBRUAR 1820 D. 8. JUNI 1898 ELSE BERGITTE PETERSEN F. DEBESS F. 22. JUNI 1854 12. JANUAR 1927 ER GUD FOR OS HVO KAN DA VÆRE IMOD OS Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá hetlendskum fiskimonnum, sum eru jarðaðir í gamla kirkjugarði Else Petersen var ein framúr fotografur Fremst á myndini t.h. eru húsini hjá Else Petersen. Húsini gjørdust seinni Hjalmar Jacobsens bókhandil Elsa stuðaði eisini ellisheiminum, sum kom eftir at hon var deyð Seinni maður Elsu, Hans Christian Petersen