hósdagur 27. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2009
15
Í dag kemur ein øðrvísi
countryfløga á føroyska
marknaðin. Talan er
um útiseta¬bólkin The
Reverends, sum letur fyrstu
fløgu sína, “When You’re
Done”, úr hondum.
Bólkurin hevur við hesi
útgávu gjørt eina serstaka
fløgu, við sínum egna
ljóði og stíli, sum limirnir
sjálvir rópa norðurlendskt
americana.
Fløgan, sum er ein
samansjóðan av country,
bluegrass, suðurstatsrokki
og hvat teir nú annars
hava funnið uppá, er
ljóðblandað av umbidna
produsaranum Morten Bue.
Sum gestatónleikara hava
teir fingið ein av heimsins
bestu steelguitaristum, Nils
Tuxen, afturat sær.
Tey 10 løgini á fløguni
kunnu best lýsast sum ein
tónlistarlig ferð gjøgnum
lívið, hjá tí einstaka
menniskjanum, har pallurin
er tann amerikanski
landavegurin.
Limirnir í The Reverends
eru allir føroyingar og
búgva ávíkavist í Svøríki og
Danmark. Teir hava ymiskar
tónlistaligar bakgrundir og
hava millum annað spælt í
bólkum so sum Mold, MC
Hár, Páll Finnur Páll, Mikkel
Thomas Band og ikki minst
Føroya Symfoniorkestri.
Hetta blandið er allarhelst
orsøkin til at tónleikurin hjá
bólkinum hevur sín heilt
egna dám.
Bólkurin hevur í seinastuni
spælt á ymsum festivalum,
bæði innan- og uttanlanda,
og er í løtuni í ferð við at
leggja eina konsertrøð til
rættis.
Nú ber til at hoyra
lagið “You Gotta Go” á
heimasíðuni og Myspace-
síðuni hjá bólkinum.
Limirnir í The Reverends eru:
Niclas Thorsteinsson - Sang.
Janus Kampmann - Gittar.
Jens Virgar Jakobsen - Gittar.
Kristin Nolsøe Bech - Bass.
The Reverends við síni fyrstu fløgu
Útselt er til stóru Nashville-
konsertina á Hálsi
leygarkvøldið, og tí hava
fyriskipararnir gjørt av at
skipa fyri eini eykakonsert.
Eykakonsertin verður í
ítróttarhøllini á Hálsi kl.
18.00 leygarkvøldið, og
útselda konsertin, sum
upprunaliga skuldi byrjað kl.
20.00, er flutt til kl. 21.00.
Atgongumerki til
eykakonsertina fáast á
Statoil-støðunum kring
landið, í Expert í SMS og í
Soundcheck í Miðlon.
- Vit fegnast nógv um
stóru undirtøkuna fyri
Nashville-tiltakinum, sigur
Petur Háberg Jacobsen,
fyriskipari frá American
Euro Link (AEL).
Leygarkvøldið á midnátt
verður skipað fyri country-
dansi í ítróttarhøllini á Hálsi,
har Hallur Joensen, Ólavur
Højgaard og Kim Hansen
fara at spæla við føroyskum
bólki.
“Meltingarvegur”
komin á gøtuna
Nú er onnur fløgan
eftir Garasjuguð,
Meltingarvegurin, útkomin.
Á Meltingarvegnum
er tónleikur settur til 18
yrkingar úr 8 ymiskum
yrkingasøvnum hjá Tóroddi
Poulsen sum eisini hevur
staðið fyri løgunum.
Eins og á fyrru fløgunum,
sum eitur ”Rock Against
Færøkitsch” og varð útgivin
á vári í 2008, er talan um
nakað av psykedeliskum
kirkjupunki og óvaskaðum
bluesrocki, men eisini
meiri stillar framførslur við
klaverpoetiskum undirspæli.
Meltingarvegurin
er innspældur í
upptøkuhølunum hjá Kaj
Klein og hann hevur eisini
staðið fyri upptøkuni,
ljóðblandi og spælir
millum annað ukulele og
synthesizer. Garasjuguð
sjálvur spælir guitar,
sálmareiðhjól, klaver og
eigur sjálvandi røddina.
Navnframi Palle Hjorth,
sum vit kenna úr Savage
Rose og bólkinum hjá Peter
Sommer spælir hammond,
klaver og harmoniku og eitt
sindur av synthesizer eisini.
Joachim Ussing spælir bass
eins og hann hevur gjørt
tað fyri Lone Kellerman,
Jomfru Ane Band og Niels
Skousen.Trummuspælarin
eitur Peter Dombernowski
og hann spælir annars við
heimskenda Howe Gelb í
bólki hansara Giant Sand.
Og Elin J. Smith syngur kór.
Plátufelagið Tutl
er útgevari av
Meltingarvegnum.
Muslimar
onga
atgongd
Í einari konsert hjá Black
Eyed Peas í Malaisia
vóru muslimar noktaðir
at gongd.
-Muslimar mugu ikki
lut taka. Ikki-muslimar
kun nu fara avstað og
hava tað stuttligt.
Soleiðis ljóða boð ini
frá Malaisiska menta-
málaráðnum um eina
Black Eyed Peas kon-
sert, sum verður hild in
í samband við há tíðar-
haldinum av øl- gig ant u n-
um Guinnes á teirra 250
ára degi tann 25. Sep tem-
ber.
Sharialógin forðar
musli m um at luttaka, tí
ein rúsdrekka framleiðari
stend ur handan kon sert-
ina. Og tá ið meira enn
helmingurin av íbúgv-
ar unum í Malaisia eru
muslimar, hevur stjórn in
valt at greiða al menn ing-
inum frá, at muslimar í
landi num skulu halda seg
burt ur frá konsertini.
Fyri stuttum var ein
kvin na dømd pískasløg,
tí hon hevði drukkið øl
alment í landinum, har
Sharialógin hevur stór-
an týdning. Tað vil tískil
fáa stórar avleiðingar,
um hendan lógin verð ur
brotin. Tó hava fyri reik-
arar handan konsertina
ikki hóming av, hvussu
tey kunnu halda skil á
hes um.
Black Eyed Peas fram-
førdu til eina útselda
kon sert í 2007, har
bæði muslimar og ikki-
muslimar høvdu møgu-
leik an at luttaka.
Áðrenn Black Eyed Peas
fram førdu í landinum,
hevði stjórnin víst sína
ónøgd við, at tónleikarar,
ið sambært muslimunum
í landinum, ikki vóru rætt
ílatn ir, hava framført í
landinum. Sostatt hava
Avril Lavigne og Gwen
Stefani sambært muslim-
unum víst ov nógva húð
und ir teirra framførslum
í høvuðsstaðnum Kuala
Lump ur.
Eykakonsert við
Nashville-tónleikarum