hósdagur 27. august 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 162 - 27. august 2009
Í dag, 27. august 2009, fer tjóð
veldismaðurin og Løgtingsfor
maðurin, Hergeir Nielsen, um tey
seksti árini.
Allar orsøkir eru at heilsa Her
geiri og familju á hesum degi, og
at leggja sær í geyma tær stóru
dygdir og tey miklu avrik, sum
hann longu hevur kjølfest og
framt í føroyskum politikki, fólka
ræði og í samfelagsmenningini.
Sjálvur minnist eg, 12 ára gam
alur, tá Hergeir trein inn á lands
politiska
pallin
sum
lands
stýrismaður í 1978. Var júst farin
at fylgja við í politikki, og her
merktist á prátinum millum tey
vaksnu og í bløðum og útvarpi, at
nakað nýtt hendi. Tjóðveldið
hevði sett tveir blaðungar lands
stýrismenn, Hergeir Nielsen og
Heðin M. Klein. Báðir sunnanífrá,
úr ávikavist Suðuroy og Sandoy.
Nútímans og vællærdir menta
menn við góðum pennum, víðum
útsýni og greiðum hugsjónum.
Hetta kveikti áhuga fyri politikki
hjá mongum.
Síðani er mangt brotið upp úr
nýggjum. Seinastu 31 árini hevur
Hergeir sum aktivur politikari
tænt tjóðveldishugsjónini, landin
um og ikki minst Suðuroynni í
nærum øllum álitissessum og
størvum í politisku skipanini.
Hann hevur verið løgtingsmaður í
samgongu og í andstøðu. Hann
hevur verið nevndarformaður í
fleiri løgtingsnevndum og hjá
Løgtingsgrannskoðarunum
og
havt sæti í formansskapi tingsins
mong ár. Verið blaðstjóri á Fjúrt
anda september. Kommunuskriv
ari í Sumbiar Kommunu. Virkin í
Suðuroyar
Tjóðveldisfelag,
umframt øðrum feløgum og
mentanarátøkum í Suðuroy og í
skipanini hjá Tjóðveldi, sam
stundis sum hann hevur starvast
sum lærari og skúlastjóri á Leiti
og eitt skifti sum lærari í Vági.
Og hann røkir nú á øðrum sinni
hægsta politiska starv í Føroyum
sum løgtingsformaður.
Hetta fegnast vit almikið um.
Tjóðveldi merkir fólkaræði, og
Hergeir hevur fólkaræði sum sína
fremstu hugsjón. Við hansara
royndum og dygdum er hann sjálv
skrivaður at standa á odda fyri
okkara aldargamla tingi og virka
fyri, at tingið skjótt tekur sær
rættin at fremja veruligt fólkaræði
í Føroyum og tekur allar avgerðir
og ábyrgd til Føroya fólk og tey
umboð, vit velja.
Hergeir hevur roynt politikkin, tá
rekur við og tá rekur ímóti. Hann
tók ábyrgd tey truplu árini, tá sam
felagið rapaði. Hann hevur roynt
at missa tingsessin, men kom
sterkur afturíaftur. Og hann er
trúgvur sum trøllið mótvegis tjóð
veldishugsjónini og síni sann
føring, uttan mun til, hvussu hart
leikar á í samfelagnum, í sam
gongum, á tingi og innanfloks.
Hesir eginleikar kunnu ikki
yvirmetast. Vit, sum komu nýggj
inn í flokkin og inn á ting í 1998,
hava sera nógv at takka Hergeiri
fyri. Hann hevur verið røddin og
hondin, sum hevur stuðlað nýggju
ættarliðunum í flokkinum. Sum
hevur sagt sínar hugsanir á røttum
stað – ikki minst, tá hann hevur
verið sera ósamdur – og hann
velur at savna og stuðla tí, sum
tænir hugsjónini og politisku mál
unum. Tú hevur ongantíð sæð
Hergeir í sjálvdrátti í fjølmiðlunum
móti flokkinum, ella sæð hann
leitað í tann so nógv misnýtta
pínslaváttarleiklutin,
tá
sessir
skulu býtast í flokkinum, og tey
nýggju fólkini kanska eru dekan
ov braneggjað. Hergeir er ein
hollur
frælsisstríðsmaður
og
hevur málið klárt fyri eygað, uttan
mun til hvussu nógv rok er um
samgongur, flokk og trupul rumb
ulsmál. Og sanniliga hevur brúk
verið fyri tí, seinnu árini, vera vit
at viðganga.
Sum løgtingsmaður og politikari,
er
Hergeir
Nielsen
burturúr
arbeiðssamur og nærlagdur. Øll
mál verða kannað og lýst nágreini
liga. Allir upplýsingar funnir
fram, og síðani verður málið mett
hugsjónarliga,
prinsippielt
og
ítøkiliga.
Lesið
tildømis
tey
álitini, ið Hergeir Nielsen hevur
skrivað til tey óteljandi tingmál,
hann hevur viðgjørt og havt um
hendi, og lesið røðurnar, hann
heldur á tingi. Tað eru fá, ið kunnu
vísa á slíkt arbeiði. Tíverri verður
hetta lítið virðismett í føroyskum
politikki og í fjølmiðlaviðgerðini,
har tað tykist vera øvut: Tað, sum
er minst viðgjørt og upplýst, og
fólk sum sjáldan skriva ein stav,
kanna eitt mál ella hava greiðar
hugsjónir og prinsipp, fáa nógv
størri rúmd og seta sínar veður
hanadagsskráir.
Hugsjónarmaðurin
Hergeir
hevur verið noyddur at barst við
allar teir fordómar, spjaldrasetingar
og aggkendu stríðsmál, sum fræls
isstríðið í Føroyum hevur verið so
merkt av. Um at tjóðveldisfólk
skulu
hata
Danmark,
vilja
avbyrgja Føroyar ella fara aftur í
skjútstíðina ella hvat nú verður
sagt av ósonnum og – sum Hergeir
vildi sagt – “fordummandi” uppá
haldum.
åMen hann hevur støðugt hildið
á við at mótprógva alt hetta og føra
fram ta fólkaræðisligu og sosialu
hugsjónina um, at Føroyar skulu
skipast sum eitt veruligt fólkaræði,
har avgerðirnar og framtíðin liggja
á okkum. At vit skulu sjálvi gjalda
til og skipa okkum sum eitt
nútímans, samhaldsfast samfelag,
har ongin stætt hevur framíhjárætt
til vald landsins og ognir og har
allir borgarar og partar av landinum
hava javnbjóðis menningarmøgu
leikar – og ikki minst, at vit skulu
vera javnbjóðis partur av alheims
samfelagnum, har føroysk tjóðin
og mentanin skulu vera í beinleiðis
sambandi við allan heim og harvið
menna seg í nútímans sam
felagnum.
Hergeir kann í dag rokna seg til
eldra ættarliðið av politikarum.
Men hann situr ikki upp afturá og
gremur seg um heimins gongd og
broytingar. Fáur er so skjótur at
taka við nýggjari tøkni og sam
skiftishættum, sum hann. Hann
mundi vera millum tey fyrstu at
fáa sær heimasíðu á alnótini. Hann
er eitt sindur av einum “teldu
freak”
og
nýggj
tøkni
og
møguleikar við myndatólum, ljóði,
fartelefoni, sleppur ikki framvið
Hergeiri. Og hann bíleggur bøkur,
tíðarrit og sjónvarpsrásir, til tess at
fylgja væl við í øllum rákum og
gongdum í heiminum – samstundis
sum hann gongur og ambætar
seyðinum, suðuri í Vági.
Júst altjóða politikkur hevur
verið og er eitt av fremstu politisku
málunum hjá Hergeiri. Hann
hevur stríðst fyri altjóða manna
rættindum. Ímóti hernaðardubb
ing, Irakkríggi og niðurpíningini
av triðja heiminum. Fyri føroysk
um limaskapi í altjóða felagsskap
um, betri handils og fiski
veiðiavtalum og øktum samstarvi
við okkara grannlond í Norður
atlantshavi. Og ímóti, at Føroya
verða nýttar sum ein finna í einum
hernaðarligum og stórpolitiskum
talvi, men at vit ístaðin sjálvi taka
ræði á og gera allar avtalur um
okkara loftrúm, havøki altjóða
bindingar.
Vit eru von at prika Hergeir við,
at eins altjóða hugaður hann er og
fylgir við í øllum uttanríkispolit
iskum viðurskiftum, eins lokalur er
hann, tá ræður um viðurskiftini og
lívsumstøðurnar í Suðuroy. Ættaður
av Økrum og úr Sandvík (og upp
kallaður eftir einum frísa í Akra
byrgi), spennir upphavið um alla
Suðuroynna. Orðalagið og málisk
urnar hjá Hergeiri, søkja sær í stór
an mun føði úr tí stóra kvæða
skattinum hjá sunnanfólki og ikki
minst sumbingum – og tiltøkini eru
eisini ramlig og beinleiðis Suðuroy
armál. Og tað mentanarliga og
søguliga kjølfestið, ger Suðuroynna
til heimsins nalva hjá Hergeiri.
Ein dagin á tingi brúkti Hergeir
stóra orku at viðgera Irakkríggið
og stórvaldapolitikkin í heiminum,
og næstu løtuna var hann eins upp
royttur og tosaði eins eldhugaður
fyri bakkaverjuni í Sumba. Og á
einum fundi í Tjóðveldi, áðrenn
fullveldissamgongan setti ferð á
útbyggingarnar í Suðuroy, grund
gav Hergeir fyri íløgum í sam
ferðslukervið í Suðuroy á henda
hátt: “Meðan tygor plaffa hvørt
fjall og hvønn tanga ígjøgnum
norðanfyri við nýggjum tunlum
og vegum, so koyra okur har suð
uri í hestavogni á gomlum
veltingarvegum!”
Og Hergeir hevur sanniliga barst
fyri og grundgivið fyri, at Suður
oyggin, ið varð afturúrsigld á sam
ferðslu og skúlaøkinum síðani
60’ini, skuldi nútímansgerast og
fáa grundarlag fyri nýggjum fram
burði. Saman við fullveldissam
gonguni og øðrum góðum fólki í
andstøðu og kring landið, gekk
Hergeir á odda fyri og fekk framt
frá 1998 til 2004: Nýggja Smyril,
djúphavn í Vági, ferjulegu á
Krambatanga,
Almanna
og
heilsuskúla á Tvøroyri, Øravíkar
Hov bergholið (har Hergeir var
oddamaður fyri at fáa linjuføring
ina úr fjøllunum og niður í hædd
ina), bakkaverjuna í Sumba og
ikki minst Miðnámsskúladepilin í
Vági, sum varð samtyktur og byrj
aður. Alt varð goldið kontant, og
Suðuroyggin man ongantíð hava
upplivað slíkt framtíðarlop við
íløgum, sum hesi árini. Tá var alt
hetta partur av eini 10ára íløgu
ætlan hjá landinum, sum gjørdi,
at skil var á bæði pengum og rað
festingum, og varð ætlanin hildin
árini eftir, hevði alt landið fingið
sínar útbyggingar eftir fastari
ætlan.
Partur Hergeirs fer ikki at liggja
eftir, tá aftur verður fingið skil á
politisku framtíðina í landinum.
Og vit ivast ikki í, at Hergeir fer
at halda á, sum bæði altjóða polit
ikari, lokalpolitikari og lands
politikari, tá Føroyar eru skipaðar
frælsar við óskerdum fólkaræði,
sosialt rættvísari og við eini liv
andi mentan, ið knýtir bond mill
um mentanararvin og søguligu
virðini líka úr Suðuroynni til New
York.
Við nøkrum reglum hjá abba,
vil eg vegna Tjóðveldi og øll fræls
isfólk ynskja Hergeiri Nielsen og
familjuni hjartaliga tillukku, við
vón um mong ár í samstarvi fram
eftir.
“Her løgdu frægir inn av nýggjum,
teir gjørdu garðar, reistu búgv,
hjá teim sum upp úr nýggjum brutu,
tað stóð um tolni, stóð um trúgv.”
Høgni Hoydal
Hugsjónarmaðurin Hergeir seksti