Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2009 13 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jona Jacobsen, fødd Danielsen, ættað úr Lon í Nólsoy, búsitandi í Sandavági, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 25. august, 83 ára gomul. Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin klokkan 16. Fríðun Blegvad í Lime, fødd Fríðun Winther Olsen í Vestmanna, andaðist týsdagin, 57 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Lime kirkju mikudagin 2. september klokkan 11. Gunnar Joensen á Kelduni í Sørvági and­ aðist í heiminum mána­ dagin 57 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Dagurin 27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Vit høvdu í vár eina grein um Tinu Thostrup, ommu­ dóttir Brynhild og Jógvan Rasmussen í Havn. Tina hevur danskan pápa og býr í Danmark. Tað ser­ liga við Tinu er, at hon er í danska herinum, og sum slík hevur hon eisini verið í Afganistan, har hon hevur virkað sum samskiftisfólk. Skipanin er tann, at hon er ávísa tíð í Afganistan, og so er hon eina tíð í Danmark. Hetta merkir, at Tina skal aftur til Afganistan í kom­ andi ár. Men so var tað eisini tað, at Tina greiddi frá, at hon hevði ein amerikanskan drong, Dave, sum hon hevur hitt í Afganistan. Hann er ættaður úr statinum Wash­ ington á vestursíðuni av USA norður ímóti Canada­ markinum. Men hann hevur støð í San Diego sunnast í Californina. Teirra samlív er tó ikki so lætt sum hjá teimum flestu øðrum. Hansara arbeiðs­ treytir eru eisini at verða sendur til ymiskar uppgávur ymsa staðni á knøttinum. Hann er limur í einum US Marine Corps, sum er ein sereind til serstakar upp­ gávur hjá herinum. Tá vit hittu Tinu í vár var hann umborð á einum amer­ ikanskum flogbera uttanfyri Somalia. Hetta er ikki hiss­ ini skip. Manningin er 1.200, og teir kunnu hava 40 flogfør umborð. Teir vóru tá staddir í økinum við Somalia at ansa eftir sjóræn­ arum, sum gera so nógv um seg á hesum øki. Tá lovaði Tina at koma aftur til Føroya at vísa ommuni og abban drongin. Tað hevur hon eisini verið, men ferðin gjørdist brúðar­ reisa. Tey giftust nevniliga tann 14. august í Danmark, og dagin eftir gekk leiðin til Føroyar heim í Konrads­ brekku til ommuna, abban og mammubeiggjan Olfert. Tey bæði siga, at betri brúðarreisu kundu tey ikki fáa. Tey vóru móttikin við opnum ørmum. Ikki minst fullu Dave og Brynhild fyri hvørjum øðr­ um. Hetta var fyrstu ferð Dave var í Føroyum, so tað var við eitt sindur av spenn­ andi, at hann skuldi hitta føroysku familjuna hjá Tinu. Men her var eingin trupulleiki. Dave helt, at Brynhild var besti kokkur sum kundi vera, og Brynhild tekur til, hvussu fittur Dave er. Vit fingu eisini høvi til at hitta Tinu og Dave og kunnu bert vátta ta fatan, sum Brynhild hevur av honum. Dave greiðir frá, at hann var við í hendingini, tá ið tá eitt danskt farmaskip var tikið av sjórænarum við Somalia í apríl. Hetta var sera dramatiskt. Skiparin varð hildin gíðsul umborð á bátinum hjá piratunum. Eina ferð royndi hann at flýggja, men varð tikin aft­ ur. Tað eydnaðist tó amerik­ anarun, at beina fyri trimum av piratunum, men ein fjórði varð tikin til fanga og er nú fyri rættin í USA. Tað hevur verið frammi í fjøl­ miðlunum, at hesin sjóræn­ arin bert var 16 ár og var lokkaður av hinum. Men komið er fram, at hann er uppi í tjúgunum og var veru­ liga oddamaðurin hjá hes­ um liði av piratum. Hann sleppur vist at vera í USA eina rúma tíð! Annars sigur Dave eisini, at fleiri av hesum sjóræn­ arum eru somalar, sum búgva í marglæti í vestur­ heiminum. Tá teimum tørva pening fara teir heim til Somalia aftur, kapra eitt skip, fáa loysigjald og so avstað aftur fíggjarliga tryggjaðir. Dave og Tina fóru avstað aftur sunnudagin. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við hjúnarbandinum! ó. Tina og Dave: Brúðarferðin var heim til ommuna í Havn Ein errin omma saman við brúðarparinum Brúðarmyndin hjá Dave og Tinu Í sambandi við yvirtøkuna av skúlafyrisitingini var tann 21. august 1979 sam­ koma á skrivstovuni hjá Landsskúlafyrisitingini. Danski kenslumálaráðharr­ in Dorthe Bennedsen var eisini til staðar undir hátíðarhaldinum. Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1979 Fyri 30 árum síðan: Yvirtøka av skúlafyrisitingini Danski kenslumálaráðharrin Dorthe Bennedsen og Dánjal Pauli Danielsen landsstýrismaður