hósdagur 27. august 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 162 - 27. august 2009
Ein sáttlig heilsa til vinir
málsins – bæði teir lokalu
og teir globalu.
Ein útlendsk kona, gift
við føroyingi í 1960, legði
til merkis hetta: at eftir
vanligt prát í 5 minuttir so
fóru føroyingar beint yvir í
at trætast um, hvat ið eitt
orðafelli ella orð merkti:
»á røttum føroyskum«.
Henni kendist hetta jabbið
bæði løgið og láturligt.
Tí ella tó er hesin
spurningur enn - eina hálva
øld seinni - nærverandi:
»Nær verður mál okkara
vaksið, sum onnur mál?«
Tí hóast tú vituliga
rættleiðir tíni børn við
umsorgan, so júkar tú ikki
í tíð og ótíð - bæði líkt og
ólíkt - niður á vaksin fólk.
Rákini bæði
Fyri okkum vanligu, sum
hava lært málið frá okkara
fedrum, er talan um tvey
málslig rák.
Annað rákið er heldur
lokalt bundið, og eru vinir
tess næstan erkvisliga
bangnir fyri, at heimligi
grundvøllur málsins ridlar,
um fremmand orð og
bókstavir sleppa inn um
grindina. Tó nakrir stavir
eru, sum vit tola í tøgn, so
sum C’ið í Christian
Matras, men sum als ikki
eigur heimarætt her á
landi. Sovorðin sárur ótti
er eisini at finna í kvæði
Bjarka:
»Grindin vítt gapar
og teir gævu víkja,
øksir ørt gnaga
í manna skalla.«
Hitt rákið er kanska meiri í
samsvari við tann tolna
globala tankan, at orð
kunnu koma og fara, sum
partar av málsins streymi -
við afturundirgerðum,
íðum og turbulensi. Men
sita innkomnu orðini ikki
nóg væl í hópinum, ja, so
fána tey burtur aftur.
Meðan onnur orð gerast
partur av málinum og ríka
okkara orðameingi, sum
eitt nú í skipsmáli: haldekk
(hálvdekk), skandekk,
skeilett (skyleight), lensi-
portur o.s.fr. Ein feril av
hesum opna rákinum finst
eisini í somu fornu
skaldaorðunum:
»Bíða, meðan Bjarki
brynju spennir,
annað hann ætlar
enn inni at brenna.«
Málið
Embætisstættin er fortørn-
að. Tað var væntandi. Hesi
eiga jú málið. Munnu tey
halda. Ja, okkum øll. So
hevur verið í Føroyum -
allar dagar.
Og hesi eiga tí eisini
málið, hetta upphavsins
amboð í samskifti millum
mannabørn jarðarinnar,
sum er fólksins gyllini
brúgv um hugans og heil-
ans djúpastu gjáir. Okkara
mál – runnið úr indoeurop-
eiskum buli, eins og úr
Eddu og Bjarkamáli. Og
skal so henda floymandi
fossamegi bara bindast í
rørleiðingar av nøkrum
fáum mekanikarum? Sum
kanska enn ikki hava
hómað hesa opinbering:
»Naar Verset ryster sin
Løvemanke!«
Ja, nær verður málið
vaksið?
Bleiv spurt í áðni. Og hvar
eru í dag teir og tær, sum
fyrr skaptu søgu og orð.
Sum fyri góðari øld síðani
løgdu ein leist, sum form-
aði málbrúkið til tað, sum
tað - á leið - er í dag.
Eingi nøvn verða nevnd
her ( tí – av royndum - so
verður av hesum bara kjak
um hvør, ið nú er mann
vera tann besti), men vil eg
heldur spyrja hetta: “Hvar
eru natúrtalentini, sum
fingu málklangin at ekkóa
(tað kennist heldur meiri
enn bara at: afturljóða) í
okkara barnasál?
Jú, gaman í, nøkur av
skaldum okkara rúmka enn
um málið. Og takk fyri tað
tit, at kertan ikki heilt er
slóknað. Nú ið ein øld er
farin, síðani meginskaldið
kvað:
»Fram mót landi hvítra
fanna
skúma drekar
óðalsmanna!«
Hetta hvesta óðalsmanna-
málið. Og enn eru fólk á
fótum, sum veruliga duga
væl at skriva og yrkja. Sum
duga at hoyra, ikki bara at
spæla eftir hissini nótum,
men sum kenna allar hesar
mongu millumtónar og
harmoniir.
Her bara eitt hissini
dømi úr byrjanini av
“Feðgum á ferð”: “Tað
liggur ein grind á Sørvágs-
firði”. So einfalt, so gott –
og tú ert har! Bókin er
annars hendinga væl skriv-
að (mann hon, forrestin,
ikki vera forboðin í
landsútvarpi landsins?).
Men, maktin, mín vinur
Onkur segði einaferð: tað
finnast bara tvey sløg av
politikarum: “Teir, sum
vilja loysa nøkur mál, og
teir, sum vilja liva av
málunum.” Teir fyrru
nevndu tora at gera nakað
skilagott, og sum møguliga
kemur at kosta nakað,
meðan teir seinnu bara
vilja behalda maktina.
Og hvør situr á maktini
yvir málinum í dag? Er tað
nøkur fá embætisfólk, sum
fyri góða løn – formliga
ella óformliga – sita við
valdinum, og sum siga
hvussu málið – okkara alra
– skal skiljast og skrivast.
Og sum við fútalótum
reiggja koyrilin yvir
okkum og okkara børn.
Og verða allar málrøktar-
nevndir landsins bara stýrd-
ar av sama málrøktarbólki?
Sum vilja leggja í rør,
undir heilt, ella enn betur:
lata málið í burka – av
onkrum hissini hugi til
makt ella sum sjálvvaldir
láturverjar fyri blygd
málsins?
Um so er, so eiga okkara
valdu politikarar vituliga at
kannað, um nakað er um
hetta. Ja, hvør annar? Tí
tað vanliga fólkið hevur als
einki at siga – tey verða
roknað sum ómælandi.
Og loksins hetta bosið
og tosið um, at okkara
aldagamla mál verður
kollrent, um nakrir bók-
stavir – og sum vit brúka
dag og dagliga – fáa
innivist aftast í alfabeti
landsins. Nei, tá treingja
vit til eitt annað lag:
»Mæl stormur við megi
og málmklong
man fram eina menskari
sjón -!«
Bjarkamál ella burkamál?
Arnstein
niclAsen
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Tekna teg sum haldara nú
495,- um ársfjórðingin
Sparið 560,- í mun til leysasølu!
...vit eru allastaðni
Boks 76 · FO-110 Tórshavn
Send lepan til:
aðni
n
rindar
stgjaldið
64
Tórshavn
...tí snið hevur týdning
búmerki | lýsingar | faldarar | plakatir | visitkort | myndatøka | fl øguhúsar | bannarar | skelti | brævpappír | heildarloysnir
hevur drúgvar royndir innan
marknaðarføring og sniðgeving og hevur loyst
nógvar fjølbroyttar uppgávur fyri virki og stovnar.
akatir | visitkort | myndatøka | fl øguhúsar |
itkort | my
myndatøka | fl øguh
fløguhúsar |
ak
akatir | vis
Bryggjubakki 14 FO-100 Tórshavn Tel. 21 19 96 info@grafi kmaster.fo www.grafi kmaster.fo