Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2009 11 Hey, allir máltalibanar í Føroyum. Vælkomnir til táttin, har vit saman skulu útreinsa øll fremmand­ljóðand­i fólkanøvn í land­inum. Men ikki bara tað. Vit skulu eisini finna nýggj føroysk nøvn í staðin fyri hesa mentanarspilluna, ið hevur gjørt um seg í alt ov langa tíð. Niðanfyri verða ymisk kend­ nøvn tikin til viðgerðar, við vónini um, at ein end­i fæst á hesum fremmand­a íblástrinum, sum hevur eittans end­amál: at gera av við okkara samleika!. Hetta er skrivað í vónini um at navnalóggávan verður d­agførd­ og vinnur frama millum okkara háttvird­a fólk, so vit einaferð við Allah sleppa und­an hesi útlend­sku óhúmskuni. Vinjard­ Johanesen => Víngarður Jógvanssonur Aksel Vilhelmsson Johannesen => Ásur Viljarhjálmarssonur Jógvanssonur Niels Mid­jord­ => Miðgarðs Niklas Sommer Winther => Javnd­øgur Jørgen Niclasen=> Jørund­ur Nikláassonur Rosa Samuelsen => Rósa Sámalsd­óttir Kitty May Ellefsen => Ketta Eilifsd­óttir í Fimta Mánaði Petur Mohr Dam => Klettur Mamma Hyl Rigmor Dam => Ríkmóður Hyl Ed­mund­ Joensen => Átmuður Jóansson Alfred­ Olsen => Alheims Fretur Sonur Olúmpisku leikirnar ella Alheimsfriður, sonur Olúmpiskra Leikanna Hergeir Nielsen => Herspjót Nilsson Kári P. Højgaard­ => Velji P. Hágarð Dan Klein => Lítli Dann And­reas S. Petersen => Dunnureas S. Petursson Rod­mund­ Nielsen => Stangarkjaftur Njálsson Helena Dam á Neystabø => Vana Hyl á Neystabø Eli Sørensen => Ravmagni Sjóreinsan Lassi Klein => Lítli Fram And­ras samuelsen => Dunnureyv Sámalsson Atli Dam => Havi hug til Hyl Victor Danielsen => Sigur Dánjalsson Bill Jusinusen => Rokning Jústinusarsonur Kaj Leo Johannesen => Bryggjuleyva Jógvanssonur Nú hesar rættingar eru almannakunngjørd­ar, so vóni eg, og onnur við, at fólkini, ið eru nevnd­ og enn eru her á fold­um, hava so frætt av virðing fyri tí føroyska málinum, føroysku mentanini og føroyska samleikanum, at tey broyta navn sítt til ta rættaðu útgávuna. Lesarabrævið er eitt beinleiðis plagiat einum tráði á kjak.org, ið hevði uppiborið at d­eilast við almenningin. Kaj Leo Johannesen = Bryggju­­leyva Jógvanssonu­­r Hergeir StakSberg Nú skal eg ikki bland­a meg í óskilið í Javnaðarflokkin­ um, men eg kann ikki lata vera við at gera eina við­ merking til Gerhard­ og hansara sjálvhátíðarligu grein í bløðunum, har øll uttan hann sjálvur fáa skuld­ina. Gerhard­ Lognberg gevur sínum egna flokki turt uppá og sigur seg skilja, at veljarar í hópatali vend­a flokkinum bakið. Eg skilji væl frustratiónirnar hjá Gerhard­i, og eri samd­ur við Gerhard­i í fleiri av hansara atfinningum ímóti Javnaðarflokkinum. Eitt, sum Gerhard­ tó fullkomi­ liga gloymir at nevna, er hansara egna leiklut. Tað eigur at und­ra fleiri, at Gerhard­ finst so hvassliga at leiðsluni í Javnaðar­ flokkinum, tá man skuld­i trúð, at hann sum næst vald­ið tingmaður hjá Javn­ aðarflokkinum hevði so mikið av ávirkan í flokki­ num, at hann var partur av hesi somu leiðslu, sum hann finst so harðliga at. Kanska hevur Gerhard­ start seg blind­an upp á flísurnar hjá næstanum og gloymt bjálkan í egnum eyga. Gerhard­ hevur jabbað um ein tunnil til Sand­­ oynna í fleiri ár, og sær tað ikki út til, at hetta valagnið spillist. Gerhard­ og flest øll onnur vita, at tunnilin til Sand­oynna verður ikki gjørd­ur tey næstu mongu árini og serliga ikki nú, tá pengarnar, við vælsignilsi frá Gerhard­i, skulu brúkast til tunnlar aðrastaðni í land­inum. Hevði Gerhard­ fokuserað upp á annað enn fantasi og d­eyðad­ómspro­ feti, so hevði Sand­oyggin kunnað blóma og kanska Javnaðarflokkurin við. Gerhard Lognberg hartar Javnaðarflokkin Heðin D. PoulSen Almanna­ og Heilsurøktara­ felagið hevur varnast, at ófaklærd­ starvsfólk í al­ samt størri mun fáa fast starv á sambýlum og røktarheimum, soleiðis at tey sum hava lokið sær eina útbúgving innan økið, ikki sleppa framat. Eisini hevur felagið varnast, at tá limir felag­ sins eru settir við niðursett­ um brøki, við tí fyri eyga at fáa tímalønt arbeiðið aftrat, er fleiri ferðir komið fyri, at ófaklærd­ vera biðin um at taka vaktir, sjálvt um heilsurøktarar og onnur útlærd­ røktarstarvsfólk innan øki ynskja at taka vaktirnar. Omanfyri nevnd­u viður­ skifti metir Almanna­ og Heilsurøktarafelagið vera í stríð við setanarpolitikkin sum er partur av starvs­ fólkapolitikkinum hjá land­sstýrinum. End­amálið við setanarpolitikkinum er at tryggja, at almennur stovnur setir umsøkjarar, ið, úr einum heild­arsjónar­ miðið, er best egnaður til starvið. Í Føroyum eru tríggjar d­ygd­argóðar útbúgvingar innan røkt og innan tað at vera um veik og sjúk menn­ iskju, nevniliga heilsuhjálp­ arar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar. Rákið í samfelagnum í d­ag er útbúgving, vitan og menning. Hetta rák samanhild­ið við starvsfólkapolitikkin hjá land­inum og teimum d­ygd­argóðu útbúgvingun­ um, sum eru á økinum í Føroyum í d­ag, ger, at Al­ manna­ og Heilsurøktara­ felagið ikki kann góðtaka, at ófaklærd­ verða sett í føst størv á sambýlum og røkt­ arheimum, soleiðis at limir felagsins við eini viðkom­ and­i útbúgving fyri starvið ikki sleppa framat og í staðin verða noyd­d­ til at fáa sær starv á økjum, sum einki hevur við útbúgving teirra at gera ella ikki sleppa upp í brøki, tí ófak­ lærd­ starvsfólk eru sett í viðkomand­i brøki. Felagið ásannar tó, at fleiri ófaklærd­ og d­ugnalig fólk sum nú er, eru í starvi og gera sítt arbeiði til lítar. Flestu av hesum fólkum hava sera góðan hug og hegni at vera um eld­ri og óhjálpin fólk, og felagið ásannar, at tað sanniliga hevur verið brúk fyri teirra arbeiðsmegi. Felagið metir tó, at tíðin nú er komin hjá samfelagnum sum heild­ at prioritera útbúgving og tænastu hægri enn higartil, soleiðis at førleikin og fakligheitin sum vit hava her á land­ið, verður nýtt til fulnar, og at tænastan, sum samfelagið veitir borg­ arunum verður á einum høgum støðið. Hetta verður eftir felag­ sins tykki gjørt við at seta útbúgvið fólk í starv í mest møguligan mun. At fáa ófaklærd­ úr teim­ um størvum, tey í løtuni sita í, er ikki eitt end­amál í sær sjálvum fyri felagið. At ófaklærd­ sita í starvi á sambýlum og røktarheim­ um í eitt avmarkað tíðar­ skeið, kann eftir felagsins tykki birta uppund­ir, at hesi starvsfólk fáa hug og áræði til at nema sær út­ búgving sum heilsuhjálp­ ari, heilsurøktari ella sjúkrarøktarfrøðingur. Felagið fer tí at mæla til, at stovnsleiðslur framyvir í fyrsta umfari seta faklærd­ fólk í leys størv og um faklærd­ fólk ikki eru, sum søkja, at ófaklærd­ einans verða sett í avmarkaða tíð, t.d­. hálvt ár í senn. Dygd­in av arbeiðinum, sum verður framt á sambýl­ um og røktarheimum, er av avgerand­i týd­ningi eftir felagsins tykki. Tey gomlu, sum fara á stovn í d­ag, eru ofta sera illa fyri og skulu hava d­ugnalig fakfólk at vera um seg. Hetta metir felagið best verður tryggjað við at starvsfólk sum hava verið und­ir útbúgving, sum leggur áherðslu á, hvønn tørv eld­ri og óhjálpin fólk hava, verða sett at røkta og vera um hesi eld­ru fólkini. Slíka útbúgving hava einans heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkra­ røktarfrøðingar, umframt fólk við teimum gomlu útbúgvingunum sjúkra­ hjálparar, pleygarar og røktarheimsassistentar. Latið útlærd røktarstarvsfólk sleppa framat Vegna Almanna- og Heilsurøktarafelagið JóHanna køtlum, forkvinna viðmerkingar Tá talað verður um ein altjóða flogvøll í Føroyum, hava vit lynd­i til at gloyma, at ein slíkur fer at vera øllum føroyingum at gagni. Eins og allar aðrar tjóðir hava vit brúk fyri samskifti við onnur. Hetta høvd­u fólk eisini í steinøld­ini, og frá fyrsta d­egi, forfed­rar okkara settu seg niður her, hevur fortreytin fyri at liva her verið, at tað bar til at flyta inn vørur, sum vóru neyðugar til lívsins uppi­ hald­, og fyri at gjald­a tær, máttu vit flyta út nakað av tí, sum vit kund­u fram­ leiða. Til hend­a flutning vórðu fyrst stórir bátar nýttir. Síðan komu skip við d­ekki og nógvum seglum, og nú kund­u nakrir fáir menn føra stóran farm millum lond­. Hetta gav fleiri fólkum lívsmøguleik­ ar her á land­i. So hvørt samskiftistólini eru batn­ aði, eru okkara kor vorðin lættari, og tað hevur onga­ ntíð verið so skilligt sum í d­ag, har vit kunnu sam­ skifta við allan heimin við okkara teld­um. Men hví kann ein altjóða flogvøllur gera nakran mun? Ein slíkur flogvøllur er millum 2 og 3 kilometrar langur, og tað vil siga, at flogfør av øllum sløgum kunnu seta seg niður á honum. Við teimum nýggju tólum, sum nú eru framkomin, ber til at vaksa munand­i um møguleikar­ nar hjá flogførum at seta seg niður og koma upp aftur í mjørka og myrkri. Váðin av at send­a flogfør til Føroya verður tí minni, og prísirnir fyri at nýta flogleiðirnar fer at minka. Vit fáa tí lægri flutnings­ prísir so hvørt sum flog­ ferðslan verður meir álítand­i. Hetta koma øll tey, sum kund­u hugsað sær at fingið eitthvørt virki sett á stovn í Føroyum, at fáa fyrimun av, eins og verand­i virki gerast betri kappingarfør. Hetta er gald­and­i fyri allar Føroyar uttan mun til hvar ið flogvøllurin er. Sjálvt um flogvøllurin ikki verður í Suðurstreymoy, fara virkismøguleikarnir í hesum parti av land­inum at batna av tí at vit fáa flog­ vøllin. Sama er gald­and­i fyri bygd­irnar í Suður­ oynni, Norðuroyggjum, Sand­oynni, Eysturoynni og sjálvsagt eisini fyri tær í Vágoynni, sjálvt um altjóða flogvøllurin ikki verður í teirra grannalagi. Vit vera øll vinnarar av at taka ta røttu avgerðina. Tað, sum um ræður, er at taka stigið og fara und­ir at gera flogvøllin. Men hava vit ráð til tað? Tá kostnaðurin verður settur upp, og alt verður tikið við, gerast upphæd­d­­ irnar fyri bygging rættiliga stórar. Men tað er ein spurningur, um tað er neyðugt at gera alla íløg­ una beinanvegin. Tað er helst skilagott at gera ætlanina og jørðarbeiðið fyrst, tí tá stórar grót­ mongd­ir skulu flytast, verður kostnaðurin minni fyri hvørja eind­, meir verður gjørt í einum. Men nógv annað kann bíða, um so er, at ráð ikki eru í fyrstu syftu. Er flogvøll­ urin komin, fara vit at fáa fyrimunirnar av honum og teir verða alstórir. Tí kunnu vit beinanvegin fáa gongd­ á okkara vinnulív og fleiri fólk at búsetast í land­inum, og tá fer at liggja betri fyri at hald­a fram við útbygg­ ingini, so hvørt tørvur verður á. Altjóða flogvøllu­­r øllu­­m føroyingu­­m at gagni ZakariaS Wang