Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 163 - 28. august 2009 Umhvørvi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Semja er um at veðurlagið broytist: oyðimørkin veksur, vatn støðan hækkar og týtt­ ari verður millum stormar­ nir, sum eisini verða ógvus­ ligari. Hetta eru broytingar, sum ávirka alt livandi á jørð, so tað verður óliviligari hjá flest øllum skapningum. Eisni menniskjunum. Men so røkkur semjan held u r ikki longur. Tí hví broytist veður lag ið? Eru broytingarnar manna­ skaptar ella natúrligar? Sambært 2500 veður lags­ ser frøðingum frá klima­ panel inum hjá ST er or søk­ in, at vit menniskju lata alt í verð ini ov nógv verður lags­ gass út í himmalrúmið. Á hinum bógnum hava vit tey, sum vilja vera við, at broytingarnar eru natúr­ ligar, og at vit hvørki skulu ella kunnu steðga teimum. ­ Men ímynda tær, at teir 2500 serfrøðingarnir hava rætt. At vit kunnu minka um veðurlagsbroytingarnar við at leggja vanarnar eitt sindur um. Við ikki at vera so gramm og slúkin og átu­ frek, sum hesi seinastu mongu árini, har vit full­ komi liga uttan fyrilit hava tik ið frá náttúruni uttan at bera nakað aftur! Kennir tú typuna? Danski lívs stíls ser­ frøðingurin Kristina Feldthaus ger í øllum førum. Bæði typuna, sum hugsar umhvørvi niður í hvønn plastikkposa, og hina, sum hevur fult bluss á hitanum og reyðgløðandi málara allan sjónarringin Feldthaus tendra Meltingarvegurin komin út Nú er onnur fløgan eftir Garasjuguð, Meltingarvegurin, útkomin.Á Meltingarvegnum er tónleikur settur til 18 yrkingar úr 8 ymiskum yrkingasøvnum hjá Tóroddi Poulsen sum eisini hevur staðið fyri løgunum. Eins og á fyrru fløgunum, sum eitur ”Rock Against Færøkitsch” og varð útgivin á vári í 2008, er talan um nakað av psykedeliskum kirkjupunki og óvaskaðum bluesrocki, men eisini meiri stillar framførslur við klaverpoetiskum undirspæli. Meltingarvegurin er innspældur í upptøkuhølunum hjá Kaj Klein og hann hevur eisini staðið fyri upptøkuni, ljóðblandi og spælir millum annað ukulele og synthesizer. Garasjuguð sjálvur spælir guitar, sálmareiðhjól, klaver og eigur sjálvandi røddina. Navnframi Palle Hjorth, sum vit kenna úr Savage Rose og bólkinum hjá Peter Sommer spælir hammond, klaver og harmoniku og eitt sindur av synthesizer eisini. Joachim Ussing spælir bass eins og hann hevur gjørt tað fyri Lone Kellerman, Jomfru Ane Band og Niels Skousen.Trummuspælarin eitur Peter Dombernowski og hann spælir annars við heimskenda Howe Gelb í bólki hansara Giant Sand. Og Elin J. Smith syngur kór. Plátufelagið Tutl er útgevari av Meltingarvegnum.