fríggjadagur 28. august 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 163 - 28. august 2009
Fylg rákinum
Úr 10 í 5 minuttir undir brúsuni
Hong klæðini heldur enn at brúka turkitrumlu
Skrúva gólvhitan niður úr 24 í 20 stig
Fyll fleiri fólk í bilin
Hav kjøtleysar dagar
Keyp lokalt framleiddar vørur
Innkeypsnet úr klæði
Kompost til lívrunnið burturkast
Koyr ikki góðan mat burtur
Spariperur allastaðni
Spariskinnarar til el
Onga stand-by nýtslu
Burtur við frystiboksini
Orkusparandi hvítvørur
Sløkk ljósið
Í køkinum
Hugskot
Minking í el-nýtslu
Dampkóka
33 %
Kaldan ovn/eftirvarmi
25 %
Breyðristari heldur enn ovn
90 %
Brúka heitluft og fyll ovnin hvørja ferð
60 %
Brúka elketil
50 %
Uppvask v/50 stig
10-20 %
Tiðna matin í køliskápi
Feittfiltur á eymhettuni skal vera reint
Hetta var útgangsstøðið
hjá kenda danska lívs stíls
ser frøðinginum, Christine
Feldt haus, í Norður landa
húsi num hóskvøldið, har
hon greiddi frá, hvussu
húskið
hennara
hevur
minkað um útlátið av veður
lags gass um við meiri enn 6
tonsum, ella við einum trið
ingi, seinas ta árið. Hetta
hev ur eisini givið teimum
eina sparing upp á 16.000
kr. Men tá gjørdu tey eisini
eina íløgu á 20.000 kr. sum
loys ir seg í longdini, tí tey
bjálvaðu húsini.
Bara í hita minkaði
rokn ing in við 1600 kr. ár
liga. Tað ljóðar kanska ikki
av so nógvum. Men um øll
royna at leggja vanar nar eitt
lítið sindur um, so verður
tað nógv tilsamans, segði
hon.
Í miðal letur ein amerki
kan ari 28 tons av Co2 út
ár liga, ein dani 15 tons ,
með an hvør persónur í
Kenja letur 1 tons út árliga.
Mett verður, at Føroyar
liggja ájavnt Danmark.
Sam bært Feldtheus er
mál ið, at øll koma niður á 1
tons í part árliga. Her er
lang ur vegur, tá hugsað
verð ur um, at teirra húskið
megn aði at fara úr 18 tons
um niður í 12 tons eftir ein
um ári. Og tey gjørdu veru
liga nógv fyri at minka um
útlátið – tó uttan á nakran
hátt at fara niður í livistøði.
Størstu broytingarnar í
familju ni Feldthaus vóru, at
tey bjálvaðu húsini, skiftu
køli skápið út, løgdu seg
eft ir at sløkkja eitt nú allar
stand by funktiónir, seldu
ann an bilin og minkaðu tal
ið av longum flogferðum.
Tað einasta, sum broytt
ist í gerandisdegnum var, at
nú má leggja ferð ingar
mynst rið betri til rættis við
at brúka almenna ferðslu og
súkkluna. Men tað hevur
lítið upp á seg, tí reyvin,
sum var av smør, verður
vón andi til stál. Tí tað grøna
skal vera stuttligt. Annars
fáa fólk bara vaml og verða
líka sæl.
r upp á at sløkkja
Klædnavask
Úr 40 í 20 stig sparir 61 % el
Úr 60 í 40 stig sparir 60 % el
Fá fleiri góð ráð á: www.1tonmindre.dk
Triðingurin minni av fiski
Útfluttu nøgdirnar av fiski eru minkaðar ein triðing fyrsta hálvár, samanborið við somu
tíð í fjør. Fiskaútflutningurin er sostatt komin niður á 120 túsund tons. So lítið er ikki
útflutt av fiski eitt fyrsta hálvár síðan miðskeiðis í nítiárunum, skrivar Hagstovan á
heimasíðu sínari. Tað er framvegis nøgdin av uppisjóvarfiski sum minkar mest, úr 80
túsund tonsum niður í 34 túsund tons, ella 57 prosent, meðan mongdin av alifiski
veksur mest, úr 16 túsund tonsum upp í 22 túsund tons, svarandi til 39 prosent. Hóast
stóra minking í tonsum er virðið av útflutta fiskinum bert minkað 5 prosent, tað svarar
til 89 milliónir krónur. Tað kemst serliga av, at útflutningsvirðið av alifiski er vaksið við
meir enn eini helvt, úr 423 milliónum til 649 milliónir krónur. Samlaði útflutningurin
var fyrra hálvár góðar 1,8 milliard krónur og er hetta ein minking uppá 16 prosent,
samanborið við í fjør.