fríggjadagur 28. august 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 163 - 28. august 2009
Næraberg, sum hevur
fingið Pacific Voyager,
fer í Stillahavið at
fiska
Fiskivinna
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað hevur leingi ljóðað, at
P/F Næraberg hevur tingast
um at selja Næraberg, og í
dag váttar reiðarin Hanus
Hansen, at Næraberg er
seld ur. Hann varð strikaður
í føroysku skipaskrá set ing
ini hós dagin.
Keyparin er eitt reiðarí í
Peru við eigarum úr Hong
Kong. Hetta er sama felag,
sum í juni keypti Trónd í
Gøtu.
Næraberg hevur longu
skift navn og eitur nú
Pacific Voyager. Áðrenn
hann kom til Føroya, æt
hann Voyager.
Skipið skal í Stillahavið
at fiska eins og fyrrverandi
Tróndur í Gøtu.
Hann fer avstað longu í
morgin.
Leita eftir
øðrum skipi
Hanus Hansen sigur, at
roynt verður at finna annað
skip fyri Næraberg. Hann
vldi helst, at funnin var ein
størri loysn, men enn torir
hann ikki at siga, hvat taåð
fer at enda við.
Teir umleið 20 menninir,
sum knýttir vóru at Næra
bergi, eru ikki upp sagd ir.
Flestu teirra hava valt at
bíða eftir av loys araskipi
num.
Næraberg hevur staðið á
skipasmiðjuni í Havn nú í
fleiri vikur. Hann hevur
ikki kunnað fiskað seinastu
tríggj ar mánaðirnar, men
nú eru tey viðurskiftini
kom in í rættlag, so av loys
ara skipið sleppur bein an
vegin til fiskiskap. Teir
kunnu svartkjaft, makrel og
annan ídnaðar fisk.
Næraberg
fer í
morgin
Russiski trolarin
Ros hevur nú ligið
í fimtan mánaðir í
Kollafirði, og einki
røkist fyri, at hann
verður seldur. – Hetta
er ein stórur sorg ar
leikur, sigur varafútin
Finn Ougaard. Alla
hesa tíðina hevur
fúta embætið goldið
streym og havnagjald,
tí politiið legði hald á
skipið. Góð fólk bera
monnunum mat
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Russiki trolarin Ros er vi at
gerast ein føst bygdarmynd
í Kollafirði. Hann hevur
ligið har við bryggju síðan
mai í fjør, og enn er einki,
ið bendir á, at hann loysir í
bræði.
Av tí at politiið í fjør
legði hald á skipið, noyðist
Før oya landfúti at gjalda
føstu
útreislurnar
hjá
skipinum, meðan tað liggur
við bryggju, streym, vatn
og havnargjald.
Ætlanin er at fáa selt
skip ið fyri at fáa tað burtur
úr Kollafirði, men tað er
ikki sum at siga tað at selja
ein gamlan russiskan trol
ara.
Kanna møguligt pant
Finn Ougaard, varafúti sig
ur, at tey eru við at kanna
ymisk viðurkifti, áðrenn
tað ber til at bjóða skipið út
til sølu. Eitt nú má vissa
fáast fyri, at einki pant er í
skip inum.
Skipið varð lagt, eftir at
tað í fjør varð tikið fyri
ólógligan fiski skap í før
oysk um sjógvi. Síðan er
reiðaríð farið á heysin, og
umboðsstovan
Faroe
Agency fær ikki strekt seg
longur, tí reiðaríið skyldar
teimum frammanundan so
nógv og hevur ongastaðni
at senda rokningarnar fyri
skipið til..
Árni Dam, stjóri í Faroe
Sagency viðmerkir tó, at
teir eru millum teirra, sum
geva monnunum mat.
Svølta skulu teir í
hvussu er ikki her, sigur
Árni Dam.
Umborð eru framvegis
tríggir av manningini og
halda vakt. Teir vilja ikki
fara heim, tí teir eiga so
nógva hýru á.
Felagsskapurin
Hjálpin
hevur eisini fleiri ferðir
verið um borð á Ros við
mati.
Hetta er ein stórur sorg
ar leikur, men vit mugu hava
alt tað løgfrøðiliga á plass
fyrst av øllum, sigur Finn
Ou gaard.
Hann veit at siga, at heilt
nógvir russisskir trolarar
liggja í Noregi og eru í
somu støðu sum Ros. Reið
ariini eru farin av knóranum,
og eingin hevur ábyrgdina
av
skipunum.
Fyri tøkur
missa stórar upphæddir, og
mann ingarnar liva av náði
og gávum frá góðum fólki.
Nýggi forstjórin á TAKS
settur
Fíggjarmálaráðið hevur í dag sett Eyðun Mørkøre sum forstjóra á TAKS.
Eyðun Mørkøre hevur bankaútbúgving og aðra akademiska útbúgving
innan bankayrki. Hann hevur verið stjóri á TAKS á Hálsi í eitt ár, og
hevur verið settur stjóri á TAKS í tveir mánaðir. Eyðun Mørkøre er 38
ára gamal og hevur drúgvar royndir frá Eik Banka, har hann hevur verið
leiðari í 9 ár. Eyðun Mørkøre byrjar í starvinum 1. september 2009.
Dansinátt í Øravík
Leygarkvøldið 5. september verður vælumtókta dansináttin
aftur á Hotel Øravík. Tað eru dansifeløgini í Suðuroy, sum
skipa fyri og hetta er eitt tiltak, sum hevur verið
afturvendandi nú í nógv ár. Dansináttin hevur verið ógvuliga
væl umtókt og nógv fólk eru komin saman hetta kvøldið at
dansa føroyskan dans. Tað hevur eisini verið vanligt, at nógv
fólk norðaneftir eru komin suður hetta kvøldið at dansa.
Tiltakið byrjar klokkan 19.30 við góðum borðhaldi og aftan
á verður farið upp á gólv tað mesta av náttini. Tilmeldingin
er hjá dansifeløgunum í Suðuroynni.
Fútin rindar
útreiðslurnar
Næraberg, sum í fleiri vikur hevur staðið á skipasmiðjuni í Havn, er farin úr flotanum
Mynd: Jens Kristian Vang