fríggjadagur 28. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 163 - 28. august 2009
Vikuskiftið 4.-6.
september verður lega
í Zarepta fyri tey, sum
eru 18 ár og eldri, og
hesaferð verður evnið
»Gud skaparin og
heilagleiki Hansara«,
sum bíbliulærarar
fara at viðgera frá
ymiskum síðum
ATRÚNAÐUR
Tíðindaskriv
Legan byrjar fríggjakvøldið
4. september, har byrjað
verður við, at luttakararnir
fáa ein nátturðabita klokkan
19:00.
Seinni fríggjakvøldið, tá
ið fólk eru komin upp á
pláss, verður ein løta í
salinum, har Rúni Hansen,
sum dagliga starvast í
altjóða vinnuligum um
hvørvi, fer at tosa út frá
evni num »at halda seg
ódálkaðan av heiminum«.
Leygarmorgunin
verða
tveir bíbliutímar, har skapa
narverkið verður høvuðs
evnið.
Teir báðir, Jens Bech og
Richard Schwartsson fara
úr ymiskum sjónarhornum
at lýsa partar av skapa
narverkinum.
Seinastu
løtuna
sama
kvøldið verður eitt pallborð
í salinum, har sama evnið
verður viðgjørt og høvi
verður at seta spurningar.
Saman
við
áðurnevndu
undir vísarum kemur eisini
Símun Absalonsen at lut
taka í hesum pallborði.
Eftir
ein
góðan
døgurðabita
á
middegi
leygardagin verður seinna
parturin tøkur hjá legu lut
takarunum til egna dis
positión,
tað
veri
seg
fríløtur, kaffi, prát, hugni,
spæl, ítrótt, túr ella hvat
hugurin er til.
Áðrenn nátturða verður
ein løta í salinum við sangi
og onkrum filmsbrotum,
sum eisini taka støði í
skapanarverkinum og Skap
ara num.
Beint eftir nátturða verður
ein løta í salinum, har John
í Skemmuni tekur táttin frá
fríggjakvøldinum uppaftur
um heilagleika Guds og
ynski hansara um, at børn
Hansara halda seg ódálkaði
av heiminum.
Sunnumorgunin fer Poul
Færø at hava tann seinasta
bíbliutíman á leguni, sum
eisini
tekur
støði
í
heilagleika Guds.
Legan endar á middegi
við døgurða. Síðan verður
ruddað av, og fólk leggja
leiðina heimaftur.
Tilmelding
sí
lýsing
aðrastaðni í blaðnum.
Zarepta: Lega fyri 18 ár og eldri viðger áhugaverd evni
Kanna møguleikarnar at gera koyritekniska breyt
Ein arbeiðsbólkur er nú settur og farin til verka at kanna møguleikarnar at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum. Tað
hevur í mong ár verið ynski um at fáa eina venjingarbreyt við hálkubreyt í Føroyum, har bilførarar millum annað kunnu
læra grundleggjandi atburð við bilakstur, týdningin av at laga ferð, stýring og bremsing eftir umstøðunum og at royna
vandamiklar støður í einum tryggum umhvørvi. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur tí avgjørt at seta ein arbeiðsbólk
at kanna møguleikarnar at gera koyritekniska breyt. Í bólkinum eru Jákup Jacobsen, umboð fyri Akstovuna, Gudrun
Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi í Innlendismálaráðnum, Umboð fyri Landsverk, Helgi Magnusarson, umboð fyri
Løgregluna, Sølvi Reinert Hansen, umboð fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, og Jari Lykke, umboð fyri Koyrilærarafelagið.
Bólkurin hevur í dag havt sín fyrsta fund og skipaði seg við Jákup Jacobsen, stjóra á Akstovuni, sum formanni. Miðað
verður ímóti, at álitið skal verða liðugt 1. januar 2010.
Landsstýriskvinnan
í umhvørvismálum
vil fyrst tryggja sær
eitt realistisk uppskot
um CO2 skerjingar
frá vinnulívinum,
áðrenn politiski
arbeiðsbólkurin
kemur við í arbeiðið.
Bjørt Samuelsen,
tingkvinna, undrar
seg stórliga yvir
arbeiðsháttin hjá
landsstýriskvinnuni
UmhvøRvi
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hóast ein politiskur fylgi
bólkur bleiv settur longu
tíðliga í ár at gera tilmæli til
um CO2 skerjingar, skal
bólk urin ikki vænta at
sleppa upp í leikin, fyrr enn
aktørar frá vinnulívinum
hava sett treytirnar.
Síðani politiski bólkurin
bleiv settur, hevur lands
stýris kvinnan í umhvørvis
málum,
Annika
Olsen,
sam an við Landsstýrinum
nevni liga sett sín egna
arbeiðsbólk við umboðum
frá vinnulívinum at gera
eitt "realistiskt" uppskot til
CO2
skerjingar,
sum
landsstýriskvinnan málber
seg.
Handan bókin kenni eg
onki til, sigur ein undrandi
Bjørt Samulesen, limur í
politiska fylgibólkinum.
Løgin arbeiðsháttur
Bjørt Samuelsen heldur tað
vera serstakliga løgi, at
politiski fylgibólkurin ikki
er kunnaður um, hvør hevur
sitið og arbeitt við hesum
málinum seinnu mánaðirnar.
Politiski fylgibólkurin hev
ur nevniliga ongantíð verð
ur kallaður á fund við
Lands stýrið, síðani bólkurin
varð settur í mars mánaða.
Sambært Anniku Olsen
er orsøkin, at onki ítøkiligt
hevur verið at kalla bólkin
inn til fundar um. Ikki fyrr
enn komandi týsdag, tá ið
umboð fyri Reiðarafelagið,
SEV, Fiskimálaráði, Inn
lendis málaráðið, Jarð feingi
og Fíggjar málaráðið handa
landsstýriskvinnuni
eitt
CO2 tilmæli.
Tað er fínt, at vinnulívið
er við í hesum arbeiðinum,
men tað skal sjálvandi ikki
vera vinnulívið, heldur enn
politiskar
visjónir,
sum
stingur umhvørvispolitikkin
komandi árini út í kortið,
sigur Bjørt Samulesen, sum
enn onga kunning hevur
fingið um, hvussu hetta
arbeiði verður skipað beint
nú.
Tað kann í øllum førum
ikki vera meiningin, at vit
sum politiskur aktørur bara
koma inn fyri at blástempla
eitt uppskot frá vinnu
lívinum,
sigur
Bjørt
Samuel sen.
Tryggjar realistiskt
uppskot
Hóast
Bjørt
Samuelsen
fegnast um, at okkurt hendir
í hesum málinum, er hon
vónbrotin av, at politiski
bólkurin ikki hevur verið
við í arbeiðinum higartil.
Serliga
tí,
bæði
løgmaður og landss týrs
kvinnan frá byrjan hava lagt
áherðslu á, hvussu stóran
týdning tað hevur, at enda
liga CO2 tilmæli hevur eitt
sterkt politiskt kjølfesti.
Hetta er jú grundarsetinurin
undir einum umhvørvis
politikki, sum skal røkka
mong ár inn í framtíðina,
og tí er tað heilt avgerandi,
at tað hevur breiða politiska
undir tøku,
sigur
Bjørt
Samuelsen.
Hesum er landsstýris
kvinnan í umhvørvismálum
púra samd í.
Tí havi eg eisini gjørt alt
fyri at tryggja mær, at
uppskotið, vit koma við,
verður
realistiskt
og
haldbært. Til tað krevst eitt
neyvt grundarlag at arbeiða
út frá, og tað er hetta grund
ar lagið,
arbeiðs bólkurin
hev ur greinað út og nú kann
leggja fram til politiska
viðgerð, sigur lands stýris
kvinnan
í
umhvørvis
málum.
Bjørt Samulelsen undrar
seg tó framvegsis yvir
vantandi kunningina frá
landsstýriskvinnuni,
og
yvir, at politiski fylgi
bólkurin, hon hevur sett, als
onga ávirkan hevur haft á
setanina av einum heilt
triðja arbeiðsbólki við um
boð um frá vinnu lívinum.
Hartil undrar tað Bjørt
Samuelsen,
at
bólkurin
heldur ikki er kunnaður um
møguligar samráðingar við
danir
i
sambandi
við
føroyska CO2 tilmælið, nú
bert smáir tríggir mánaðir
eru til stóru Veðurlags
ráðstevnuna í Keypmanna
havn.
Vinnan spurd fyrst
um CO2 skerjingar
Eg havi tikið vinnuna uppá
ráð fyri at tryggjað mær eitt
so realistiskt grundarlag,
sum til ber at arbeiða
politiskt út frá, so alt CO2
tilmælið ikki dettur á gólvið,
sigur landsstýriskvinnan í
Umhvørvismálum
Tað mugu vera politiskar visiónir heldur enn krøv frá
vinnulívinum, sum stinga føroyska umhvørvispolitikkin út í
kortið, sigur Bjørt Samulesen, tingkvinna