Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 163 - 28. august 2009 Eileen Sandá er komin í Vágs Býráð fyri býráðslim, sum hevur søkt um farloyvi í trý ár Vágs Býráð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið Vágs Býráð hevði fund mikukvøldið, var fyrsta málið at avgreiða at bjóða Eileen Sandá væl­ komnari í býráðið. Hon hevur nevniliga tikið sætið í Vágs Býráð og tað er samstundis greitt, at hon verður verandi býráðslimur í minst trý ár. Hetta hendir eftir at Arn­ bjørn Fagraklett, sum varð einasti valdi býráðslimur á lista A, hevur biðið um far­ loyvi fram til síðst juli 2012, tí hann er fluttur til Danmarkar. Næsta valevni á listanum, sum er ein uttanflokkalisti, var Eileen Sandá, sum sostatt hevur tikið sætið í býráðnum. Á sumri 2012 er bara eru bara fimm mánaðir eftir til kommunuval verður aftur og tað er ein spurningur um Arnbjørn Fagraklett kann taka sæti í býráðnum tá. Hetta er ein spurningur, sum Vágs Býráð hevur bið­ ið innlendismálaráðið kann­ að. Eileen Sandá er ferða­ vinnusamskipari í Suðuroy. Nú eru fýra av teimum nýggju býráðslimum í Vági konufólk og so góð hevur javnstøðan ongantíð áður verið í býráðnum. Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, heldur, at tað er skeivt at brúka ov nógvar almennar pengar í útjaðaranum, tí hann er deyðadømdur kortini Bygdamenning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Vit skulu ansa sera væl eftir, áðrenn brúka pening til samfelagsligar útbygg­ ingar í útjaðaranum. Tað heldur Helgi Abra­ hamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann heldur nevniliga, at tað er lítil og ongin vón fyri, at útjaðarin fer at yvir­ liva í longdini. Útjaðarin doyr út Sjálvur væntar hann, at sum frá líður fer útjaðarin at doyggja út og at allir føroy­ ingar fara at búgva í mið­ staðarøkinum. ­ Tað nyttar onki at berjast ímóti rákinum og rákið er, at fólk vilja búgva í mið­ staðarøkinum. Í hesum sambandi hugsar hann um økið rundan um Havnina, Skálafjørðin, Klaksvík og Vágar. Hann heldur ikki, at hetta bara er ein spurningur um at skapa arbeiðspláss úti á bygd, soleiðis sum tað ofta verður ført fram. ­ Nú á døgum vilja fólk búgva saman og tí nyttar lítið at pumpa pengar í útjað­ aran, tí fólk flytir kortini, sigur Helgi Abrahamsen. Hann sigur, at tað vísir seg nú á døgum, at enntá bygdir, sum eru á miðstaðar­ økinum, har tað er landfast og sum hava vegsamband, doyggja út, tí fólk leitar inn ímóti miðdeplinum og býunum. Vilja búgva saman Hann sigur, at fólk hava altíð búsett seg, har livilík­ indini eru frægast. Í goml­ um døgum búsettust fólk, har líkindini at dríva land­ brúk og útróður, vóru góð. ­ Í slupptíðini fjølgaðust fólk saman um teir nattúr­ ligu firðirnar og búsettust hareftir. ­ Men nú er slupptíðin burtur og nú eru tað tær sosialu umstøðurnar, tæn­ astustøðið og onnur viður­ skifti, sum fær fólk at fjølg­ ast býunum, tí tey vilja búgva saman. Hann staðfestir, at tískil nyttar tað onki at blíva við at pumpa pengar í útjaðaran fyri at halda lív í honum, tí tað er dømt at miseydnast. Hann sigur eisini, at fólk eiga eisini at fyrireika seg upp á, at tess longri tey búgva burtur frá miðstaðar­ økinum, tess verri er tæn­ astustøðið. ­ Eg búgvi sjálvur á Strondum, men tað er ikki óvanligt, at eg má koyra ein heilan tíma yvir til Runa­ víkar eftir onkrum, sum er púra vanlig gerandisvøra á stórplássum, men sum ikki fæst á bygd. ­ Og á útoyggj er tænastu­ støðið sjálvandi uppaftur verri og tað hava fólk ikki hug til. Men fyri at gera tað ómakaleyst at koma aftur og fram í miðstaðarøkinum, ivast hann ikki í, at tann mest týdningarmikla íløgan, sum stendur fyri framman, er at gera Eysturoyartunnilin. ­ Undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eyst­ uroy eigur at verða tann næsta stóra samfelagsíløgan, sigur Helgi Abrahamsen. Hugsa um nyttuna Hinvegin ásannar hann eis­ ini, at so leingi fólk búleikast í útjaðaranum, er neyðugt hjá politikarunum at gera tað liviligt í útjað­ aranum. ­ Tað er tvístøðan, vit eru í. Vit hava skyldu til at gera tað liviligt úti um landið, men vit eiga at ansa væl eft­ ir, at vit ikki brúka ov nógv­ an pening, tí fólkið flytir og so liggja allar íløgurnar til onga nyttu og verða bara brúktar til frítíðarítriv hjá fólki. ­Tá ið vit gera eina íløgu, mugu vit altíð hugsa um, hvussu stóra nyttu, vit fáa burtur úr henni og hvussu stórt samfelagsgagn, hon ger. ­ Tí mugu vit ikki koma í ta støðu, at vit gera ovur­ stórar íløgur og at tað aftan á vísir seg, at ongin fekk nyttu av teimum, sigur løg­ tingsmaðurin fyri Sam­ bandsflokkin. Skeivt at pumpa pening í útjaðaran -Vit mugu ikki koma í ta støðu, at vit gera ovurstórar almennar íløgur í útjaðaran, sum ongin fær nyttu av, tí at útjaðarin doyr út kortini, sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin Betri javnstøða í Vágs Býráði Mikukvøldið tók Eileen Sandá sæti í Vága Býráð og hon verður verandi býráðslimur í minst trý ár Fleiri um boðið um Fionia Bank Fleiri bankar standa í røð fyri at yvirtaka partar av kreppurakta Fionia Bank. Í øllum førum fýra bankar hava latið sítt boð inn upp á kreppurakta bankan á Fjón, Fionia Bank, sum danski staturin í løtuni rekur umvegis Finansiel Stabilitet. Tað skrivar danska vinnuheimasíðan epn.dk. Í gjár boðaði Føroya Banki, saman við Lån&Spar, frá, at teir eru millum áhugaðu keypararnar, sum longu frammanundan telur eitt nú Spar Nord Bank og Nordea Bank. Longu mánadagin hevur fremjingarfyritøkan hjá statinum, Finansiel Stabilitet, valt ein keypara minnum biðlarnar, sum høvdu freist í gjár at bjóða. ­ Vit vænta at vit í seinasta lagi mánadagin hava funnið keyparan til Fionia Bank, sigur administrerandi stjóri Henrik Bjerre­Nielsen úr Finansiel Stabilitet. Hann vil hvørki avdúka júst hvussu nógvir áhugaðir keyparar eru, ella í hvørjari legu prísurin liggur. Rímulig vissa er tó um, at innskotið hjá statinum upp á umleið eina milliard krónur verður afturgoldið.