fríggjadagur 28. august 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 163 - 28. august 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Skitsofrenur
Javnaðarflokkur
Helst mundu fleiri trúgv javnaðarfólk anda lættan, tá
formaður Javnaðarfloksins á tingi, John Johannessen, á
sjónvarpsskíggjanum í gjárkvøldið púra greitt afturvísti,
at Javnaðarflokkurin hevur nakað sum helst við
uppskotini um at hækka pensjónsaldurin, at mótrokna
í pensjónum og onnur uppskot, sum hava verið frammi
seinastu tíðina, at gera. Uppskot, sum í stóran mun
skerja gerandisdagin hjá veikasta samfelagsbólkinum,
sum vit hava víst á fleiri ferðir á hesum stað.
Var hetta nú veruleikin, sum John Johannessen
borðreiddi við í Degi og Viku? Um so er, so er
veljarakanningin hjá Fynd helst gjørd á púra skeivum
grundarlag – og so hevur Javnaðarflokkurin ikki
fortjent tann lemjandi kritikkin, sum nú heglar yvir
flokkin – og so hevur Jóannes Eidesgaard eisini rætt,
tá hann sigur, at Javnaðarflokkurin er dumpaður í
marknaðarføring, tí hann dugir ikki so væl at »selja
seg« sum til dømis Sambandsflokkurin.
Hyggja vit í ólavsøkupakkan hjá landsstýrinum, sum
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri og formaður
Javnaðarfloksins, legði fram, so stendur har, at
pensjónistar ikki longur skulu fáa sjúkradagpengar,
at mótroknast skal við 25% frá fyrstu krónu hjá
fyritíðarpensjónistum. Har stendur eisini, at vit
skulu hava eina pensjónsnýskipan, sum fer at lækka
útreiðslur til almennar eftirlønir – og dentur verður
lagdur á, at talið av eldri fólkum um nøkur fá ár fer at
økjast.
Hvussu kann formaður floksins á tingi tá koma og siga,
at Javnaðarflokkurin hevur lammað nevan í borðið
og hevur víst hesum aftur, tá sjálvur floksformaðurin
leggur hetta fram? At veljarin er ørkymlaður – og at
trúgvu stuðlar floksins ressast við – er als ikki løgið, tí
kann høgra ikki vita, hvat vinstra ger, ella hvat?
At tað eru embætisfólk, sum hava gjørt eitt álit, tað er
so tað. Men tað er so á onkran hátt tikið við í politikkin
hjá landsstýrinum, og tí kann Javnaðarflokkurin ikki
skáka sær undan. Vit kunnu hóskandi seta spurningin,
hví Javnaðarflokkurin ikki skiftir kós. Um kósin ikki
kann haldast í einum borgarligum landsstýri, so er bara
at stinga í sekkin.
Hendan hóttanin um eldrabylgjuna tykist heldur
ikki logisk. Ongantíð áður hava búð so nógv fólk
í Føroyum, sum nú. Vit vita eisini, at burðartalið í
Føroyum er av tí hægsta í øllum Evropa. Hugsa vit um
stóru fráflytingina, so kann hon gera, at fólktatalið
stendur í stað ella kanska minkar. Men hví so ikki gera
nakað við tað? Hví kann Javnaðarflokkurin ikki bróta
upp um ermar og koma við uppskotum um, hvussu vit
fáa faklærd fólk at flyta heimaaftur, hvussu vit kunnu
fáa allar tær túsundtals føroysku kvinnurnar, sum til
dømis arbeiða sum sjúkrasystrar, lærarar, pedagogar
o. a. í Danmark at flyta heim við sínum børnum? Tað
hevði í øllum førum ført til økt fólkatal, sum aftur førdi
til, at vit vóru fleiri um at bera byrðarnar av teimum
eldru, sum so lutvíst gjørdust færri.
Skitsofrena Javnaðarflokkinum vantar visjónir.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Løgið at hoyra fyrrverandi
fornermaða javnaðarmann
in Jóannes N. Dalsgaard
vera høvuðsviðmerkjara í
útvarpinum um støðuna hjá
Javnaðarflokkinum.
Hvussu kann ein maður,
sum er rýmdur úr einum
flokki, tí hann ikki fekk sín
vilja, vera óheftur
viðmerkjari um politisku
støðuna hjá sama flokki?
Hetta má kringvarpsstjórin
hava eina meining um og
koma út við.
Tá fullveldisøðin var upp
á tað villasta vóru allir
flokkar drignir við at koma
við einari ella aðrari loysn
upp á framtíðar viðurskifti
ímillum Føroyar og Dan
mark. Fyri Javnaðarflok
sins viðkomandi var úrlsit
ið tann sonevnda sjálv
stýrislógin. Hjá Sambands
flokkinum var nýskipanar
uppskotið svarið.
Ein av høvundunum
aftan fyri uppskot Javn
aðarfloksins um sonevndu
sjálvstýrislógina var
Jóannes N. Dalsgaard.
Orsøkin til at hann kom í
hendan bólk var millum
annað eftir uppskoti frá
undirritaða, sum var ein av
teimum, sum var troyttur
av at hoyra hansara ótelj
andi mjarran á landsfund
um Javnaðarfloksins um
vantandi sjálvstýrispolitikk
Javnaðarfloksins.
Maðurin fann ikki útav,
at høvuðspolitikkurin hjá
Javnaðarflokkinum var ikki
sjálvstýri, og tí var ikki
undirtøka fyri hansara
sjónarmiðum á mongum
landsfundum. Hvat ger
man fyri at fáa frið at halda
landsfund? Ein góður
gamal máti, fyri at fáa
summi at tiga, er at velja
tey í eina nevnd. Tá
Jóannes N. Dalsgaard fann
út av, at hann ikki fekk
undirtøku fyri sínum
sjónarmiðum í Javnaðar
flokkinum, rýmdi maðurin
í øðini.
Tað næsta sum hoyrdist
til tann óhefta
viðmerkjaran var, at hann
var valevni fyri Gamla
Sjálvstýri í Norðurstreymi.
Síðani hevur Jóannes N.
Dalsgaard fyri opnari
mikrofon hjá Útvarpinum
brúkt allar møguleikar at
hegla niður á Javnaðar
flokkin um júst tey tingini,
sum hann ikki kláraði at
fáa ígjøgnum, meðan hann
var inni í flokkinum.
Mín spurningur til kring
varpsstjóran sum vanlig
vís ikki svarar og Kring
varpsstýrið er:
Hvussu fríar ræsur
kann ein, sum kallar seg
óheftan, fáa í almenna
útvarpinum til at koma við
púra høpisleysum giting
um, sum vit upplivdu í
tíðindasendingini á
middegi í dag?
Er tað veruliga so, at
man kann fáa fríar ræsur í
almenna útvarpinum at
viðgera innhýsis viðurskifti
í einum flokki, sum man
sjálvur er rýmdur úr, og
samstundis kalla seg fyri
óheftan viðmerkjara?
Svarar kringvarpsstjórin
ikki, so fer spurningurin
víðari til Kringvarpsstýrið
seinni.
Tann óhefti viðmerkjarin
HENrIK OLd
Bjørn Kalsø hevur fingið
ilt av tí, at eg í grein vísi á
tey stóru framstigini sum
hendu til frama fyri pen
sjonistar árini 200408, tá
Javnaðarflokkurin hevði
ábyrgdina av almanna og
heilsuøkinum. M.a. at:
• Pensjónin hjá stakum
pensjonisti hækkaði úr
7.800 kr/mán til 10.300 kr/
mán.
• Hjá pensjonistahjúnum
úr 12.370 kr/mán til
16.970 kr/mán.
• Lægsta fyritíðarpensjón
hækkaði við tilsamans
2.660 kr /mán.
• Mótrokningin av aðrari
inntøku hjá fyritíðarpen
sjonistum varð lækkað úr
60 niður í 30%.
• Stuðulin til dagtilhald
og mattænastu fyri pen
sjonistar varð øktur úr 3 til
7 mió kr.
• 159 nýggj búpláss vóru
tikin í nýtslu á røktarheim
um og eldrasambýlum
•210 fólk aftrat komu at
arbeiða í heimarøktini og
eldrarøktini annars.
Bjørn Kalsø fær serliga ilt
av, at eg samstundis vísi á,
at síðan Sambandið við
Rósu Samuelsen yvirtók
ábyrgdina á almannaøki
num er bert gingið afturá:
• Javningin av viðbótini
hjá fólkapensjonistum er
minkað úr 4 niður í 3%
• Javningin av allari pen
sjónini hjá fyritíðarpen
sjonistum er minkað úr 4
niður í 3%
• Allur stuðulin til dagtil
haldini til hjá pensjonistum
uppá 4 mió kr er skorin
burtur.
• Egingjaldið hjá
pensjonistum fyri heilivág
er hækkað munandi.
Bjørn Kalsø vil vera við, at
í fyrru ABCsamgonguni
hendu teir stóru batarnar á
pensjónsøkinum, tí at
Sambandsflokkurin sat á
pengakassanum. Tann
syrgiligi sannleikin er
tíverri, at tá vit skipaðu
fyrru ABCsamgonguna í
feb. 2004 hevði Sambandið
eittans ynski, og tað var
saman við Fólkaflokkinum
at fáa so stórar skattalættar
sum gjørligt til tær góðu
inntøkurnar. Mótkravið hjá
Javnaðarflokkinum var at
fáa so stórar hækkingar á
pensjónsøkinum sum
gjørligt.
Eg harmist um, at tað
tíverri eydnaðist alt ov væl
hjá fíggjarmálaráðharra
num hjá Sambandinum at
deila feitar skattalættar út
til tær góðu inntøkurnar.
Hinvegin eydnaðist tíbetur
Javnaðarflokkinum til fuln
ar at fremja lyfti okkara
um stórar hækkingar fyri
pensjonistarnar, so sum
víst er á omanfyri.
Hetta var ikki so galið.
Tí virðið av skattalættun
um hjá Sambandinum
minkar við árunum so
líðandi burtur í onki, so
hvørt inntøkurnar í
samfelagnum veksa.
Hinvegin veksur virðið av
hækkaðu inngjøldunum til
Samhaldsfasta fyri hvørt ár
sum gongur, so útgjaldið til
pensjonistarnar kann hækk
ast við einum støðugt størri
upphædd á hvørjum ári.
Tíverri, Bjørn Kalsø, syrgiligi sannleikin er, at
Sambandið setti skattalættar fram um pensjonistar
Løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
HANS PAULI
StrøM