fríggjadagur 28. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 28. august 2009
13
Hví eru morgunlestrarnir ikki
verdir at endursenda í útvarpi
num? Hví er morgunfimleikur
útvarpsins ikki verdur at senda?
Róland í Skorini, studentaskúla
lærari í religión og fronskum,
endurskoðar í hesi grein
avgerðina hjá Kringvarpinum
um at skerja týdningarmiklar
tættir í føroyskari útvarpssøgu
Í 1987 skrivar Axel Tórgarð,
prestur og fyrsti stjóri í Útvarpi
Føroya, m.a. soleiðis í inngang
inum til bókina Morgunlestrar: Teir
allarflestu av hesum lestrunum
hava verið lisnir í útvarpinum. …
Útvarpinum takki eg fyri loyvi til
at prenta teir og útvarpsswtjóranum
fyri at hava skrivað fororðið. Og
tøkk fái Eyðun Winther og Janus
Mohr fyri at hava lisið til rættis….
Tað er mín vón, at líka so væl sum
teir vórðu móttiknir, tá ið teir vóru
lisnir í útvarpinum, líka so væl
verða hesir morgunlestrar móttikn
ir, nú teir verða útgivnir í bók”.
Tað er týðiligt, at Axel kennir á
sær, at hann við lestrunum í útvarpi
num hevur mentanarligt, málsligt
og andligt samband við fólkið. Tí
er hann takksamur og vónríkur um,
at lestrarnir ikki bara vóru verdir at
skriva, senda og endursenda, men
eisini at prenta og geva Føroya
fólki í bók. Eisini sæst, at útvarpið
samstarvaði og gjørdi sær stóran
ómak at rættlesa, tí lesturin var ein
háttur at fjálga um mál og mentan.
Er vón Axels nú brostin? Eru
morgunlestrarnir ikki longur so
frægt sum verdir at endursenda? Tá
millum 70 og 80% av Føroya fólki
ynskja endursending av morgunlestr
inum aftur á skránna, er vón og virð
ing fólksins ikki brostin. Men hvør
lurtar eftir demokratisku røddini?
Vert at endursenda
Ein meginregla í øllum almennum
fjølmiðlum er, at tað, sum er vert at
senda, er eisini vert at endursenda.
Ein onnur meginregla er, at tað,
sum er vert at senda, má sendast
minst tvær ella tríggjar ferðir, tí vit
hava ikki øll stundir at lurta í senn.
Vit hava jú trískiftisvakt í
arbeiðslívinum.
Um tað er ein skylda at senda
lesturin kl. 07 á morgni, er tað
sanniliga eisini ein samfelagslig
skylda at endursenda hann eina
ella tvær ferðir. Hetta átti at verið
høvuðsreglan fyri allar sendingar,
sum eru verdar at senda, og sum
ikki bara eru løtuupplivingar sum
t.d. ein fótbóltsdystur.
Lestrar og sálmaarvurin
Í fororðunum til somu nevndu bók
skrivar Niels Juel Arge, annar
stjóri útvarpsins í mong ár, m.a.:
”Eg gevi útgávuni mítt besta við
mæli…. Tað er Axel fyri at takka,
at morgunlesturin varð tikin upp á
útvarpsskránna, og hann fór
sjálvur undir at skriva teir og
hevur hildið á til henda dag.
Meðan Axel hevur skrivað, hevur
Ú.F. savnað sangupptøkur av allari
sálmabókini, og soleiðis hevur
gingið hond í hond at gera lurtar
arnar kunnugar við øll sálmaløgini
í okkara ungu sálmabók.
Axel hevur brotið upp úr nýggj
um, og mong eru tey, sum hava
ynskt sær at átt hansara
morgunlestrar”.
Vit síggja, at í hugaheimi Niels
Juels hevði Útvarp Føroya eisini
eina upplýsandi og pedagogiska
uppgávu á mentanarliga økinum
við tí endamáli at stimbra og varð
veita lestur, sang, sálmar og sálma
løg. Vit ynskja tí Kringvarpinum til
lukku við tiltakinum at syngja
sálmar av nýggjum og gleða okk
um at hoyra teir eisini í endursend
ing av morgunlestrunum. Og hví
ikki taka nýggjar sálmar uppí við
nýggjum upptøkum bæði við
kirkjuliðum, kórum, orkestrum og
einstaklingum?
Er ikki longur vert at skriva
nýggjar lestrar? Er ikki longur vert
at gera nýggjar sálmaupptøkur? Er
ikki longur vert at savna nýggjar
sálmar við nýggjum løgum til
komandi ættarlið? Hvat sá Axel, tá
hann breyt upp úr nýggjum og fekk
morgunlesturin á útvarpsskránna?
Hann kendi á sær, at hann mátti
geva einum aldargomlum, men
samstundis modernaðum, medita
tivum og fólksligum skatti viður
kenning í almenna rúminum saman
við so mongum øðrum almennum
tættum. Tað kundi ikki gerast uttan
við virðing fyri ymisku arbeiðs
tíðum og lurtimøguleikum skatt
gjaldarans. Tí mátti lesturin eisini
endursendast. Skuldi onkur ikki
havt stundir um morgunin, so
leggur humoristiski Axel afturat:
”Morgunlestrarnir kunnu eisini
lesast um kvøldið”. At finna
stundir á skrá útvarpsins var fyri
honum ongin trupulleiki.
Morgunlesturin fjálgar
um mál og mentan
Sambært § 10 í kringvarpslógini
skal Kringvarpið í programm
virkseminum leggja dent á fjøl
táttað tilboð, sum varðveitir og
fjálgar um mál, mentan, átrúnað og
siðalæru føroyinga.
Lestur er eitt serligt tekstaslag,
sum lýkur ávísar treytir:
Lesturin tekur støði í stuttum
klassiskum tekstbroti, oftast úr
Halgubók, sálmi ella einum av
kristnu kirkjufedrunum ella
heimspekingunum. Lesturin er
stuttur í mun til prædikuna.
Lesturin er tíðaraktuellur sam
svarandi tíðaruppliving, árstíð,
høgtíð ella øðrum viðkomandi
høvi. Lesturin hevur altíð aktuelt,
persónligt, eksistentielt innihald
um t.d. frið, kærleika, rættvísi,
náði, troyst, dirvi, vón, lívsmeining
ella lívsendamál. Teksturin verður
skrivaður og borin fram sum
reflektión og meditatión, sum so
verða stuðlað av sálmasangi og
bøn. Í veruleikanum er lesturin ein
neyv, stutt samanseting av fleiri
tekstasløgum. Tí er málburðurin
eisini neyvur og umhugsaður bæði
málsliga, etiskt og filosofiskt.
Lesturin stuðlar eisini á ser
stakan hátt endamálinum í grein
10. Morgunlestrarnir hava vanliga
um ikki altíð bæði teologiska og
málsliga dygd, sum vit eisini kunnu
brúka í undirvísingarhøpi. Nógvir
kunnu eisini, sum hjá Axel, setast á
prent. Ofta verða stuttar, men sera
tíðarhóskandi teologiskar grein
ingar gjørdar í lestrinum. Eisini eru
viðkomandi sitat av navnframum
gudfrøðingum, heimspekingum,
yrkjarum og rithøvundum javnan at
hoyra. Harumframt er sálarfrøðilig
greining ofta tikin við, sum hevur
terapeutiskan týdning í góðari
sálarrøkt. Alt fyri at fjálga um mál
og mentan.
Morgunfimleikurin hvarv í
rørsluárinum
Útvarp Føroya hevði bæði við
morgunlestri og morgunfimleiki
interaktivt samband við lurtararnar.
Fyrra sendingin kravdi frið, djúp
hugsan, umhugsni, meditatión og
bøn, og tann seinna kravdi rørslu,
styrki, møði og fimi. Frálíkar, fjøl
broyttar og samfelagsliga neyðugar
sendingar, og hóskandi til rørslu
árið og strongdartíðir.
Men hvat hendir? Styrkjandi
interaktiva sambandið við okkum
lurtarar verður kvett. Eg kann siga,
at útvarpið tríggjar ferðir hevur
hjálpt mær munandi burtur úr
leguvaldi, tá eg havi ligið sundur
brotin og rygglamin í nógvar
mánaðir. Tað var við spenningi og
lívsvón, at eg ógvuliga veikur
byrjaði at venja á sjúkrastovuni á
Landssjúkrahúsinum bæði andliga
við morgunlestrinum og likamliga
við dagliga morgunfimleikinum um
tíggjutíðina á morgni. Eg upplivdi,
at eg ímóti egnari væntan fekk
nýggja lívsmegi. Útvarpsins dagligi
íblástur var eggjandi og stimbrandi
og passaliga stuttur og tíðarhóskandi
tað sváru tíðina. Kortini var nóg
mikið av tíð til allar hinar sending
arnar eisini. Útvarpsins leiklutur
stuðlaði tí, sum kønu fysiotera
peutarnir løgdu dent á.
Sjónvarpslestur við
avsporandi myndum
At leggja endursendingina av
morgunlestrinum á sjónvarps
skíggjan er eitt dupult mistak. Tað
er oftast ómøguligt at hava sjón
varpsskíggja tøkan í sjúkrasongini,
á útróðri, á dekkinum, í haganum, í
stiganum, á takinum, í bilinum, á
verkstaðnum, í kjallaranum o.s.fr.
Eydnast so hendinga ferð at sita
við ein skíggja fyrrapart, verður
kjarnuboðskapurin í lestrinum
avsporaður av mótvirkandi mynd
um, sum ørkymla, t.d. tá boðskap
urin er um frið, náði, vón ella
fyrigeving. Sama tilvildarliga røð
av myndum verður víst hvørja ferð
við ongum samsvari við boðskapin,
ein hurlivasi av myndum: mennis
kjað verður rikið úr Eden, Ábra
ham ofrar Ísak, Djevulin freistar
Kristus, Jesus hoknar undir
krossinum, nýføðingurin í fangi
Mariu, Dánjal í leyvubølinum og
Móses við lógartalvunum. Og so at
enda, saman við Faðir Vár, smildr
ar Samson templið og
mannakroppar sleingjast íkring.
Í dogmatikkini, trúarlæruni,
verða náði og fyrigeving altíð
kunngjørd, eftir at lógin hevur
framt sína uppgávu. Í myndarøðini
er tað øvugt.
Samson hevur nú fleiri hundrað
ferðir á skíggjanum smildrað
tempul Dagons í Gaza. Hvat man
teoretiska og journalistiska ástøðið
vera í hesum føri? Heilin er í upp
reistri og tvíningum av meinings
leysum mótsetningum millum
skíggja og tekst. Boðskapurin, sum
hoyrist í oyrunum og myndin, sum
sæst við eygunum, tykjast í skundi
og óumhugsað at vera sett saman
sum neyðloysn. Hví ikki eisini
brúka ta ørgrynni av myndum við
andligum íblástri ella
náttúrumyndir, sum nútíðar
listarmenn hava málað bæði í
Føroyum og uttanlands.
Lestur er sálarrøkt
Religiónssosiologiskt hava
granskarar staðfest ein vaksandi
áhuga og tørv á andakt, lestri,
meditatión, djúphugsan,
pílagrímsferðum, andaligari røkt
o.s.fr. í samfelagnum. Tað kemst
m.a. av strongd, skundi, rótloysi og
tómleika í einum ovurmaterialist
iskum samfelagi. Mong leita sær
hjálp hjá sálarfrøðingum og prest
um, sum jú hava serstaka pastorala
útbúgving. Og tá nú teologarnir,
sum eru útbúnir gudfrøðingar og
sálarhirðar, bjóða sær at skriva
morgunlestrar, átti útvarpið sjálv
andi at tikið av og brúkt henda
møguleika at varðveitt eitt fjøl
broyttari tilboð til ein nógv størri
part av fólkinum enn bert tey, sum
hava stundir og møguleika kl.07 á
morgni. So at siga allir føroyingar
verða doyptir, navngivnir, konfirm
eraðir, giftir og grivnir frá onkrari
kirkju ella samkomu. Tí er lesturin
við endursending í almenna rúmi
num nakrar fáar minuttir í góðum
samsvari við ynski hjá heilt
nógvum føroyingum.
10 minuttir av
uppibornari senditíð
Fyrst er at undrast á, at útvarpið
hevði ráð at taka minuttirnar frá
lestrinum og fimleikinum, tí
spurningurin bleiv jú beinanvegin,
hvat skuldi fyllast í tómrúmið. Í
tíðarrúminum frá kl. 07 á morgni
og fram til kl. 12.20 er nógv áhuga
vert at hoyra, men samstundis
eisini so nógv tómgongd og ífylla
av tónleiki, at spurningurin ikki
kann vera um plásstrot, enn minni
at nøkur heild verður órógvað. Er
ikki pláss fyri morgunlestri og
morgunfimleiki við endursending,
tá útvarpið ræður yvir 1440 minutt
um um samdøgrið? Morgunlestur
og morgunfimleikur hóska væl inn
í morgunheildina bæði at senda og
endursenda. Ikki at endursenda
morgunlesturin seinni á morgni er
vanvirðing av øllum teimum, sum
ikki hava tíð ella ikki megna at
vera so tíðliga á fótum. At taka
interaktivu fimleikasendingina av
skránni er eisini at gloyma øll tey
ungu og eldru, sjúku og skerdu,
sum í mong ár hvønn dag hava leit
að sær heilsu og betri førleika við
at venja eftir vegleiðing og ráðum
útvarpsins. At nøkur fara av og
onnur koma á flatuna í almennum
útvarpi er júst, sum tað eigur at
vera, tí tað endurspeglar og fremur
fjølbroytni. Alment útvarp og sjón
varp skal júst leggja seg eftir at
eggja so mongum ymiskum sam
felagsbólkum at koma á og fara av
sendiflatuni so ofta sum møguligt.
Annars verður miðilin alt ov eins
táttaður og einsporaður í mun til
fjølbroytta samfelagið. Lat teir
privatu miðlarnar vera einstáttaðar
og dyrka síni serøki og sínar
serflokkar!
Kringvarpið endurspeglar virðini
Vit eru kringvarpinum takksom fyri
eina fjølbroytta skrá, sum umboðar
eina stóra mongd av fólkinum
vinnuliga, mentanarliga, átrúnað
arliga, ítróttarliga, politiskt o.s.fr. Tá
nú 70 80% av fólkinum sambært
kanning hjá Fynd fegin vilja hava
morgunlesturin endursendan sum
fyrr, so er hetta í veruleikanum ein
stór álitisváttan og heiður fyri
útvarpið. Hetta vísir, at Útvarp
Føroya hevur verið á rættari leið, og
at útvarpið hevur megnað at hildið
fast við siðbundnar sendingar, sam
stundis sum brotið er upp úr
nýggjum á so mongum økjum.
Útvarpið hevði við at endursent
morgunlesturin og við at tikið
morgunfimleikin uppaftur víst eina
sterkari heildarfatan av føroyska
samfelagnum og hevði samstundis
sýnt størri etiska ábyrgd við at
skapa størri almenna nyttu og gagn.
Javnvágin millum teir føstu,
berandi, siðbundnu tættirnar og teir
broytiligu, skiftandi og nýskapandi
tættirnar gevur røttu gróðrarlík
indini. Hesir partar liva so at siga
hvør av øðrum. Teir bjóða hvør
øðrum av. Javnvágin ger, at Kring
varpið betur megnar at halda fast
við kjarnuvirði so sum fjølbroytni,
dygd og alment gagn bæði hjá
frískum og sjúkum, ungum og
gomlum.
Tá tíggju minuttir
skeiklaðu Kringvarpið
Tíðargreinin
tíðargreinin
Róland í Skorini
» Ein meginregla í øllum
almennum fjølmiðlum er,
at tað, sum er vert at
senda, er eisini vert at
endursenda «
» Tá millum 70 og 80% av
Føroya fólki ynskja endur
sending av morgunlestrinum
aftur á skránna, er vón og
virðing fólksins ikki brostin.
Men hvør lurtar eftir
demokratisku røddini? «