fríggjadagur 28. august 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 163 - 28. august 2009
Føroyska stavraðið er
ikki lykilin til vitan, men
heldur til centripetala
nalvaskoðan
Sunnudagin hevði útvarps
maðurin áhugaverda sam
røðu við Sjúrð Skaale um
ABC’ið. Ógvuliga apropos
visti tíðindamaðurin í
sendingini eisini at siga, at
burturblivna fraktskipið,
sum russar leitaðu eftir, var
funnið við Grønhøvda
oyggjar.
Síðani almenna føroyska
stavraðið gjørdist kjølfestið
undir stavsetingini, hevur
tað í vaksandi mun verið ein
trongi fyri skilvísari mál
røkt, ein forðan fyri gerandis
vitan og ein fótongul í al
tjóðagerðini. Stavraðið er
vorðið gluggapynt hjá summ
um at tjóðskapa sær við.
Úrslitið er, at vit í mong
um viðurskiftum eru endað
í stavseting, sum fyri flestu
gevur trupulleikar heldur
enn møguleikar. Har
føroyska stavraðið ikki er
lykilin til vitan, men heldur
til centripala nalvaskoðan.
Kaka og kaka
Tilgongdin við stavraðn
um, har c,q,w,x og z eru
lúkaðir burtur, hevur eisini
sett fleiri lærugreinar í eina
andsøgn. T.d. er burturav
mest brúkti bókstavurin í
støddfrøðini, stavurin x,
burturbeindur. Sama er
galdandi fyri hinar stavir
nar, sum eru stuðlar undir
ótaldum formlum í eitt nú
alis og evnafrøðini.
Í gerandismálinum finna
vit C í cvitaminum, calci
um, lista C, cdur, cif, .
com, Celsius, á talvborð
inum t.d. C4, cm, cl, cacao
og í ótal av øðrum orðum.
Einki at siga til, at børn
eru ørkymlað, tá tey í
føðingardøgum nú drekka
kaka og kaka verður
serverað afturvið.
W er eisini allastaðni t.
d. wc, www., watt, WHO,
WTO, Wien, wisky,
Windows o.s.fr.
Eisini eru aldargomul
fólkanøvn troðkað út í
myrkrið. Nøvn sum Christ
ina, Victor, William,
Zakarias o.o. hava livað í
eini oyðimarkargongd
farnu tvey ártíggini. Somu
leiðis kunnu eftirnøvnini
Breckmann, Carlsen,
Christiansen, Clementsen,
Jacobsen, Michelsen,
Niclasen, Wang, Wardum,
Weihe, Wilhelmsen,
Winther, Zachariassen,
Ziska og mong onnur
kenna seg uttan fyri góða
alfabetiska selskapið.
Trongi fyri vitan
Partvíst hevur almenni
Skúlabókagrunnurin gingið
undan í politikkinum.
Hetta er serstakliga sjónligt
í Heimsatlasinum, sum
varð útgivið í 1993.
Henda bók, sum eigur at
vera gluggin út í heim hjá
leikum sum lærdum, er
ístaðin vorðin ein trongi
fyri vitan og lærdómi.
Í atlasinum er soldað í
bókstavunum í ólukkumát.
Í reinskanini eru staðar
nøvn broytt og onnur hava
mist sín upprunatýdning.
Nú eitur tað ikki longur
Schweiz men Sveis, Sicilia
eitur Sikiloy, Chad Kjad,
Scillyoyggjarnar Sillingar
oyggjar, Chile Kili, New
Zealand Nýsæland, Zaire
– Sair, Zimbabwe Sim
babvi, Mozambique –
Mosambik, Cape Town
Høvdastaður. Ja, dømini
eru ótald.
Har ein skriðan er
lopin...., soleiðis eisini í
atlasinum. Í málsligum
ovfarakæti leyp ketan
púrasta av.
Danmark eitur nú
Danmørk, Hebridurnar
Suðuroyggjar, Bornholm
Burgundarhólmur,
Sjælland Sæland,
Thailand Teiland o.s.fr.
Hálvoyggj er broytt til
nes, hóast heitini í landa
frøðiligu terminilogiini
umboða hvør sítt. Vit hava
Eystnes, Tinganes og nú
eisini Kolanesið (á stødd
við Ísland?!) og so er ÚF
farið at siga Koreanesið,
sum er útvið ¼ mio km2 ?!
Harafturat er a skift út
við á, o við ó, y við ý og u
við v. Hví skal tað eita
Ásia, Arábia, Róm,
Kýpros, Jerúsalem,
Makedónia, Avstralia
o.s.fr.?
Kann tað hava nakað við
íslendsku stavsetingina at
gera? Spurningurin er sjálv
sagdur, tí nú eita Vest
mannaoyggjarnar Vest
mannaeyar í atlasinum!
Og miðlarnir eru farnir
uppaftur longri. Í ÚF
verður vanliga sagt, at
okkurt er áfatt í Spaniu,
Albaniu, Australiu o.s.fr.
Tað eitur Spania, Albania,
Australia. Hvør er tann
logiska frágreiðingin?
Toskarhøvdi
Øll hesi konstrueraði ný
yrði, frá gerandishugtøkum
til staðarnøvn, har upprun
in tykist at vera at sleppa
av við partar av latínska
alfabetinum, tarna smidlig
ari innlæring, eru ein
fótongul í leitingini á
internetinum og forðan fyri
optimalari fatan av tíðind
um, sum áhaldandi floyma
úr alheiminum umvegis
elektronisku miðlarnar.
Onkur hevði á munni, at
hetta bert er byrjanin. Tá t.
d. atlasið verður
endurprentað, hava flestu
staðarnøvn aftur verið í
tváttinum og koma tá
undan kavi sum púra óspilt
føroysk orð.
Útvarpsmaðurin las
Grønhøvdaoyggjar fyri
Cap Verde. Skulu vit so í
næstum vænta, at tá okkurt
verður á vási við Cape
Cod, at tíðindamaðurin fer
at beríka okkum við
heitnum Toskarhøvdi?
Livst so spyrst.
Onkur heldur at hetta er
skemt, men tað er tíverri
ikki so. Hetta eru Føroyar
anno 2009.
Í sambandi við at tað er í
umrøðu at broyta stavrað
okkara, fari eg at loyva
mær at koma við nøkrum
viðmerkingum. Vit sleppa
sum kunnugt ikki undan at
nýta aðrar stavir, tá ið vit
skriva ávís útlendsk fólka
nøvn, staðarnøvn o.a.tíl.,
men í mong ár hevur verið
siðvenja at taka fremm
andaorð og tøkuorð inn í
okkara mál við at laga tey
til okkara egna stavrað.
Eitt nú við at seta s í staðin
fyri c, t.d. djús, sigarett,
sigar, sirkus, sosiologi, við
at seta s fyri z, t.d. bensin,
blits, bronsa, ensym, oson,
pitsa, sebra, sink, Sveis,
við at seta ks fyri x, t.d. :
faks, Meksiko, saksofon,
við at seta j fyri útlendskt
y fremst í orði, t.d.: joga,
jogurt og við at seta v í
staðin fyri w, t.d.: bovla,
vesi, vinarbreyð, vist o.s.fr.
Tað er ein ørgrynna av
slíkum orðum í málinum.
Tískil fari eg at vísa á, at
verður stavraðið broytt, so
má støða takast til, um
henda siðvenja skal halda
fram ella ikki. Hevur
Sjúrður Skaale hugsað um
hetta? Hvør støða enn
verður tikin, so má vera
heilt greitt, hvussu tøkuorð
og fremmandaorð skulu
stavast, og boðskapurin má
koma heilt greiður út til
fólk. Annars er stórur
vandi fyri, at øll fara at
skriva hvør í sínum lagi.
Tað eru tó óivað mong, ið
halda tað vera lættari, men
her má fyrivarni havast. Tí
tað er neyðugt hjá okkum
– eins og øllum, ið hava
eitt framkomið regluskipað
skriftmál – at hava eina
reglu ella ein leist at halda
okkum til, t.e. 1) hvussu
stavast eitt ávíst orð? 2)
hvat merkir eitt ávíst orð?
3) hvussu bendist eitt ávíst
orð? 3) hvat er tað orð
feingi, ið vit skulu nýta? 4)
hvat er rættur føroyskur
setningsbygnaður? Her
mugu orðabøkur, rættstav
arar og mállærur vera
samdar, so tað ber til at fáa
eitt greitt og eintýðugt svar
hjá øllum, ið skriva.
Harumframt er neyðugt, at
Málnevndin hevur eina
greiða støðu hesum við
víkjandi og gongur á odda
við at fáa henda boðskap
út. Fólk mugu fáa at vita,
hvat er góður málburður
ella ikki, hvussu eitt orð
verður stavsett rætt og
hvussu tað bendist. Fólk,
ið ynskja málsliga leiðbein
ing, mugu fáa eitt greitt og
eintýðugt svar, ið er í
samsvari við orðabøkur og
annars ta regluskipan, ið er
galdandi. Vit kunnu ikki
skriva hvør í sínum lagi.
Tað verður heldur ikki
gjørt í okkara granna
londum.
Tí er neyðugt at hugsa
um, hvørjar avleiðingar tað
fer at hava, um stavraðið
verður broytt. Tað ber ikki
til at seta nakað í gongd
uttan at hugsa um avleið
ingarnar. Verður stavraðið
broytt, mugu tey, ið taka
hesa avgerð, eisini duga at
skilja, at setast má út í
kortið, um haldast skal fast
í hesa siðvenju – at laga
fremmandaorð og tøkuorð
til okkara stavrað ella ikki.
Og harumframt má støða
takast til, um tey orð, ið
longu verða skrivað við
okkara egnu stavum, skulu
broytast, so tað er í lagi at
skriva sigarett og sirkus
við c, bensin við z o.s.fr.
Her er best at hava eina
ávísa stavseting og ikki
valfría stavseting, tí tað
ørkymlar meira enn hjálpir
fólki at stava.
Tað slepst ikki undan, at
tað fer at fáa avleiðingar
fyri okkara skriftmál, um
stavraðið verður broytt.
Tað er umráðandi at fáa at
vita, um nakar hevur gjørt
sær greitt, hvussu umfat
andi hesar avleiðingar vera
– ikki minst fyri tey, ið
rættlesa, týða o.a. Tí tað
ber ikki til at gera málsligt
arbeiði til lítar, um eingin
føst regla er. Heldur ikki
ber til hjá lærarum og
teimum, ið hava ábyrgd av
at læra onnur okkara mál,
at undirvísa í føroyskum,
uttan at vita, hvussu orðini
í okkara máli skulu stav
setast. Heldur ikki ber til at
geva bøkur o.a. tilfar út,
um eingin greið regla er.
Ein stovnur undir landinum
er Føroya Skúlabókagrunn
ur. Hesin stovnur hevur við
Heimsatlasinum latið øll
heimsins lond í føroyskan
málbúna, og hetta atlas
verður nýtt í øllum skúlum,
umframt at hetta snið á
nøvnunum nú verður nýtt
sum leistur fyri, hvussu
lond o.a. stavast á føroysk
um. Skal hetta arbeiðið nú
fara fyri skeytið, tí aðrir
stavir skulu nýtast? Hetta
er ið hvussu so er neyðugt
at taka støðu til.
Eitt annað, ið eisini
hevur týdning: Sum nú er,
er tað trupult hjá nógvum
at stava og benda rætt.
Kann henda broyting ikki
virka til tað verra? Tí hetta
kann uttan iva ørkymla
uppaftur meira. Tey ungu
kenna ofta útlendsku orðini
betur enn okkara egnu, tí
tey lesa so nógv á øðrum
málum. Eg meti, at hetta er
tað øvuta av tí, ið teimum
tørvar. Tað er heldur leið
beining, ið teimum tørvar.
Tað kann eisini sigast
soleiðis: Skulu vit føroy
ingar varðveita okkara mál
við teimum sereyðkennum,
sum tað hevur, ella skulu
vit bara sleppa endanum
og alheimsgera okkara
skriftmál?
Tað er ið hvussu so er
neyðugt at hava áður um
rødda spurning í huga,
áðrenn støða verður tikin.
PS At navnalógin er í
samsvari við okkara
stavrað er eyðvitað.
Grønhøvdaoyggjar??
løgtingsmaður
Bjarni
Djurholm
Bensin ella benzin? Sigarett ella cigarett?
marjun arge
SimonSen
Hans Pauli Strøm gjørdi
semjuna til onkis
Tvørpolitiski pensjónsbólkurin varð samdur um, at ongin í bólkinum
úttalaði seg til miðlarnar um arbeiðið í bólkinum fyrr enn arbeiðið var
liðugt. Og vit samdust enntá um eitt tíðindaskriv, sum varð sent øllum
miðlum, m.a. um hesa munnkurv. Nú síggi eg, at Hans Pauli Strøm,
sum er í bólkinum, hevur eina langa grein í bløðunum um pensjónir, og
um hvat Javnaðarflokkurin vil og heldur. Hendan grein hjá HPS kann
bara skiljast sum at semjan um tøgn er upployst. Tað vil siga, at tað nú
aftur stendur miðlunum frítt at seta seg í samband við øll í bólkinum!
annita á
FríðrikSmørk
viðmerkingar