Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 28. august 2009 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hósdagin 3. september verður Heri Nolsøe í Havn 60 ár. Heri er havnarmaður. Hann hevur arbeitt í Føroya Sparikassa og í Eik í 43 ár. Hann var í síni tíð millum fremstu fótbóltsspælararnar í land­ inum, og nógvu tey seinnu árini hevur hann skrivað sangir og løg, sum ofta eru at hoyra. Foreldrini vóru Emly og Palli Nolsøe. Mamman var úr Fugla­ firði, dóttir Víka Rasmus, sum var tingmaður fyri Fólkaflokkin frá 1940 og til 1946. Palli var ættaður av Tvøroyri. Emly og Palli fingu trý børn: Heri, Elsebeth og Regin. Tey búgva øll í høvuðs­ staðnum. Í 1966 fór Heri í læru í Føroya Sparikassa, og síðani hevur hann arbeitt har. Nógvu tey fyrstu árini í miðbýnum og síðani úti við Strond. Heri var í mong ár KT leiðari í Sparikassanum, og harvið hevur hann á fyrstu parkett fylgt øgiligu menningini. Tá ið Heri hevði starvast í fjøruti ár í Spari­ kassanum greiddi hann frá, at tá ið hann fór at læra, vóru tey tólv fólk í starvi. Alt varð skrivað við hond, og hvørja ferð ein kundi var inni á gólvinum, vórðu stóru bøk­ urnar við kontokortum slongdar upp á ein skrivipult. Upphæddin varð førd inn í sparikassabókina við tveimum undirskriftum, og samstundis varð kontoblaðið dag­ ført í stóru bókunum. Rentan varð útroknað, og dagin eftir varð sama bókin aftur slongd upp á skrivi­ pultin og rentusalda regulerað. Í 1967 vóru bókingar umvegis holkort skrásettar elektroniskt á Elektron, og dagførd kontokort vórðu útskrivað elektroniskt dagin eftir. 1. januar í 1985 kom fyrsti PCarin í húsið. Eins kollveltandi var tað, tá ið tað varð farið yvir til online skipanina, sum flutti Spari­ kassan og hinar peningastovnarnar fram í nýmótans tøkni. Millum arbeiðsfelagar er Heri kendur sum góður samstarvsfelagi, hann er friðarligur og hampuligur, og hann hevur góðan humorist­ iskan sans. Tað var tíðliga í tíðini, at Heri í yngru fótbóltsdeildunum hjá HB vísti, at hann hevði framúr góð evni sum fótbóltsspælari. Hann var á tiltikna góða unglingaliðnum í 1967, tá ið hann onkra ferðina var á besta liðnum. Í 1968 varð Heri fastur álopsspælari á besta liðnum, og har var hann fastur fús­ ur inntil í 1979. Heri var skjótur fótbóltsspælari. Hann hevði serliga góðan bóltfør­ leika og avbera góða máltevið bar við sær, at hann aftur og aftur var besti málskjúttin í landskappingini, sum hann var við til at vinna fimm ferðir. Fyrsta FM heitið varð tryggjað í Klaksvík 29. august 1971 ella í morgin fyri 38 árum síðani. Árið eftir, 3. september ella 23 ára føðingardagin hjá Hera, vann KÍ FM heitið í Gundadali, og so hefti ikki fyri. Heri og HB vunnu FM í 1973, 1974 og aftur í 1975, og síðsta FM heitið var hann við til at vinna í 1978, tá ið Heri og hinir í HB á Sevmýri stríddust ímóti Nolsøe skyldmonnunum og hinum á fína TB liðnum, sum hevði verið meistari tey bæði árini frammanundan. Í síni tíð spældi pápin, Palli Nolsøe, bæði við TB og við HB, har hann eisini var formaður. Longu í 1968 var Heri á lands­ liðnum ímóti Orknoyggjum. Hann umboðaði Føroyar trettan ferðir, og hann skoraði sjey mál. Tá ið Heri var upp á tað besta, var tað ikki so ofta, at tað hoyrdist um, at útlendsk feløg høvdu boð eftir før­ oyskum spælarum. Longu í 1969 ljóðaði, at AGF vildi hava Hera at spæla við teimum í Århus, men Heri fór ongan veg, og tað fór hann heldur ikki, tá ið tað tíggju ár seinni var áhugi í Svøríki fyri at fáa hann at spæla í Jönköping. Heri er framvegis trúgvur HB viðhaldsmaður, og tað kemur meiri enn so fyri, at tað verður havt á munni við hann, hvussu tað mundi havt lagað seg við fótbólt­ inum, um hann hevði havt verið eitt ættarlið yngri og harvið hevði havt heilt aðrar fyritreytir og møguleikar, enn teir føroysku spælararnir høvdu, sum í sjeyti árunum vóru upp á tað besta. Heri eigur fjøltáttaðar listarligar gávur. Hann hevur yrkt og sett løg til nógvar sangir, sum ofta eru at hoyra. Eitt nú hevur hann arbeitt væl saman við Karl Martini Samu­ elsen, og so hevur hann yrkt fleiri av sangunum, sum snúgva seg um HB. Konuna fann Heri í Vági – Dorrit, fødd Kjærbo. Tey eiga tvey børn – Rúna og Beintu. Heri eigur ein abbason. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 29. august, tá ið tað frá klokkan 10 og til klokkan 15 verður opið hús í HB húsinum. J Heri Nolsøe 60 ár Í dag, fríggjadagin 28. aug­ ust kl. 15, er móttøka á Dimmalætting í sambandi við at Aage Samuelsen hev­ ur arbeitt í fyritøkuni í samfull 50 ár. Aage er fuglfirðingur, men hevur meginpartin av lívinum búð í Havn. Foreldr­ ini vóru Rakul Malena Mid­ jord og Steingrím Samuel­ sen, sum bæði vóru úr Fuglafirði. Hann er úr stórum systk­ inaflokki. Tey vóru tólv ­ níggju dreingir og tvær gent­ ur: Benny, Jákup (vanliga nevndur Jó), Flemming, Eilif, Herbert, sum doyði 28. februar í 1996, Gunnar, Vilborg, Randi, sum doyði 11. november í 1995, Tor­ leif, Aage, Hugo og Stanley. Aage fór sum fjúrtan ára gamal í prentaralæru á Dimmalætting 3. august 1959. Dimmalætting helt tá til í Erling Jalsgøtu, har sum Tryggingarfelagið Før­ oyar heldur til í dag. Sein­ astu 24 árini hevur arbeiðs­ pláss hansara verið á Hálsi í Havn. Av teimum 12 systkjunum í Fuglafirði hava seks brøð­ ur arbeitt á Dimmalætting, og vóru teir í mong ár ímyndin av blaðnum. Onkur hevur í skemti tikið til, at Samuelsen brøðurnir vórðu sendir til Havnar í læru á Dimmalætting beint eftir ólavsøku, og at teir møttu til arbeiðis hvønn morgun kl. 8.00 og fóru heim aftur tá teir vóru 67. Tað er ikki heilt onki í hesum. Teir hava allir verið trúfastir og nærlagdir í sínum arbeiði, Aage einki undantak. Hann er eins arbeiðsfúsur í dag, sum hann altíð hevur verið og hevur so at siga ongan sjúkradag havt øll hesi 50 árini. Aage er giftur Sólvá, f. Klein, av Strondum. Tey eiga synirnar Allan og Eyðun. Aage 50 ár á Dimmalætting Kistan við Magna Ol­sen av Toftum, búsit­ andi í Esbjerg, kemur í Fríðrikskirkjuna fríggja­ kvøldið kl. 18.30. Jarðar­ ferðin verður úr Fríðriks­ kirkjuni leygardagin kl. 14. Zakarias Hansen, Sak­ aris á Majarínum, and­ aðist mikudagin á Landssjúkrahúsinum, 79 ára gamal. Kistan við Hanus Jákup Heinesen fer úr Kap­ ellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi heim í Betesda fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verð­ ur leygardagin kl. 13.30. Sigmund Fredag Han­ sen fer til gravar úr Her­ mon í Norðdepli fríggja­ dagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Sigmund, kunnu lata eina peninga­ gávu til Akurin, konto í Norðoya Sparikassa. Kistan við Gunnar Joensen á Kel­duni í Sørvági, fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 14.30. Jarðarferðin verður leyg­ ardagin kl. 14 úr Sør­ vágs kirkju. Tey ið vilja minnast Gunnar kunnu lata Dibetesfelag Føroya eina gávu, konta í pen­ ingastovnunum. Andlát og jarðarferðir Aage Samuelsen