Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 | vikuskifti | 28. august 2009 | 83. árgangur Vikuskifti Víðagitnu heimsstjørnurnar hava verið á klettunum í nakrar dagar, og í gjárkvøldið var ein forsmakkur at fáa í Sjónleikarhúsinum í Havn. Leygarkvøldið býður upp á eina heilt serstaka uppliving, har heimskendir countrytónleikarar trína á pall í Høllini á Hálsi. Brian Sutton, Paul Leim, Paul Franklin, Brent Mason, John Hobbs, David Hungate og Edgar Struble hava allir spælt saman við heimskendum country stjørnum, og í morgin fara teir at framføra við 14 ymiskum føroyskum sangarum. Hugtóku í Sjónleikarhúsinum Í gjárkvøldið var ein forsmakkur at heinta í Sjónleikarhúsinum í Havn, tá ið hesir víðagitnu tónleikarar framførdu fyri fyrstu ferð í Føroyum. - Fólk vóru ógvuliga hugtikin av tiltakinum í Sjónleikarhúsinum, og tey, sum hoyrdu teirra framførslu vóru ikki í iva um, at hetta var ein tann besta konsertin í Føroyum nakrantíð, sigur Petur Háberg Jacobsen, fyrireikari. Umframt at framføra svaraðu tónleikararnir eisini spurningum frá áskoðarunum, og føroyingar vóru ikki sørt hugtiknir av Nashville stjørnunum. - Serstakliga føroyskir tónleik- arar settu ymiskar spurningar, og áhugin var fyri at vita júst hvat krevst fyri at verða ein Nashville tónleikari, sigur Petur Háberg Jacobsen. Tiltakið í Sjónleikarhúsinum var bert ein lítil útgáva av tí, sum verður at hoyra í annaðkvøld, og higartil bendir alt á, at konsertin á Hálsi verður eitt veruligt brak. Eru púra vekk í føroyingum Seinastu dagarnir hava Nashville tónleikararnir vitjað ymisk støð í Føroyum. Millum annað hava teir vitjað í Kirkjubø, har eitt nú Eivør Pálsdóttir sang fyri teimum í sjálvum Kirkjubø Múrinum. Eisini hava teir vitjað í Nólsoy og í Vestmannabjørgunum. - Hesir menninir hava verið í flestu av heimsins londum, men teir hava aldrin áður upplivað nakað sum Føroyar. Teir kenna seg væl ímillum tað føroyska fólkið og hava avgjørt ætlanir um at koma aftur, sigur Petur Háberg Jacobsen. Tónleikararnir fara úr Føroyum sunnukvøldið, og hesin seinasti dagurin áðrenn konsertina verður nýttur til at venja og at fyrireika tað stóra brakið í annaðkvøld. Í studio saman við Halli Umframt at hava vitjað oyggjar- nar í Føroyum, hava Nashville tónleikararnir eisini givið sær stundir til at spæla saman við Halli Joensen. Teir vóru við Halli í upptøkuhølinum í tveir dagar, har teir megnaðu at spæla og taka upp øll løgini, sum verða at hoyra á nýggju fløguni hjá honum. - Teir nýttu tveir dagar um tað, sum vit annars nýta í øllum førum 14 dagar til at gera. Hetta sigur eitt sindur um evnini hjá hesum monnunum, sigur Petur Háberg Jacobsen. Nýggja fløgan hjá Halli verður eftir øllum at døma nakað øðrvísi, enn tað vit áður hava hoyrt frá countrykonginum, tí hesaferð verða tað í høvuðsheitunum hans- ara egnu løg, sum verða á fløguni. - Nashville tónleikarunum dáma ógvuliga væl nýggju løgini hjá Halli Joensen, og teir hava allir sagt, at Hallur minnir nógv um Hank Williams, heimskenda countrytónleikaran, sigur Petur Háberg Jacobsen. Upprunaliga var ætlanin, at bert ein konsert skuldi verða í morgin, men stóra undirtøkan hevur ført við sær, at enn ein konsert verður við heimsstjørnunum. - Fyrra konsertin var skjótt útseld, og tískil hava vit valt, at skipa fyri enn einari konsert, og bara í gjár seldu vit yvir 400 atgongumerki, sigur Petur Háberg Jacobsen. Eykakonsertin verður klokkan 18 í Høllini á Hálsi, og eftir báðar framførslurnar verður dansur á skránni við millum øðrum Halli Joensen, og har ber til at keypa atgongumerki við dyrnar. Konsert Barbara Holm blaðkvinna barbara@sosialurin.fo Í hesum døgum vitja kendir Nashville tónleikarar í Føroyum, og í morgin verður allarhelst ein tann størsta country konsertin nakrantíð í Føroyum hildin á Høllini á Hálsi Heimskendar stjørnur liva sum greivar í Føroyum