fríggjadagur 28. august 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
20
Nr. 163 • 28. august 2009
Tá ið Birthe Klinte
fór frá við eftirløn
byrjaði ein nýggjur
partur í lívi hennara.
Nú skipar hon fyri
ferðum til India
og hevur sín egna
máta at veita
menningarhjálp
Eldralív
Randi Jacobsen
blaðmaður
randi@sosialurin.fo
Birthe Klinte, búði í árunum frá
1988 til 1995 í Føroyum, við
tað at maður hennara, Bent
Klinte, var ríkisumboðsmaður í
Føroyum. Hon gjørdi tá steinprent
saman við listarkvinnunum Jónu
Rasmussen, Astri Luihn og Aase
Bømler Olsen.
Hon hevur júst verið í Føroyum
og vitjað.
- Eg vildi so fegin hitta tær
genturnar aftur, sigur Birthe
Klinte, sum kom at kenna nógv
fólk, meðan hon búði í Føroyum.
- Eg má viðganga, at eg dugi
ikki bara at vera pensionistur.
Eg eri av tí ættarliðnum, sum
ikki góðtekur, at lívið stegar upp,
bara tí vit fylla 67 ár og fara av
arbeiðsmarknaðinum, sigur Birthe
Klinte.
Hon fór tí at lesa til
psykoterapeut, og tann
útbúgvingin tók fýra ár.
Inniligt vinarlag
Eitt ár fóru Birthe og Bent Klinte
ein túr til India, og hon smeltaði
fullkomiliga fyri hesum stóra og
øðrvísi landinum.
Beint sum hon kom á flogvøllin,
møtti hon einum ungum blíðum
manni, sum heilsaði henni við
orðunum:
- Eg visti tað var tú, sum kom
higar.
Hon hevði aldrin áður hitt
mannin, men hetta gjørdist til
eitt innarligt vinarlag millum tvey
fólk. Eina danska tilkomna kvinnu
og ein ungan indara.
Hálvt annað ár seinni fór Birthe
Klinte aftur til India, og tá bað
Masood, sum maðurin eitur, hana
koma við til Kashmir.
Hon er komin at kenna alla
familjuna hjá Masood, ein
dámlig familja. Pápi hansara
var skúlastjóri og er farin frá
fyri aldur, men tey hava einki,
sum eitur fólkapensjón. Tí
noyðist Mahood at upphalda
allari familjuni. So varð 26 ára
gamli Masood, sum er útbúgvin
í ferðavinnu, uppsagdur, og
familjan var illa fyri fíggjarliga.
- Eg fann tí uppá at keypa
turriklæði í Kashmir at selja í
Danmark, og vinningin sendi eg
til familjuna hjá Masood, sigur
Bente Klinte.
Ferðavinnusamstarv
Hon bjóðaði eisini Masood
til Danmark. Áðrenn hann
kom, skrivaði hon til fleiri
ferðaskrivstovur og segði, at
hon fekk vitjan av einum ungum
indara, sum gjarna aftur vildi
arbeiða í ferðavinnuni. Tvær
ferðaskrivstovur vístu áhuga, og
Mahood og Birthe Klinte komu
soleiðis í samband við Le Voyage
og Culture Adventure, sum m.a.
skipar fyri ferðum til Grønlands
og Íslands.
- Tá ið tey søgdu, at tey
hugsaðu um eisini at gera ferðir
til Føroya, bað eg um at sleppa
uppí, sigur Birthe Klinte.
Masood er í samstarvi við
Birthe Klinte við at byggja upp
sína egnu ferðaskrivstovu, og hon
fer við fólki úr Danmark til India,
við smáum ferðaløgum. Onkrar
ferðir hava yvirskiftina joga og
meditasjón.
- Hetta er ordiliga stuttligt, og
eg vænti, at fólk fara at taka væl
ímóti okkara tilboðum. Vit skipa
fyri útferðum og geva fólki nógvar
ymiskar upplivingar. Vit ætla at
búgva í tjaldum við Ganges, sigla
á Ganges og so samstundis íðka
joga, sigur Birthe Klinte.
Hon ger eina ferð til India 20
til 25. oktober og so aftur eina
ferð í mars. Tey fara at búgva
ymsa staðni, eitt nú í gomlum
fyrrverandi kleystrum. Ein ferð til
Inda kostar ikki tað stóra.
Ævintýrland
Birthe Klinte er ógvuliga hugtikin
av landinum, bæði so og so.
Fyri hana er tað sum at vera í
ævintýrlandi at ferðast í India.
- Tað er fátæksligt og ússaligt,
og har eru fólk við ongum beinum
ella ongum ørmum, men tað mást
tú tola at síggja.
Vinir hennara eru muslimar,
sum meditera. Teir halda seg
kunna fáa samband við Gud,
meðan tey enn eru á jørðini.
Lívsfilosofi teirra byggir á
sannleika og reinlyndi. Kanst tú
ikki siga sannleikan, er betri at
tiga.
Masood hevur eisini ætlanir
um at fáa pening til vega,
soleiðis at hann kann skipa fyri
kappingum fyri ungar dreingir
í hesum tí fátæka partinum
av India, har tað eisini er so
ófriðarligt. Eisini vil hann fegin
hjálpa kvinnum, sum eru farnar
upp um tey 30 árini. Saman við
Birthe Klinte roynir hann at seta
tær í gongd við at arbeiða og
harvið fáa inntøku, soleiðis at tær
klára seg og kanska finna onkran
einkumann at gifta seg við, tí so
gamlar kvinnur fáa onga medgift.
Birthe Klinte kann halda fram
í tað óendaliga við at tosa um
India, men týdningarmiklasti
boðskapur hennara er, at lívið
steðgar ikki, tá ið tú verður 67 ár
og fer av arbeiðsmakrnaðinum.
Um tú leggur í og hevur heilsuna,
hevur lívið framvegis nógv at
bjóða.
Nýtt lív sum
pensionistur
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Um at
útnytta
Fýra ungar gentur hava verið
í Latínamerika og ferðast.
Tað er djarvt gjørt, og til alla
lukku komu tær aftur í øllum
góðum. Tær greiða frá ferðini
í einum av bløðunum og koma
eitt sindur inn á klassamun og
fátækt í summum av londunum,
sum tær vitjaðu. Til dømis siga
tær, at tær hava verið úti fyri,
at fólk “vildu gagnnýta sær”
av teimum....Hvat man hetta
vera, hugsar tann bilsni lesarin.
Hann óttast, at okkurt ótýggi
hevur gjørt seg inn á genturnar,
og kanska hevur beistið ætlað
okkurt sexuelt....?Men so er
ikki. Tað, sum er hent, er bara
tað, at genturnar, sum vóru
slopnar undan øllum vandum
í tí fjarskotna Latínamerika,
vóru so óheldigar, tá ið tær
aftur vóru í føðilandinum, at
tær duttu í eina óbrúkiliga
orðabók. Tær vóru bidnar
um at skriva okkurt um hesa
minniligu ferðina, og so
fingu tær brúk fyri at siga,
at okkurt olmussudýrið “vildi
útnytta tær”, tí tær sóu út til
at hava pengar. Tær gera so
ta dáragerð at fara at kaga
í orðabókina, og har finna
tær út av, at “udnytte” kann
eita “gagnnýta” (einki eitur
at gagnnýta sær). Men hatta
undarliga orðið kann ikki
brúkast her. Vit kunnu kanska
gagnnýta toskarhøvdini í Lorvík,
so tey ikki fara til spillis. Men
hjá hesum gentunum var talan
um at útnytta, snýta, bedraga.
Tær kundu eisini sagt, at tær
høvdu varhugan av, at onkur
fátækur hevði hug til at benytta
sær av teimum.Men til alla
harrans lukku brúktu tær ikki
tað andskræmiliga “gera sær
dælt av”, sum málinvalidarnir
annars tykjast at hava tikið til
sín. (MT)