fríggjadagur 28. august 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 28. august 2009
Vikuskifti
„Dómsnevndin hevur valt onga 1.
virðisløn at lata ...“
Stummi skelkurin stóð mál
aður í gapandi andlitunum. Fá
sekund seinni var tað, sum hevði
onkur slept eini bumbu millum
teir 400 alspentu áskoðaranir
á klædnakappingini hjá Glugga
glæmu í Müllers Pakkhúsi leygar
dagin. Í øgiligu málageipanini
hoyrdi ongin restina av setninginum
hjá frásøgumanninum. Og runt um
í hølinum vóru vónbrotnir og illir
sniðgevar longu í ferð við at taka
síni pløgg niður, sum tær síðani
rýmdu við.
Brádliga var tað, sum skuldu
vera framsýningin av okkara
fremsta handverki í løtuni, um
skapað til eina leivd av onkrum,
sum einaferð var.
Líka síðani hava atfinningarnar
heglað niður yvir dómsnevndina
„Dómararnir áttu at fingið eitt
reint 13 tal fyri niðurgering av
folki“ fýsti onkur í einum netkjaki
„Óluksáliga synd í teimum, sum
luttóku í kappingini“, suffaði ein
annar, meðan ein triði bjóðaði
heldur poetiskt inn at „Tað var
sum sólin fór burtur og tað
gjørdist ísakalt í Pakkhúsinum“
Áhugaverd øsing
Føroya mest umstrídda dóms
nevnd í løtuni hevur fylgt hvassa
kjakinum. Men hvørki Katrina í
Geil, master í design, Katrin
Bonde, teaturskraddari, ella Anna
Mortensen, onnur av fyrrverandi
eigararnum av klædnafyritøkuni
PAU, hava timburmenn eftir
hendingina leygardagin.
Heldur tvørturímóti. Faktiskt
umhugsaðu tær bara at lata eina
3. virðisløn og onga 2. virðisløn.
At lata eina 1. virðisløn var
ongantíð uppá tal.
Vit høvdu tikið akkurát somu
avgerð, um vit skuldu gjørt
tað umaftur, og kunnu standa
hundrað prosent inni fyri hvørjum
orði í viðmerkingunum, sum vit
góvu avrikunum, sigur Anna
Mortensen.
Katrina í Geil skoytir uppí, at
hon í grundini heldur tað vera
rættiliga áhugavert, at avgerðin
hevur øst fólk so nógv.
Hetta vísir, at føroyskt
handverk sum fak onga siðvenju
hevur í at taka ímóti kritikki. Í
viðmerkinginum blíva fólk við at
minna á, at luttakaranir hava lagt
alla sína tíð, orku og hjartablóð í
at skapa hesi pløggini. Har má eg
bara siga „sjálvandi! tí tað krevst
onki minni“ Og ofta er tað heldur
ikki nóg mikið til at skapa eitt
plagg, sum skarar framúr.
Eisini Katrin Bonde hevur grun
að yvir, hvat tað er, sum hevur
skapt ógvusligu reaktiónirnar.
Ein orsøkin er uttan iva, at
føroyskt handverk er eitt fak, har
øll halda seg duga. Tí verða tey,
sum veruliga duga, ofta fatað
sum arrogant. Úrslitið er, at hetta
er eitt øki, har tað mestsum er
bannað at læra hvønn annan
nakað. Og tað er stórt spell, tí tað
blívir ongin dugnaligari av.
Anna Moretensen nikkar og
minnist eina viðmerking tær fingu
á framsýningini, sum undraði
hana stórliga.
Ein kom yvir og brigslaði okkum
at royna at praktisera jantelógina,
so ongin av luttakaranum skuldi
halda seg vera nakað. Eftir mínum
tykki er tað beint øvut, har tað meir
er dómsnevndin, sum her er offur
fyri jantelógini. Hóast vit hava
bæði útbúgving og drúgvar royndir
í fakinum, skulu vit eftir øllum at
døma ikki ditta okkum til at meta
um, hvat er gott og minni gott.
Trupulleikin er nokk, at vit
hava gjørt eina professionella
meting av nøkrum, sum fólk
vanliga knýta nógvar kenslur at.
Og tað kann næstan bara føra
til misskiljingar. Tí er tað so
ótrúliga umráðandi, at fólk innan
hetta øki eisini læra seg at skilja
ímillum tað reint fakliga og tað
kensluliga, heldur Katrina í Geil.
Møguliga verður tað ein torfør
uppgáva, tí onkursvegna tykist
tað „óføroyskt“ at seta hatta
markið serliga tá tað ræður um
føroyskt handverk, har man ofta
fær eitt herðaklapp fyri at duga
so væl at kopiera, grunar Anna
Mortensen.
Í grundini hevur tað eisini við
sær, at fólk ikki av álvara læra at
virðismeta hetta handverkið, og
tað er ótrúliga spell, heldur Katrin
Bonde
Einans faklig atlit
Tí var tað eisini heilt avgerandi fyri
dómsnevndina ikki at taka onnur
atlit yvirhøvur enn tey strangt
fakligu, har tær mettu um hugskot,
kanning, proportiónir, handverk
og visjón. Út frá hesum hava tær
orðað eina drúgva grundgeving fyri
metingingi av hvørjum einstøk
um avriki, har tær hava víst á
bæði styrkir og veikleikar. Og
dómararnir vóna framvegis, at
luttakararnir kunnu brúka hesar
grundgevingarnar, hóast tær beint
nú tykjast druknaðar í hvassa
kjakinum um endaliga úrskurðin.
Tað er nokkso hugstoytt,
at ongin enn av álvara hevur
gjørt viðmerkingar til sjálvar
grundgevingarnar. Út frá teimum
havi eg í øllum førum ilt við at
trúgva, at fólk eru púra ósamd
við okkara metingum, sigur Anna
Mortensen
Um vit ikki tola fakligar
metingar frá øðrum, so mennast
hvørki vit ella fakið sjálvt. Í
síðsta enda er spurningurin, um
vit vilja fakinum væl. Frá okkara
útbúgvingum og royndum hava
vit allar góða venjing í at meta
um stryrkir og veikleikar í ymsum
designum. Og vit eru sanniliga
eisini vanar við sjálvar at verða
mettar um og fáa at vita, hvørji av
okkara egnu avrikum eru brúkilig
í mun til krøvini í eini uppgávu,
minni Katrina í Geil á.
Føroyskt handver
Øsingin er sera áhugaverd, tí hon
vísir, at tað innan føroyskt handverk
mestsum er bannað at læra hvønn
annan nakað. Tað halda kvinnurnar í
umstríddu dómsnevndni, sum noktaði
at lata 1. virðisløn í Føroya størstu
klædnakapping herfyri
Mentan
Anna Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
”
Føroyskt handverk er eitt fak, har øll halda
seg duga. Tí verða tey, sum veruliga duga,
ofta fatað sum arrogant
Katrin Bonde
22