fríggjadagur 28. august 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 28. august 2009
Vikuskifti
rk má tola kritikk
Júst hetta við uppgávuorðingini
á ársins Gluggaglæmu hevur
verið hornasteinurin í arbeiðinum
hjá dómsnevndini. Kravið var,
„við mentanarligum samleika og
visjónum um framtíðina at flyta
eyðkenni við klæðum føroyinganna
inn í framtíðar klædnabúnar til
føroyskar menn og kvinnur”. At
ongin av luttakaranum loysti hesa
uppgávuna til fulnar, hevði nátúrliga
við sær, at ongin 1. virðisløn kundi
latast. Annars var ongin meining í
at gera eina slíka uppgávuorðing
og biðja professionell fólk meta um
avrikini, halda tær tríggjar.
- Vit fingu ongantíð kravboð um,
at 1., 2. og 3. virðisløn skuldu latast
óansæð hvat. Um so var, kundu vit
staðið í tí støðu, at tað til dømis
bert komu tvey ella trý miðalhampa
sett inn, sum øll skuldu hava hvør
sína virðisløn. Um vit yvirhøvur
skulu tosa um niðurgering í hesum
sambandinum, so hevði tann
støðan eftir mínum tykki verið ein
dygg niðugering av fakinum og
sera óvirðilig fyri luttakaranar, sigur
Katrina í Geil og leggur afturat
- Eg dugi veruliga ikki at síggja,
hvør skuldu fingið gleði av eini
virðisløn, sum bleiv latin, tí
tað annars hevði verið synd, tá
viðkomandi nú hevði gjørt sær so
stóran ómak.
Skump til glaðu
amatørarnar
Men var tað nú neyðugt at vera
so strangar fakliga, tá nú Glugga-
glæma frá byrjan fyrst og fremst
hevur verið eitt forum fyri glaðar
amatørar?, spyr ein harmur kjakari
á netinum.
Katrin Bonde ristir stillisliga við
høvdinum.
- Eg skilji ikki rættiliga handan
pástandin um, at Gluggaglæma
er ein samling av glaðum
amatørum. Møguliga var tað
soleiðis, tað byrjaði, men
tiltakið flutti seg rættiliga skjótt
upp á eitt meir professionelt
støði. Faktiskt høvdu helvtin av
luttakararnum í hesi kappingini
útbúgving innan fakið. Hinvegin,
so hava glaðir amatørar eisini
brúk fyri einum skumpi, so teir
kunnu menna seg víðari
- Netupp! Tí skulu vit eisini
ansa eftir, hvussu vit brúka
hugtakið „glaðir amatørar“.
Um tað merkir, at vit ikki kunnu
seta teimum krøv, so loyva vit
teimum heldur ikki at koma upp
eitt hægri støðið, sum tey kanska
væl megna, um tey verða trýst
eitt sindur, heldur Katrina í Geil,
sum eisini er sannførd um, at
uppgávan á ársins Gluggaglæmu
væl kundi verið loyst av einum
dugnaligum amatøri.
At tað ikki eydnaðist, merkir á
ongan hátt at innkomnu avrikini
vóru vánalig. Tvørturímóti, sigur
Anna Mortensen
- Hvør sær vóru nógv av pløgg-
unum ómetaliga áhugaverd.
Eg hevði eisni glett meg til at
framsýningin fór at enda við eini
mótasýning, har ymsu pløggini
blivu sett saman á ymsar aðrar
mátar, tí har vóru so nógvar
orginalar detaljur, sigur hon.
Katrin Bonde nikkar eldhugað.
- Ja, ímynda tær, um man setti
buksurnar hjá nr. 2 saman við
húgvuni hjá nr.3. Tað hevði verið
ótrúliga spennandi ...
- Hasar reyð-stríputu buksurnar
hjá nr. 2 fara heilt sikkurt at
ganga á G! næsta ár. Tað eri
eg vís í. Tær eru totalt London.
Ongin hevur jú brúkt toyið til
føroyska skjúrtið uppá handan
mátan fyrr, sigur Katrina í Geil.
Eina løtu eru tær tríggjar heilt
burtur í spentum práti um allar
teir møguleikar, sum lógu goymdir
í mongu pløggunum í kappingini.
- Tí er tað eisini so forferdiligt,
at framsýningin bleiv tikin
niður, og fólk nú ikki sleppa at
síggja pløggini. Tað er synd fyri
luttakararnar og spell fyri okkum,
tí nú fáa okkara metingar heldur
onki veruligt mótspæl, sigur
Katrin Bonde.
Eitt stig á leiðini
Hóast framsýningin læt aftur
eftir bert fáum tímum, verður
úrskurðurin á ársins Glugga-
glæmu tó neyvan gloymdur í
bræði. Millum fólk og á ymsum
netstøðum hevur neyvan verið
størri kjak um eina virðisløn,
sum ongantíð varð latin. Serliga
tykist mátin, hetta hendi, at
níva fólk. Tað var nevniliga ikki,
fyrr enn eftir at bæði 3. og 2.
virðislønirnar vóru latnar, at frá-
søgumaðurin boðaði frá, at hann
ongan bjævbjálva hevði við 1.
virðislønini.
Men sambært dómsnevndini
var hetta gjørt heilt tilvitað. Tað
var netupp sera umráðandi fyri
tær, at nummar 2 og 3 fingu
allan tann heiður og alt tað
uppmerksemi, sum tær og teirra
avrik høvdu uppiborið.
- Um vit byrjaðu við at siga,
at ongin 1. virðisløn bleiv latin,
riskeraðu vit at standa við
einum tómum Pakkhúsi, sum
kundi oyðilagt alt fyri tær, sum
fingu virðislønirnar, og tað
vildu vit avgjørt ikki, sigur Anna
Mortensen.
Hóast tær tríggjar sostatt
høvdu varhuga av, at teirra
úrskurður ikki fór at falla í góða
jørð, hava tær framvegis ilt við at
skilja, hví fólk tóku hetta so illa
upp.
- Tað virkaði á fólki, sum um
tað var lívið um at gera at fáa
staðfest ein vinnara. Annars
kundi alt vera líka mikið, tí so
helt dómsnevndin nokk at alt var
nakað skrambul. Men tað er ein
stór misskiljing. Tað tykist sum
fólk hava gloymt, at har varð
latin ein 2. virðisløn og ein 3.
virðisløn og tær eru so hjartaliga
uppibornar, tí arbeiði var gott.
Yvirhøvur hava allir luttakararnir
lært nógv av tí, sum tey hava
verið ígjøgnum fyri at skapa
hesi settini og tað er ikki minni
vinningur. Sæð í okkara eygum
var hatta bara eitt stig á leiðini
hjá eini røð av dugnaligum fólkum
móti at gerast enn dugnaligari,
staðfestir Katrina í Geil.
Myndir av pløggunum
frá klædnakappingini
á Gluggaglæmu
síggjast millum annað á
mótaportalinum www.
kaos.fo
”
Trupulleikin er nokk, at vit hava gjørt eina
professionella meting av nøkrum, sum fólk
vanliga knýta nógvar kenslur at
Katrina í Geil
Føroya mest umstrídda dómsnevnd í løtuni, Katrina
í Geil, Katrin Bonde og Anna Mortensen høvdu ikki
ivast í at tikið somu avgerð umaftur
Tú kanst ikki geva eina 1.virðisløn, tí tað annars
hevði verið synd, tá luttakarin nú hevði gjørt sær so
nógvan ómak, halda tær
”
Eftir mínum tykki er tað eins nógv dóms
nevndin, sum her er offur fyri Jantelógini
Anna Mortensen
23