Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 • 28. august 2009 Vikuskifti Ein av størstu kapasitetunum í føroyska fíggjarheiminum rundar sunnudagin tey hálvthundrað. Talan er um Janus Petersen, forstjóra í Føroya Banka, sum samstundis kann hátíðárhalda 15 ára dagin fyri innliman síni í leiðslu bankans. Janus Petersen kom inn í leiðslu bankans í ringastu fíggjarkreppu, sum føroyingar kenna til í nýggjari tíð – kanska nakrantíð. So hvussu upplivdi Janus Petersen hesa fyrstu tíðina sum stjóri í Føroya Banka? - Man kann siga, at eg tá gekk beint ímóti streyminum. Tað vóru fáir føroyingar, sum fluttu heim tá, meðan tað hinvegin floymdu fólk av landinum undan kreppuni, sigur føðingardagsbarnið. Hann heldur, at hann ikki stóð so illa rustaður at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum bankin tá stóð framman fyri. - Hetta við kreppu var ikki so nýtt fyri mær. Eg hevði tá arbeitt nógv ár í Danmark, sum hesa tíðina var í fíggjarligari kreppu. Tú kanst siga, at Danmark var í kreppu árini frá 1987 til 1992, og hesi árini hevði eg arbeitt við kredittstýring, sigur Janus Petersen. Hann sigur, at villu 80-árini, tá alt bar til í Føroyum, var Danmark fíggjarliga á botni. - Eg var vanur við og royndur í kreppu. Eg var við til at rudda upp í donsku byggivinnuni, og eg hevði upplivað »svarta mánadagin« í 1987, tá virðið á partabrøvunum á danska partabrævamarknaðinum fall meira enn niður í helvt. So fíggjarkreppa var á ongan hátt nakað nýtt fyri meg, sigur forstjórin í Føroya Banka. Føroyska búskaðarkreppan var kortini nógv djúpri, enn danska kreppan hevði veirð- árini undan. - Fólk streymaðu av landinum og húsaprísirnir fullu niður í eina helvt, so tað var ein stór, men eisini spennandi uppgáva, at fáa hjólini í gongd aftur, og tað var eisini einasti máti at fáa peningin inn aftur, sigur Janus Petersen. Dyggur lærdómur Bankin setti eina røð av tiltøkum í verk, sum skuldu verða við til at venda gongdini. - Fleiri av hesum tiltøkum síggja vit nyttuna av í dag. Eg kann nevna avdráttarskoðan, sum var latin sethúsaeigarum, har teir fingu longt um lánstíðina. Samstundis hækkaði landið rentustuðulin, og tað var eisini við til at bøta um støðuna hjá sethúsaeigarum, sigur Janus Petersen. Av øðrum tiltøkum nevnir hann sonevndu kommunuloysnina, har skuldarbundnu kommunurnar fingu lánini niðurfryst, og so sjálvandi flakavirkisloysnina, har Fiskavirking varð stovnað. - Hesi vóru tey størstu tiltøkini, men sjálvandi vórðu ein rúgva av øðrum tiltøkum sett í verk, sum vóru við til at seta ferð aftur á føroyska búskapin, sigur Janus Petersen. Og nú hann rundar tey 15 árini sum stjóri í Føroya Banka, stendur hann aftur mitt í einari fíggjarkreppu. Í mun til kreppuna í 90-unum er hesaferð talan um eina altjóða kreppu, sum hevur rakt bankar um allan heim. Kortini hevur Føroya Banki staðið seg óvanliga væl og er tann bankin, kanska í øllum vesturheimi, sum hevur mist minst í virði. Og tað tilskrivar forstjórin í Føroya Banka lærdómin og royndirnar, sum kreppan í 90-unum lærdi hann. - Tað kann tú í stóran mun siga. Tað vísir seg, at teir, sum klára seg best innan kredittveiting, eru teir, sum minnast fortíðina, sigur Janus Petersen. Búskapurin gongur jú altíð upp og niður, og forstjórin sigur, at tað er sunn fornuft sum sigur, at mann ikki bara skal lata seg ríva við í meldrinum, tá uppgangstíðir eru. Tá stendur mann seg best við at halda høvdið kalt. Ikki so ungur Føroyski búskapurin er ein integreraður partur av altjóða búskapinum, og føroyingar hava altíð havt ein konservativan hugburð til fíggjarmarknaðin. - Føroyingum hevur altíð dámað væl at gjalda skuldina niður, og ikki at skylda nøkrum nakað. Villu 80-ini vóru eitt undantak í so máta. Í dag er samlaða skuldin hjá húsaeigarunum bert ein helmingur av inntøkunum hjá landinum, og samlaða skuldin hjá landi, kommunum og privatum er lutfalsliga lítil, sigur Janus Petersen. Men hóast hann heldur seg hava lært nógv av royndunum, hann fekk í 90-unum, so heldur hann ikki, at hann var ungur at koma í eitt stjórastarv í Føroya Banka, 34 ára gamal. - Í dag halda fólk kanska, at tað er ungt at koma í eitt stjórastarv sum 34 ára gamal, men tað helt eg ikki tað var tá. Eg føldi meg ikki ungan, og vit skulu eisini minnast til, at eg tá longu hevði tvær universitetsútbúgvingar aftan fyri meg og átta ára starvsroyndir innan fíggjarmarknaðin. So eg kendi meg ikki so ungan, sigur Janus Petersen. Hann sigur, at innan fiskivinn- una er tað regulin heldur enn undantakið, at skiparar og leiðarar eru ungir. Hann byrjaði starvsleið sína innan fíggjarheimin í 1987 sum obligatiónsanalytikari hjá Carnegie & Co, áðrenn hann í 1989 gjørdist búskaparfrøðingur/ vinnuleiðari hjá BRFkredit. Í 1993 gekk leiðin heim til Føroya, har hann fekk starv sum kredittleiðari í Føroya Sparikassa, og tað var hagani at hann kom í stjórastarvið hjá Føroya Banka í 1994. Har sat hann sum stjóri fram til 2005, tá Jørn Astrup Hansen fór frá sum forstjóri og Janus Petersen setti set í tann stólin. Hann hevur sostatt verið við til at byggja bankan upp frá einum nærvið trotabúgvi undir adminstratión, til ein av mest suksefullu bankunum í danska ríkinum í dag. Spennandi avbjóðingar Gjøgnum hesi 15 árini í leiðslu bankans eru nógvar og týðandi broytingar og ein støðug menning farin fram. So tað er nógv hugaligt at minnast aftur á. - Sjálvandi er tað nógv góð minnir hesa tíðina. Serliga trý Royndir frá kreppuni góð barlast Sunnudagin fyllir Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, 50 ár. Longu sum 34 ára gamal gjørdist hann partur av leiðsluni í bankanum, og hevur hann sostatt sum bara 50 ára gamal sitið á fremstu rók í føroyska fíggjarheiminum í samfull 15 ár Hátíðarhald Leo Poulsen blaðmaður leo@sosialurin.fo Navn: Janus Petersen Føðidagur: 30. august 1959 Hjúnarfelagi: Margret Mortensen Børn: Paulina (20), Torkil (17), Ludvig (11) Útbúgving: cand.polit (1986), cand.jur (1992) við Keypmannahavnar Universitet Starvsleið: Embætismaður, Danmarks Statistik (1986-87) Oblikatiónsanalytikari, Carnegie & Co (1987-89) Búskaparfrøðingur/vinnuleiðari, BRFkredit (1989-93) Kredittleiðari, Føroya Sparikassi (1993-94) Stjóri, Føroya Banki (1994-05) Forstjóri, Føroya Banki (2005- Fakta 24