fríggjadagur 28. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 28. august 2009
Vikuskifti
50 ár sunnudagin. Og kortini heili 15 ár á fremstu rók innan føroyska fíggjarheimin. Hann hevur í meðal kunnað víst á eitt avlop á 200 milliónir krónur, og sum formaður í felagnum fyri føroyskar
peningastovnar eigur hann eitt týðandi íkast í búskaparliga kjakið í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
tíðarskeið renna mær í hug.
Fyrst og fremst fyrsta tíðin við
kreppuloysnum var eitt tíðarskeið,
har vit veruliga gjørdu mun. Tað
var ein spennandi tíð at vera við
til at reisa landið aftur á føtur,
sigur Janus Petersen.
Hann nevnir tað eisini sum eina
uppliving, at vera við til at seta
tryggingarfelagið Trygd á stovn.
- Tað var spennandi at vera við
til at fáa avtikið einkarættin til
trygging í Føroyum, og fáa skapt
kapping á tí økinum eisini, sigur
Janus Petersen.
Og í triðja lagi hevur tað verið
eitt sera spennandi og týðandi
tíðarskeið eftir, at hann gjørdist
forstjóri í bankanum.
- Tað hevur verið eitt heilt
serligt tíðarskeið hesi árini,
síðani eg gjørdist forstjóri í
Føroya Banka. Fyrst og fremst var
tað arbeiðið við at fáa bankan
skrásettan á børsinum, sum var
ein spennandi avbjóðing, men
eisini tað, at hava sæð bankan
vaksið í vavi til tað tvífalda hevur
verið sera áhugavert, sigur Janus
Petersen.
Og bankin er í støðugari
menning, og hevur eina
vakstrarætlan, sum røkkur út um
landoddarnar.
- Tað er sum ein liður í okkara
vakstrarætlan, at vit í gjár
kunngjørdu, at vit høvdu latið inn
eitt boð at keypa Fionia Bank. Tað
er eyðvitað ikki sjálvsagt, at vit
fáa bankan, men boðið er so latið
inn nú, sigur Janus Petersen.
Lív uttan fyri bankan
Men alt er ikki bankar og pengar
hjá føðingardagsbarninum. Hann
hevur eisini eitt lív uttan fyri
forstjórastarvið.
- Tónleikur hevur altíð fylt
nógv í mínum lívi og ger tað enn
tann dag í dag. Bróður mín, Petur
Birgir Petersen, er útlærdur á
konservatoriinum, og tað hevur
sjálvandi havt eina ávirkan á mín
áhuga fyri tónleiki, sigur Janus
Petersen.
So stóra ávirkan, at hann mest
sum dagliga hevur gittaran á lofti
eina løtu, og fegin spælir nøkur
løg, tá bankin hevur veitslu.
- Men hjá mær er tað á
ítrivsstøði, og ikki sum hjá
Petur Birgiri professionelt, sigur
forstjórin í Føroya Banka.
Janus Petersen er eisini
familjumaður, giftur Margret
Mortensen, og saman eiga tey
trý børn.
Og so hevur forstjórin í Føroya
Banka enn eitt frítíðarítriv,
renning.
- Eg haldi, at tað er ein
»neyðvendigheit«, at halda seg
í form. Eg renni nógv og havi
eisini luttikið í marathon í Berlin,
London, Keypmannahavn, París
og tvær ferðir í Havn, sigur Janus
Petersen.
Og hann ætlar at halda fram
við at halda seg í form, eins og
hann ætlar at halda tónleikin
viðlíka. Men hvar sær hann seg
sjálvan um onnur 15 ár?
- Tað er ilt at siga. Tað
avgerandi er, at ein leiðari hevur
visiónir og ágrýtni at føra tær
út í lívið. Hevur hann ikki tað, er
betri at hann gevst. Um eg verið
forstjóri í Føroya Banka um 15 ár
veldst alt um, antin eg havi nakað
at geva ella ikki. Tað kann bara
tíðin vísa, sigur Janus Petersen,
forstjóri í Føroya Banka, sum fyllir
50 ár sunnudagin.
25