fríggjadagur 28. august 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 28. august 2009
Vikuskifti
Á heysti í 1979 bleiv
Vilhelm Johannesen
tilnevndur
landsstýrismaður í millum
annað heilsumálum, og nú
30 ár seinni hevur sonurin
Aksel sett seg í sama stól.
Og sambært pápanum er
sonurin eitt gott boð upp á
formansstarvið í
Javnaðarflokkinum
Vilhelm Johannesen tók seg
burtur úr politikki fyri nøkrum
árum síðani, men áhugin er tann
sami, og hann dylur heldur ikki
fyri, at hann er sera fegin um, at
tann yngsti sonurin hevur valt
at ganga somu leið sum hann
sjálvur - ikki minst flokspolitiskt.
- Ja, eg eri fegin um, at hann
er javnaðarmaður. Men mær er
sagt, at Aksel skal hava sagt, at
hann er ikki javnaðarmaðurin, tí
at pápin er tað, men av egnari
sannføring. Tað haldi eg er gott,
og sjálvandi er tað ikki verri, at
hansara sannføring er tann sama
sum hjá pápanum, sigur Vilhelm
Johannesen við Rás2.
- Men hvat er tað fyri kvali-
fikasjónir, sum kunnu gera hann
til ein góðan landsstýrismann?
- At hann líkist pápa sínum, er
tað skjóta svarið frá tí garvaða og
skemtingarsama pápanum. Tað
er kanska ikki allur sannleikin,
men Vilhelm heldur, at Aksel
hevur nakrar eginleikar, sum eru
sera hentir at hava í tí politiska
pallinum.
- Hann setir seg væl inn í tey
mál, sum hann viðger, hann dugir
nokk so væl at tosa, og hann
dugir væl at argumentera fyri
sínum sjónarmiðum. Harafturat
hevur hann lætt við at hava við
onnur fólk at gera, og tað er
sera týdningarmikið í hesum
arbeiðinum. Kann tú ikki fáa
undirtøku millum fólk, kanst tú
ikki reka politikk, sigur Vilhelm
Johannesen.
Samskiftið
umráðandi
Sum tann royndi politikarin hann
er, hevur Vilhelm Johannesen
sjálvandi onkur góð ráð at geva
Akseli. Eitt nú heldur hann tað
vera umráðandi, at ein sum
nýggjur landsstýrismaður fer at
vitja teir stovnarnar, sum hoyra
til málsøkið, eitt nú sjúkrahúsini.
Tað gjørdi Velhelm sjálvur, tá
hann kom í landsstýrið.
Hann fór fyrst at vitja Suður-
oyar Sjúkrahús. Tá var eitt
stýri fyri hvørt sjúkrahús, og
landsstýrismaðurin kundi taka
lut á fundum hjá stýrunum. Tað
gjørdi Vilhelm Johannesen á
Tvøroyri, og tá hann seinni fór til
Klaksvíkar og á Landssjúkrahúsið.
Samskiftið millum landsstýris-
mannin og stovnarnar hevur
stóran týdning, heldur hann, og
hann mælir soninum til at ganga
somu leið.
- Ja, eg haldi, at hann skal
royna at hava gott samskifti við
stovnarnar og serliga stovns-
leiðslurnar, og so skal hann
eisini vísa seg har viðhvørt. Tað
gevur virðing fyri starvinum sum
landsstýrismaður, at ein stundum
fer at vitja, og tað vil eg mæla
Akseli til at gera, sigur Vilhelm
Johannesen við Rás2. Men kann
Aksel ein dag gerast formaður í
Javnaðarflokkinum?
- Ja, hann er í hvussu er eitt
gott boð, svarar pápin avgjørdur -
og hesaferð fylgir eingin látur við.
Halda kósina
Síðani Rás2 gjørdi prátið við
feðgarnar Vilhelm og Aksel,
hevur ein veljarakanning givið
Javnaðarflokkinum ein dyggan
frammaná. Hetta er ikki tað
fyrsta bakkastið hjá flokkinum,
og Johannesen-feðgarnir eru á
einum máli um, at flokkurin eigur
at miðsavna seg um nøkur heilt
fá mál og at halda fast um síni
sjónarmið á teimum økjunum.
- Upp undir valið í 1958 fekk
Petur Mohr Dam tey ráð at tosa
og skriva um fólkapensjónina og
einki annað, tí fólk vistu, hvat tað
var og kundu tí taka støðu. Tað
riggaði so væl, at flokkurin fekk
eitt sera gott val og fór úr trimum
upp í átta tinglimir, sigur Vilhelm
Johannesen. Sonurin hevur nakað
somu hugsan.
- Tað politiska landslagið
hevur ofta verið so, at Javnaðar-
flokkurin hevur verið noyddur til
at ganga við til neyðsemjur við
sínum egnu hjartamálum fyri at
sleppa í samgongu, og tað hevur
kostað flokkinum dýrt, sigur Aksel
V. Johannesen.
Sum faðir so sonur
Vilhelm Johannesen heldur, at Aksel er eitt gott boð upp á ein komandi formann í Javnaðarflokkinum
Mynd: Beinta Haraldsen
Politikkur
Jan Müller/Árni
Joensen
jan@sosialurin.fo
arni@ras2.fo
26