Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 • 28. august 2009 Tær báðar systrarnar, Signhild og Ragna, eru stoltar av beiggj­ anum, og tær eru ikki í iva um, at hann er førur fyri at røkja ta uppgávuna, sum hann hevur fingið. Aksel er skilagóður, so hann fer at klára tað, siga tær við Rás2. ­ Aksel er ein fáorðaður maður, men tað er skil í tí, sum hann sigur, er niðurstøðan hjá systrunum. Tað kemur ikki óvart á mamm­ una, Johild, at Aksel fór upp í politikk. Hon sigur, at hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri politiskum viðurskiftum og hevur altíð fylgt væl við tí politiska umhvørvinum. Hinvegin heldur hon ikki, at hann hevur gingið við einum landsstýrismanni í búkinum. ­ Hvat halda tygum um, at hann skal umsita heilsumál? ­ Tað er eitt stórt málsøki, men eg eri ikki bangin fyri, at hann ikki fer at klára tað. Aksel er skilagóður of dugir væl at arbeiða saman við øðrum, so tað fer at ganga, sigur Johild við Rás2. Klók avgerð Kona Aksel, Katrin, heldur, at tey, sum hava valt Aksel til landsstýrismann, munnu vera komin til somu niðurstøðu sum hon sjálv. ­ Eg valdi hann. Tað hava onnur nú eisini gjørt, og tað sigur helst, at tey hava sæð tær somu dygdirnar, sum eg sá, sigur hon við Rás2. Sjálv ivast hon ikki í, at Javnaðarflokkurin tók eina klóka avgerð, tá flokkurin valdi Aksel í landsstýrið. Hon vil ikki fara so langt sum at siga, at tað er neyðugt við útskifting í flokkinum, men heldur, at tað er neyðugt at fáa yngri kreftir framat, so flokkurin kann fáa ein størri part av teimum yngru veljarunum. Ein klók avgerð hjá Javnaðarflokkinum Kvinnurnar rundan um Aksel V. Johannesen ivast ikki í, at hann fer at megna uppgávuna væl. Konan heldur, at Javnaðarflokkurin tók eina klóka avgerð. Og kanska eisini tiltrongda Politikkur Jan Müller/Árni Joensen jan@sosialurin.fo arni@ras2.fo - Javnaðarflokkurin tók eina klóka avgerð at velja Aksel til landsstýris- mann, heldur konan, Katrin Apol Mynd: Beinta Haraldsen Vikuskifti 27