Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 • 28. august 2009 Sera snotilig hús við panoramaútsýni á Argjum Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Alt er gjørt á besta hátt – bæði innan og uttan. Húsini eru sera snøgg og framúr vælhildin - sterkt og væl bygd Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin er, at í hesi gøtuni standa eini hús, sum eru heilt serlig. Húsini standa við blindan veg Grannalagið er hugnaligt, og grannarnir eru blíðir og fyrikomandi. Húsini Húsini eru 16 ára gomul, men eru dagførd og viðlíkahildin, so tey eru sum nýggj, og dygdin er avbera góð. Húsini eru nakað fyri seg og sera spennandi. Frá stovuni er útgongd til stóra altan /terassu. Runt húsini er sera snøggur garður/ urtagarður við frálíkum útigólvi/ terassu. Ljós og luft Húsini standa væl og frítt fyri við blindan veg, omanfyri er hagin nærmasti granni. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Dagstovnur, nýggjur skúli og busssamband er nær við. Húsini hava einastandandi frálíkt útsýni yvir alla Havnina, fjørðin og yvir fjøllini norðureftir. Stílur og snið - inni og úti Stílurin er nútímans lættur og ljósur. Opið er upp í tróðrið, og tað er vítt til veggja. Opni stílurin innan ger, at tú hevur gott samband við umhvørvið uttan, men hóast tað, er tað sera fjálgt inni hjá tær sjálvum. Runt húsini er garður/urtagarður, og omanfyri húsini er stór terassa, har kanst tú njóta friðin við fríu náttúruni sum einasta granna. Innrætting Í miðhæddini er inngongd, durur, wc, trappugongd / gongd / hall / garderoba, køkur, borðsstova / stova við útgongd til altan / terassu, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, durur, trappugongd, stórt kamar, vaskirúm / grovkøkur, ítrivsrúm, goymslurúm, hjallur og stórt fýrrúm / kjallararúm við egnari inngongd. Fakta : Adressa…...........Viðargøta 58, Argir Býggiár......................................1993 Hæddir.............................................3 Gólvvídd...............................310 m2 Grundøki..............................500 m2 Hjallur............................................Ja Bilhús............................................Ja Vikuskifti 29