hósdagur 15. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 221 - 15. november 2001
Nr. 221 - 15. november 2001
3
Verður ikki skjótt
atborið, kann søgan
lættliga fara at
endurtaka seg í
Afghanistan við
harðskapi og
blóðbaði
ÚTLAND
Tann skjóta framgongdin
hjá Norðursamgonguni og
hertøka hennara av høv-
uðsstaðnum
Kabul
er
nakað, sum flestu afghanar
fegnast um, men sam-
stundis bera teir ótta fyri, at
landsins blóðuga søga kann
fara at endurtaka seg eina-
ferð enn.
Bæði í Afghanistan og
aðrastaðni bera fólk ótta
fyri, at teir nógvu og á
mangan hátt sera ymisku
ættarbólkarnir, sum mynda
Norðursamgonguna, fara at
berjast um rovini, tá Kabul
er tikin, og valdið skal
býtast. Víst verður á, at
samgongan hevur ongan
leiðara, sum kann gera av,
hvat gerast skal, men
heldur fleiri leiðarar, sum
hvør í sínum lagi vilja hava
sum mest burtur úr sigrin-
um.
Grannalandið Pakistan,
sum stuðlaði Taliban, hevur
gjørt púra greitt, at landið
kann á ongan hátt góðtaka,
at Norðursamgongan fær
valdið í Kabul. Talsmaðurin
hjá
uttanríkisráðnum
í
Islamabad segði í gjár, at
nú ræður um at sleppa
undan einum blóðbaði í
býnum og aðrastaðni í
Afghanistan.
Hevndarhugur
Pakistanska stjórnin krevur,
at pasjtunararnir skulu fáa
ávirkan á, hvussu Afghan-
istan verður skipað í fram-
tíðini. Taliban hevði sín
uppruna millum pasjtunar-
arnar, og teir fóru mangan
illa við teimum ættarbólk-
unum, sum í dag mynda
Norðursamgonguna. Ser-
liga tadjikar, usbekar og
hazarar fingu mangan av at
vita frá Taliban, sum m. a.
beindi fyri 6000 úr hesum
ættarbólkunum í býnum
Mazar-i-Sharif í 1998. Tað
er tí greitt, at hevnarhug-
urin er stórur millum teir,
sum í dag mynda Norður-
samgonguna.
ST-hákommiserurin
í
mannarættindamálum,
Mary Robinson, sigur, at
umheimurin má bera skjótt
at. Hon vísir á, at Norður-
samgongan hevur heldur
ikki tað besta umdømið,
hvat mannarættindum við-
víkir.
Tað hevur tó vakt ans, at
leiðararnir í Norðursam-
gonguni hava boðið ST at
taka lut í arbeiðinum at
finna eina politiska loysn á
viðurskiftunum í Afghan-
istan. Flest allir vestur-
lendskir politikarar eru
eisini á einum máli um, at
ST skal hava ein týðandi lut
í hesum arbeiðinum.
Boð eftir kongi
Eitt er at fáa eina skipan,
annað er at finna ein
leiðara, sum allir afghanar
kunnu semjast um. Leið-
ararnir í Norðursamgong-
uni hava sagt, at teir vilja
hava fyrrverandi kongin,
Zahir Shah, at leiða eina
skiftisstjórn.
Men kongurin sjálvur
ivast. Úr útlegd síni í Rom
hevur hann sagt, at Norð-
ursamgongan sveik lyfti
sítt, tá hon gjørdi av at
senda hermenn inn í Kabul.
Kongurin ber ótta fyri, at
hermenninir hjá samgong-
uni fara at gera seg inn á
fólkið í býnum.
- Vit ætlaðu ikki, at sam-
gongan skuldi taka Kabul.
Okkara ætlan er, at Kabul
skal vera eitt hernaðarfrítt
øki, og at ein stjórn og
umsiting skulu skipast í
býnum. Tað er ikki gjørt
enn, og vit stúra fyri
trygdini hjá fólkinum í
býnum, segði talsmaður
kongs í gjár.
(Fartekst)
Ikki vardi tað okkum, tá Elisabeth fór í páskafrí, at
hon ikki fór at koma aftur til arbeiðis. Vit vistu ikki
betur, enn at hon var frísk. At hon skuldi doyggja so
ung aftan á stutta sjúkrlegu, kennist sera mein-
ingsleyst.
Elisabeth var útbúgvin sjúkrasystir í 1976. Í yrki
sínum arbeiddi hon m.a. fleiri ár á B8. Í 1989 byrjaði
hon á Skurðgongini. Har lærdu vit hana at kenna sum
eina sera nærlagda og dugnaliga sjúkrasystir, sum
altíð hevði umsorganina fyri sjúklinginum fremst í
huganum. Hon gjørdi nógv við at menna deildina
fakliga og persónliga. Tað kom serliga til sjóndar
hetta seinasta góða árið, meðan hon var 1. assistentur.
Hóast Elisabeth gekk høgt upp í sítt arbeiði og
gjørdi tað til lítar, ivaðust vit ongantíð í, at familjan
altíð lá henni fremst í huga.
Minnini er góð. Neyvan gongur dagur, uttan tú
leggur merki til eitthvørt, har hennara væla hond
hevur verið. Vit sakna Elisabeth við hennara kláru
lívsholdningum, rættlæti og spaka lyndi.
Okkara tankar fara til Mo, Kim og børnini, sum
kenna saknin størstan.
Friður veri við minninum um góða starvsfelaga
okkara Elisabeth.
Starvsfelagarnir á Skurðgongini
Tøkk
Vit vilja senda eina tøkk til tey, ið sýndu
Norðbjørt Djurhuus
Hvalba
ein seinasta heiður. Eina serliga tøkk vilja vit senda
teimum, ið rættu eina hjálpandi hond við teimum
praktisku uppgávunum.
Avvarðandi
Andreas Djurhuus Thomsen
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara
Ragnar Samuelsen
andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi
týsdagin 13. november, 70 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Familjunnar vegna
Sigrid, Elisabeth, Jóhann og Andras
Tey, ið vilja minnast Ragnar, kunnu lata eina gávu til
Herberg Frelsunarhersins, konto í peningastovnunum.
Elisabeth Simonsen
f. 23.02.1954 d. 28.08.2001
Bera ótta fyri blóðbaði í Afghanistan
Mynd: Reuter
UTTAN ÚR HEIMI
Nýggi leiðarin í
Atlantis ætlar at seta
gongd í filmsýning-
arnar fyri jól
FILMUR
Eyðun Klakstein
Klaksvik: Um nakrar vikur
sleppa norðoyingar vænt-
andi í biograf aftur.
Leingi hevur verið arbeitt
við at fáa filmssýningar í
Atlantis aftur, og nýggi
leiðarin fyri húsið vónar, at
hesa sýningar kunnu byrja
um stutta tíð.
– Vit fara at arbeiða fram
ímóti, at vit kunnu sýna
filmar aftur longu tíðliga í
desember mánaði, sigur
Jógvan Eliasen.
Tá umbygda Atlantis lat
upp í august mánaði í 1997
var biografur í húsinum.
Hetta var gjørt í samstarvi
við Havnar Bio.
Filmssýningarnar í Atl-
antis steðgaðu árið eftir,
men nú er ætlanin at taka
samstarvið við Havnar Bio
uppaftur, so nýggir filmar
kunnu síggjast á hvíta tjald-
inum í Klaksvík.
Ber til
Í løtuni spælir Klaksvíkar
Sjónleikarfelag skemtileik-
in Mostir Charley, og nýggi
leiðarin skal í framtíðini
fáa sjónleikin, biografin og
onnur mentanarlig tiltøk at
passa saman í húsinum
– Tær vikurnar, tá sjón-
leikur verður spældur í Atl-
antis, verður neyvan gjør-
ligt við regluligum films-
sýningum, men hina tíðina
á árinum skuldi tað borið
væl til, sigur Jógvan Elias-
en.
– Umráðandi er, at vit
skapa góðar og hugnaligar
umstøður kring biografin,
so fólk hava hug at koma til
filmarnar. Skal tað bera til,
so mugu fólk eisini brúka
biografin, sigur hann.
Øssur Mohr úr Fugla-
firði fer at hava fram-
sýning saman við
pólskum listarmanni
í Norðurjútlandi
komandi vikurnar
LIST
Eyðun Klakstein
Leygardagin letur ein fram-
sýning upp í Gallarí Bram í
Hobro, har Øssur Mohr er
annar av listamonnunum,
sum næsta slaka mánaðin
fara at sýna verk fram har.
Fuglfirðingurin
Øssur
Mohr hevur verið við á
nógvum framsýningum í
Føroyum og Danmark sein-
astu árini.
Hann verður alsamt oft-
ari biðin til framsýningar í
Danmark, og nú fer hann at
sýna fram við einum kend-
um pólskum listarmanni.
Íblásturin
Kaplanski er kendur og
virdur í heimlandi sínum,
men hann hevur eisini sýnt
fram í Danmark áður. Bæði
hann og Øssur fáa íblástur
úr náttúrini, og tí hevur
Gallarí Bram valt at seta
teir saman til eina serliga
framsýning.
Gallarí Bram fekk eygað
á Øssur Mohr, tá leiðarin
fyri gallaríið var í Føroyum
og hugdi eftir listaframsýn-
ing fyri nøkrum árum síð-
ani.
Øssur Mohr verður við til
ferniseringina í Hobro, sum
verður leygardagin klokkan
14.00. Framsýningin er
opin til fram til 7. desemb-
er.
Biografur í Atlantis fyri jól
Øssur og póllendingur sýna fram
– Umráðandi er, at vit skapa góðar og hugnaligar umstøður
kring biografin, so fólk hava hug at koma til filmarnar. Skal
tað bera til, so mugu fólk eisini brúka biografin, sigur Jógvan
Eliasen
Tíðindaskriv:
Hetta vikuskiftið verður
Torgið í SMS aftur
karmur um mong fjøl-
broytt tiltøk. Vitjandi
kunnu síggja alt frá
barnatekningum til jóla-
gávu og -kalendara-hug-
skot, frá feittleysum
pannum til barnainn-
búgv.
Nýggj vøra úr India
Fríggja- og leygardagin
hevur nýggi gávuhand-
ilin í SMS, Mango, sølu-
bás á Torginum. Sita,
sum eigur Mango, sigur,
at hon hevur fingið
nógva nýggja vøru heim
úr Inda hesa vikuna, og
tað verður m.a. tann vør-
an, sum verður seld á
Torginum hesar báðar
dagarnar. Afturat hes-
um, verður vøra, sum
hevur verið til keyps í
handlinum,
í
tíðar-
skeiðnum síðan hann lat
upp 26. septembur.
Sita sigur, at hon eis-
ini hevur nógv góð jóla-
gávu- og -kalendarahug-
skot, umframt mong góð
tilboð, sum bert eru
galdandi fríggja- og
leygardagin.
Framsýning við
barnatekningum
Hesa vikuna eru nógvar
barnatekningar at síggja
á Torginum í SMS. Talan
er um tekningar, sum
børn í Føroyum hava
teknað í sambandi við
teknikappingina
hjá
Amnesty International.
Amnesty roynir at fáa
londini í heiminum at
virða mannarættindi, og
arbeiðir ímóti píning,
deyðarevsing og øðrum
ómenniskjansligum
fyribrigdum.
Við
tekningunum
hava føroysku børnini
roynt at lýst tey fólkini,
sum Amnesty roynir at
hjálpa. Ein dómsnevnd
velur út tríggjar tær
bestu tekningarnar, sum
fáa virðisløn.
1. virðisløn er ein
fløgu- og bandspælari
frá Elding.
2. virðisløn er gávu-
kort á 1.000 kr. frá
Schan.
3. virðisløn er pitsa frá
pitsacaféini á Sjómans-
heiminum, bovling í
Bovlinghøllini á Hálsi
og ríðitúrur á Berg Hest-
um, alt fyri 4 persónar!
Harafturat fáa allir
tríggir vinnararnir bók-
ina, Heimsins Lond, frá
Føroya
Skúlabóka-
grunni. Virðislønirnar
verða handaðar á Torg-
inum í SMS leygardag-
in, 17. novembur kl.
12.00.
Feittleysar pannur
Danska fyritøkan, Gas-
trolux, framleiðir serlig-
ar pannur, grýtur og
annað til dagligu mat-
gerðina. Tað, sum er ser-
ligt við hesum køksbú-
nýti, er, at tað ikki er
neyðugt at steikja matin
í feitti. Og hetta er nevn-
liga eitt, sum mong
okkara ynskja.
Í Føroyum eru tað
hjúnini, Krista og Fríð-
bjørn Poulsen úr Vest-
manna, sum umboða
Gastrolux. Tey siga, at
áhugin í Føroyum fyri
framleiðsluni hjá Gas-
trolux er ógviliga stórur.
Fríggjadagin 16. og
leygardagin 17. novem-
ber kunnu vitjandi í
SMS eisini vitja sølu-
framsýningina hjá teim-
um báðum á Torginum.
Barnainnbúgv
Fríggjadagin
16.
og
leygardagin 17. novem-
ber verður barnahandil-
in, Piff Paff Puff, á eisini
Torginum.
Handilin,
sum læt upp 14. juli í ár
í Sandavági, er ikki nak-
ar vanligur barnahandil.
Birita, sum eigur hand-
ilin, sigur, at hon við
nýggja og øðrvísi handl-
inum leggur seg eftir at
selja barnainnbúgv.
Nevnast kann m.a.
tapet, meturvørur og
kurvar til barnakømur.
Aftur at hesum selur
Birita eisini útlendsk
sniðklæðir.
– Birita er útbúgvin
prýðari, og hetta ber
handil hennara eisini á
brá av. – Eg havi lagt
meg eftir at geva við-
skiftafólki mínum eina
heildaruppliving, tá ið
tey støkka inn á gólvið,
sigur Birita at enda.
Nógv tiltøk í SMS!
Næstu vikurnar hevur Øssur Mohr framsýning í norðurjútska býnum Hobro
C
M
Y
K
3
2
PostScript Picture
(L\340sing-sosialurin.eps)