Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 221 - 15. november 2001 Nr. 221 - 15. november 2001 5 – Nú er stundin komin til at lata onnur sleppa framat, sigur Flemming Mikkelsen, sam- bandsmaður úr Suðuroy, sum ikki stillar upp aftur til Løgtingið VAKTARSKIFTI Áki Bertholdsen Eydnast tað sambands- flokkurin at fáa so mikið av undirtøku í Suðuroynni til Løgtingsvalið í vár, at hann fær umboð á ting, er tað í øllum førum longu nú greitt, at tað verður ikki Flemming Mikkelsen, sum verður valdur. Flemming Mikkelsen er nevniliga farin at rigga av í politikki og hann hevur gjørt av, at hann fer ikki at stilla uppaftur. – Eg eri nú 70 ára gamal og eg sigi sum onkur annar hevur sagt, at nú er so mikið siglt út av logginum, at eg haldi at tíðin er komin til at lata onkran annan sleppa framat. Flemming Mikkelsen hevur verið Løgtingsmaður í 20 ár fyri sambands- flokkin. Hann varð valdur á ting í 1978 og sat út í eitt til 1994. Tá varð Jákup Joensen í Lopra valdur á ting fyri sambandsflokkin í Suður- oy, men í 1998, vann Flemming sessin aftur. – Eg ætlaði ikki at stilla upp aftur í 1998, men læt meg yvirtala og eg varð so valdur, sigur hann. Umframt at sita á tingi, hevur hann eisini sitið í Vágs Býráði í árunum 1976 til 1984, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Í løgtinginum hevur hann sitið í vega- og havna- nevndini, sum var, umframt í fíggjarnevndini. Hann hevur eisini verið løgtings- grannskoðari tað mesta av tíðini. Onnur banka upp á Spurningurin er so, hvør skal føra tingsessin víðari. Tað er ongin ivi um, at borgarstórin á Tvøroyri, Finnleif Guttesen, fer at stilla upp. Jákup Joensen, sum umboðaði flokkin á tingi frá 1994-1998, hevur ikki enn gjørt av um hann hevði latið seg stilla upp, fekk hann áheitan um tað, men hann er so á listanum til fólkatingsvalið. Og harumframt hevur sambandsflokkurin eisini fingið eitt púra óskrivað blað í politikki á listan til fólkatingsvalið, Johan Dahl, sum býr í Porkeri. Hóast tað enn ikki er gjørt av, antin hann fer at stilla upp til løgtingsvalið eisini, er lítið at ivast í, at uppstillingin til fólkatings- valið má metast sum ein positionering til løgtings- valið. Johan Dahl er vinnu- lívsmaður og hevur gjørt stórar íløgur í Vági tey seinastu árini, tað er hann, sum tók stig til at byggja frystigoymsluna í Vági , saman við útlendsku sam- starvsfeløgum sínum. Sjálvur sigur hann í stuttari viðmerking, at hann vil fegin vera við til at bróta tað mytuna niður, at sam- bandsflokkurin bara er ein flokkur av gomlum, kon- servativum monnum. Hann sigur eisini, at tað er neyðugt at vísa, at tað er ikki bara í fólkaflokkinum, at vinnulívsmenn kunnu føla seg væl. – Sambandsflokkurin er avgjørt ein modernaður og dynamiskur flokkur. Men hann hevur hartil tað framum Fólkaflokkin, at hann vil ikki lata teir fyrimunir, sum ríkisfelagsskapurin gevur, gleppa okkum av hondum. Eitt nú heldur hann, at ríkisfelagsskapurin kann verða gull verdur fyri føroyskt vinnulív, m.a. gevur hann okkum atgongd til vinnuframagrunnar, umframt møguleikar fyri fleiri fíggingar- og íløgumøguleikum, eins og eina uttanríkistænastu, sum tað avgjørt ber til at fáa meiri burturúr - men bara so leingi, vit eru í ríkinum, sigur Johan Dahl. Ongin útlendingur skuldi sloppið til Føroyar at arbeitt, fyrrenn fakfeløgini og ALS vóru eftirspurd ÚTLENDSK INNRÁS Áki Bertholdsen – Tað er ørskapur at fáa allar hesar útlendingarnar til Føroyar at arbeiða. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeið- arafelag er illa við av tíð- indunum í Sosialinum í gjár um allar útlendingarnar, sum vilja sleppa til Føroyar at arbeiða. Løgreglan í Føroyum sigur, at higartil í ár hava ikki færri enn 400 út- lendingar søkt um uppi- halds- og arbeiðsloyvi í Føroyum og so stórt hevur talið ikki verið, síðani tað gekk harðast fyri seg í áttatiárunum. Her er talan um fólk úr øllum heiminum, eisini úr so fjarskotnum londum sum Teilandi og Filips- oyggjum. Umframt at øll pappír skulu vera í lagi, skal ein arbeiðsgevari vátta, at hann vil tryggja útlendinginum arbeiði, annars fær hann ikki arbeiðs- og uppihalds- loyvi í Føroyum. Men eru allar tær treytirnar gingnar á møti, verður loyvið vanliga latið. Viðhvørt verða fakfeløg- ini og ALS biðin um viðmerkingar, men tað er verri enn so altíð. Ein vanlukka Ingeborg Vinther heldur, at vit eiga at vera ógvuliga varin, áðrenn vit geva útlendingum loyvi til at koma til Føroyar at arbeiða. – Eg haldi at tað er ørskapur, tí hvat skulu vit gera við teir, tann dagin, vit hava fingið eina kreppu aftur. Hon vísur eisini á, at enn er tað eitt ávíst arbeiðsloysi í Føroyum. – Teir arbeiðsgevarar, sum átaka sær at tryggja útlendingum arbeiði, hava ikki søkt eftir arbeiðsfólki, hvørki í bløðunum, hjá fakfeløgunum, ella hjá ALS. Hon heldur, at arbeiðs- gevarar skuldu ikki sloppið at tikið útendingar í arbeiði, fyrrenn teir høvdu roynt at útvega fólk í Føroyum. Hon heldur eisini, at útlendingar skuldu ikki fingið loyvi at komið til Føroyar at arbeitt, fyrrenn fakfeløgini og ALS vóru eftirspurd. 25 teilendingar til Suðuroyar Hon sigur, at Løgreglan í Føroyum hevur bara eina ferð biðið Føroya Arbeið- arafelag um viðmerkingar, tá ið útlendingar hava søkt um uppihalds-og arbeiðs- loyvi í Føroyum. – Tað var herfyri, tá ið vit vóru biðin um viðmerk- ingar til, at 25 teilendingar hava biðið um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, samstundis sum arbeiðs- gevarar á fiskavirkjum í Vági og í Lopra hava váttað at taka teir í arbeiði. Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hev- ur mælt frá at geva teimum loyvi at koma til Føroyar, tí tað er arbeiðsloysi í Suður- oynni. – Vit vita, at tað er arbeiðsloysið í Suðuroynni, ikki minst nú flakavirkið í Hvalba er steðgað. Vit halda, at mangla fiskavirki í Suðuroy arbeiðsfólk, eiga tey, sum eru arbeiðsleys at fáa møguleikan, áðrenn útlendingar verða bidnir um at koma til landið. – Men sum er, átti tað ikki at verið neyðugt at sent boð eftir útlendingum. Hon sigur, at tá ið út- lendingar koma til Føroyar at arbeiða, krevur tað nógv eyka arbeiði av fakfeløg- unum, tí tey verða alla tíðina noydd at fylgja gjølla við. – Hesi fólkini duga ikki eitt orð av norðurlendskum og tí er altíð vandi fyri, at tey verða útnyttað, so at tey fáa minni løn, enn sátt- málin ásetur, sigur Inge- borg Vinther. Tí heldur hon, at treyt- irnar fyri at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða, áttu at verið nógv strangari. Flemming takkar fyri seg Flemming Mikkelsen er nú farin at rigga av í politikki, men onnur banka uppá, eisini óskrivað bløð Skjótt at koma í neyð av útlendingum í Føroyum –Tað er ørskapur, at arbeiðsgevarar sleppa at fáa allir hesar útlendingarnar tilFøroyar, áðrenn teir hava søkt eftir fólki í Føroyum, sigur Ingeborg Vinther. Føroya Arbeiðarafelag hevur nýliga mælt frá at geva 25 teilendingum arbeiðs og uppihaldsloyvi í Føroym, teir skulu arbeiða í Vági og í Lopra Áhugafelagið hjá el- innleggjarum vil hava punktgjøldini á el- lutum burtur. Tað er burturvið, at eitt punktgjald á 30-40% verður lagt á el-lutir, sum verða innfluttir, halda teir. Tað forðar millum annað fyri orkusparking, heldur orkuráðgevi hjá SEV PUNKTGJØLD Stefan í Skorini Í fleiri ár hevur eitt áhuga- felag hjá el-innleggjarum roynt at fingið landsins myndugleikar at avtaka nøkur punktgjøld, ið eru á fleiri el-lutum. Hetta punktgjaldið verð- ur lagt á el-lutir so sum per- ur, lampur, køliskáp og annað tílíkt. Gjaldið er ímillum 30 og 40 prosent. Teir halda tað vera burt- urvið, at landið leggur eitt punktgjald á nakrar el-lutir, tí tað dýrkar so nógv um hesar vørur. Eitt dømi er, at lágorku- perur eru ógvuliga dýrar í Føroyum. Ein lágorkupera er dýrari at keypa til landið enn ein vanlig pera. Tá so eitt punktgjald verður lagt omaná, økir tað enn meira um munin á prísinum á eini vanligari peru og eini lág- orkuperu. Eingin orkusparing Kristianna Rein er orkuráð- gevi hjá SEV. Hon gjørdi fyri tveimum árum síðani eina kanning av orkunýtslu í føroyskum húsarhaldum. Hon sigur, at lágorkuper- ur vegna punktgjaldið eru ógvuliga dýrar í Føroyum, og tí tíma føroyingar ikki at nýta hesar perur, hóast tær nýta nógv minni streym enn vanligar perur. – Kanningin vísti, at bara 10-15% av føroyskum hús- arhaldum hava eina ella tvær lágorkuperur í øllum húsinum, sigur Kristianna Rein, sum leggur afturat, at orsøkin er punktgjaldið, ið ger lágorkuperur so dýrar. Í Danmark er stórt átak sett í verk, ið skal fáa danir at spara streym við at nýta lágorkuperur. Hetta ber ikki til í Føroyum vegna punkt- gjaldið. Tað er eingin spar- ing at keypa lágorkuperur, tá tær eru so dýrar, at tær oftast kosta upp ímóti 100 krónum, meðan vanligar perur kosta 40 krónur ella minni. Kristianna sigur, at ein lágorkupera nýtir fimm ferðir so lítið av streymi sum ein vanlig pera. Ein vanlig gløðipera kann lýsa í 1.000 tímar, men ein lág- orkupera lýsir í 8-10.000 tímar. Eisini skalt tú keypa átta vanligar perur, hvørja ferð tú keypir eina lágorkuperu. Vánaligar vørur Rasmus Magnussen, ið er formaður í áhugafelagnum hjá el-innleggjarum vísir á, at einki høpi er í hesum punktgjøldum. – Orsakað av hesum punktgjøldum noyðast vit at selja lágorkuperur og aðrar dygdarvørur fyri okursprís. Hetta ger, at fólk ístaðin keypa vánaligar vørur, ið eru nógv bíligari, men ið ikki lúka ymisk krøv, ið verða setta í øðrum londum, sigur Rasmus Magnussen, ið sjálvur er el- innleggjari og líður undir hesum punktgjøldum. Ígjøgnum Føroya Ar- beiðsgevarafelag og hand- verksmeistarafelagið hava teir gjørt fleiri royndir at mýkja landsins myndug- leikar, men hetta hevur ver- ið sum at sletta vatn á gás, siga teir. Hesi viðurskifti vórðu tikin upp á fyrsta sinni í 1982, men seinastu fýra árini hava el-innleggj- arar veruliga sett sær fyri at fáa myndugleikarnar at av- taka punktgjøldini. Seinastu árini hava teir vent sær til fleiri almennar stovnar viðvíkjandi hesum punktgjaldinum. Teir hava mælt til at avtaka øll punkt- gjøldini og í øðrum lagi mælt til at avtaka tey fyri perur og lampur. Teir vísa á, at tað fyrst og fremst er brúkarin, ið má bløða av hesum. Broyting er á veg Karsten Hansen, landsstýr- ismaður við fíggjarmálum sigur, at hann hevur gjørt eitt uppskot, ið mælir til at avtaka nøkur av punkt- gjøldunum á perum, lamp- um, hvítvørum og øðrum. Hetta uppskotið skal leggjast fyri samgonguna og síðani fyri Løgtingið. Brúkarin kann sostatt gleða seg, um hetta uppskotið verður samtykt, tí tað fer at hava við sær lægri prísir á millum øðrum lágorkuper- um. Karsten Hansen tekur undir við, at eitt nú lág- orkuperur eiga at vera bíligari enn tær eru í løtuni. Tí heldur hann tað vera uppá sítt pláss at avtaka hetta punktgjaldið. Hann fer at leggja hetta uppskotið fyri samgonguna í næstum. Tað tykist tí, sum at el-innleggjararnir hava fingið úrslit av teirra drúgva arbeiði. Karsten Hansen vísir á, at hetta punktgjaldið er upp- runaliga álagt fyri at fáa inntøkur til landskassan, men nú tollinnkrevjingin skal automatiserast, er tað ein fyrimunur, at punkt- gjøldini ikki eru so nógv í tali. Fíggjarmálastýrið hevur fyrr noktað fyri at avtaka hesi punktgjøld, men nú er vent í holuni, og eitt upp- skot um hetta verður eftir øllum at døma lagt fyri tingið. Orkusparing á bláman Í fleiri ár hevur eitt punktgjald verið lagt á perur og nógvar aðrar el-lutir. El-innleggjarar hava roynt at fingið tey avtikin, og Karsten Hansen sigur seg taka undir við avtaka tey. Hetta fer m.a. at gera lágorkuperur bíligari og eggjar fólki at spara streym Mynd: Álvur Haraldsen Einki bendir á, at starvsfólkið á stuð- ulsstovninum ætlar sær til Runavíkar at arbeiða. Væntandi fara øll starvsfólkini á stovninum at leita sær eftir øðrum arbeiði, tá ið Stuðuls- stovnurin eftir ætlan flytir til Runavíkar. Eisini starvsfólk á Skipaeftirlitinum vita ikki, hvussu teirra framtíð fer at hátta seg FLYTINGAR Heri á Rógvi Tað fekk rættiliga nógva umtalu, tá ið tíðindi bórust um, at táverandi landsstýr- ismaðurin, Torbjørn Jacob- sen, hevði avgjørt at flyta Stuðulsstovnin til Runavík- ar, har hann nú húsast sam- an við mentamálastýrinum við Hoyvíksvegin í Havn. Eitt sindur av tíð er nú fráliðin, og eftir ætlan skal Stuðulsstovnurin til Runa- víkar at halda til, men alt bendir á, at tað verður uttan verandi starvsfólk. Sosialurin hevur fingið innlit í fyrispurning frá Óla Holm til Terja á Lakjuni um flytanina av Stuðulsstovn- inum og støðuna hjá Stuð- ulsstovninum. Samstundis hava vit eisini fingið innlit í svarið, sum Terji á Lakjuni gav landsstýrismanninum. Serkunnleiki Í svari sínum til landsstýr- ismannin greiðir Terji á Lakjuni frá, at starvsfólkið á Stuðulsstovninum hevur serkunnleika á ymsum økj- um orsaka av tí sokallaða funktiónsbýtinum. Terji á Lakjuni sigur heilt greitt, at tað er sera óheppið at flyta til Runavíkar, tá ið hesin serkunnleikin eftir øllum at døma ikki flytir við. Tað kann vera ógvuliga torført at fáa skikka starvs- fólk. Í tí sambandinum vísir hann á, at Sp/F Virkisráð- geving í Runavík metir tað vera torført at finna væl- skikkaði starvsfólk sam- stundis til sama stovn. Tað framgongur heilt greitt í svarinum hjá Terja á Lakjuni, at hann ikki metir tað vera nakað gott hugskot at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar. Orsøkirnar byggja serliga á, at ser- kunnleikin verður mistur, samstarvið við aðrar stovn- ar eisini viknar og stovnur- in eisini verður dýrari at reka. Hann heitir á lands- stýrismannin um at broyta støðu, men hetta hevur landsstýrismaðurin eftir øllum at døma ikki gjørt. Terji á Lakjuni metir í svari sínum, at Stuðuls- stovnurin verður umleið 400.000 kr. dýrari at reka árliga, um hann verður fluttur til Runavíkar. Hetta tal grundar hann serliga á leiguútreiðslur og tað, at Stuðulsstovnurin í løtuni nýtir gott av vera saman við Mentamálastýrinum, tá ið hetta sparir teimum nógvar útreiðslur. Sjálvur hevur Teji á Lakj- uni eftir øllum at døma einki ímóti at arbeiða í Runavík. Í bíðistøðu Gunnvør Eriksen er starvs- fólkaumboð hjá teimum fimm starvsfólkunum á Stuðulsstovninum, sum eru limir í Starvsmannafelagn- um. Fyri uttan hesi fimm, so er stjórin, Terji á Lakj- uni, einasta starvsfólki. Hon kallar støðuna hjá starvsfólkunum fyri eina bíðustøðu, sum tey ikki eru serliga fegin um at vera í. Gunnvør greiðir frá, at øll starvsfólkini sum nú er ætla sær ikki at flyta við Stuð- ulsstovninum til Runavíkar, men ætla heldur at leita sær nýggjum arbeiði í Havn. Hon sigur, at sum nú, so er trupult at siga júst hvat fer at henda, tí starvsfólki eins og onnur bíða eftir at fáa at vita, hvør lagnan hjá teimum verður. Gunnvør heldur mestir, at fleiri av starvsfólkunum longu nú eru farin at hyggja sær eftir øðrum arbeiði í høvuðsstaðnum. Gunnvør leggur dent á, at starvfólkið á Stuðulsstovn- inum eru alt annað enn feg- in um støðuna hjá teimum. Terji á Lakjuni vil ikki gera viðmerkingar til úttal- ilsini hjá Gunnvør Eriksen. Óli Holm, landsstýrismað- ur, kennir til trupulleikan við starvsfólkunum, og hann ætlar at broyta støðu av hesari orsøk. Hann sigur, at hann hevur havt fleiri fundir við starvsfólki á stovninum, og greitt teim- um frá, hvat fer at henda. Eisini á Skipaeftirlitinum er starvsfólki í einari bíði- støðu. Eftir hvat Sosialurin skilir, eru tvey starvsfólk á tí stovninum í donskum fakfelag, men tey hava ikki gjørt av, um tey fara til Vágarnar at arbeiða, tá ið Skipaeftirlitið eftir ætlan verður flutt hagar. Fingið starvsfólk Eisini hjá Toll og Skatt eru tey farin undir at rigga eina nýggja deild til. Talan er um tað sokallaðu kollvetn- isskattadeildina, sum eftir ætlan skal hava innvíst í Klaksvík. Óli Heinesen, stjóri fyri Toll- og Skatt- stovu Føroya, sigur við Sosialin, at teir hava søkt eftir starvsfólki og eisini fingið umsóknir, har fleiri eisini eru skikkaði til starv, uttan tó, at hann hevur nágreiniliga gjøgnumging- ið hesar. Óli Heinesen sigur tað vera ein generellan trupul- leika at fáa hendur á skikk- aðum fulltrúum, eitt nú jur- istum. Í løtuni verður bíðað eftir, at høli skulu fáast til vega til deildina í Klaksvík. Ikki fyrr enn tá er ráðiligt at fara víðari við málinum, heldur Óli Heinesen. Stuðulsstovnurin til Runavíkar uttan starvsfólk: Starvsfólkið fer ongan veg Starvsfólkið á Stuðulsstovninum vil ikki til Runavíkar at arbeiða. C M Y K 5 4