Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 221 - 15. november 2001 Nr. 221 - 15. november 2001 7 Finnur Helmsdal av- gjørdi í seinastu viku at taka seg av valevn- islista Tjóðveldis- floksins. Hann heldur ikki, at tað er neyðugt hjá honum at stilla upp til valið, tá ið list- in longu er somikið stórur. Samstundis heldur hann lítið um at sita á fólkatingi FÓLKATINGSVAL Heri á Rógvi Valevnislistin hjá Tjóðveld- isflokkinum varð uppruna- liga gjørdur á eykafloks- tinginum hjá flokkinum, men síðani tá eru nakrar broytingar gjørdar á listan- um, soleiðis at endaligi list- in nú telur tjúgu valevni. Ein av teimum, ið var á upprunaliga listanum yvir valevni, er Finnur Helms- dal, tingmaður fyri Tjóð- veldisflokkin. Hóast hann játtaði at stilla upp til valið upprunaliga, hevur hann tó broytt støðu. Tað var hós- dagin í seinastu viku, at Finnur Helmsdal boðaði flokki sínum frá, at hann ikki ynskir at stilla upp fyri flokkin til fólkatingsvalið hin 20. november. Finnur Helmsdal er vara- maður á tingi fyri Høgni Hoydal, landsstýrismann, og hann hevur eisini roynt seg bæði til løgtings-, býráðs- og fólkatingsval. Persónliga atkvøðutalið hevur eisini ligið omanfyri hundrað við okkurt høvi. Orsøkirnar til, at hann ikki velur at stilla upp hesa- ferð, sigur hann vera, at hann ongantíð hevur verið serliga áhugaður fyri at stilla upp til fólkatingsval, hóast hann hevur roynt hetta. – Av fyrstan tíð játtaði eg at stilla upp, men tá eg sá, at listin var rættiliga stórur og góður, so helt nóg góða orsøk vera fyri ikki at stilla upp, sigur Finnur Helms- dal. Finnur Helmsdal heldur, at tað hevur týdning, at Tjóðveldisflokkurin er við í valstríðnum, soleiðis at hinir flokkarnir ikki fáa alla umtaluna hesa næstu tíðina. – Eg haldi tað vera týdn- ingarmikið, at Tjóðveldis- flokkurin er við í valstríðn- um, tá ið hinir flokkarnir eru við. Spyrt tú meg, um tað er rætt at stilla upp, so vil heldur siga nei enn ja. Tað er valstríðið, sum hev- ur týdning, heldur enn val- ið, sigur Finnur Helmsdal. Tingmaðurin hjá Tjóð- veldisflokkinum heldur, at flokkur hansara hevur góð- an møguleika at vinna sær sess á fólkatingi, tá ið flokkurin stendur sterkari í huganum hjá veljarunum nú enn seinastu ferð. Hann visir eisini á, at tað er óheppið, nú samgongu- flokkarnir liggja og kríggj- ast innanhýsis upp undir valið. Finnur Helmsdal sær helst, at tað vera tvey um- boð úr núverandi sam- gongu, ið fáa umboðan á fólkatingi 20. november. Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldisflokkin, sig- ur seg virða avgerðina hjá Finni Helmsdal. Floksfor- maðurin heldur tað sam- stundis vera keðiligt, at Finnur Helmsdal ikki stillar upp, tá ið hann hevði kunn- að savnað saman atkvøður. Finnur Helmsdal ætlar ístaðin fyri fólkatingsvalið at leggja alla orku í kom- andi løgtingsval. ILA er staðfest í einum aliringi hjá Faroe Salmon í Hvannasundi. Týs- dagin var úrslitið av royndunum greitt, og tað vísti, at orsøkin til stóra felli í ringinum var ILA ILA Stefan í Skorini Tað var í seinastu viku, at alararnir fingu illgruna um, at okkurt var galið, tí fellið í ringinum var stórt. Teir boðsendu tí djóralækna, sum tók nakrar royndir, og tær vórðu sendar til Noregs til nærri kanningar. Í síðstu viku ávaraðu landsdjóralæknin og Hans Jacobsen, formaður í Før- oya Havbúnaðarfelag, í Sosialinum um, at ILA fór at breiða seg um alt landið, og hetta gongur nú sjón fyri søgn. ILA varð fyrstu ferð stað- fest á Fuglafirði í apríl 2000. Síðani stóð alibrúkið á Oyndarfirði fyri skotum, og smittan breiddi seg eis- ini til Funningsfjørð. ILA varð síðani staðfest á Lambavík. Seinastu tvær vikurnar er ILA-virusið funnið í Nólsoyarfirði og í Hvannasundi. Alarar vilja sleppa at koppseta fiskin beinanveg- in, men hesum loyvir ES ikki enn. Landsdjóralæknin væntar harumframt, at vøksturin í alivinnuni ikki verður eins stórur, sum ser- frøðingar hava væntað. Finnur Helmsdal tikið seg aftur sum valevni : Valstríðið hevur týdning heldur enn valið Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, hevur ongantíð hildið nógv um føroysku fólkatingssessirnar, og hann hevur eisini valt at taka seg av listanum hjá Tjóðveldisflokkinum. Hann heldur tó, at tað hevur týdning at luttaka í valstríðnum ILA illgrunin staðfestur í Hvannasundi BRÆV Stefan í Skorini Tá postboðið í Klaks- vík hevði verið runt í húsunum mánamorg- unin, fekk ein eldri kvinna ein rættiligan hvøkk. Tá hon lat eitt bræv upp, datt hvítt pulvur úr brævbjálvanum. Hon boðsendi løgregl- uni beinanvegin, og hon hevur verið á staðnum og kannað málið. Hetta verður tó ikki hildið at vera nakað álvarsamt. Kvinnan er ikki kannað á sjúkra- húsinum, men hon hevur fingið at vita, hvørji sjúkueyðkenn- ini eru, um tað skuldi víst seg, at talan er um miltbrand. Tað vil siga, at løg- reglan heldur ikki, at hetta hevur nakað upp á seg. Brævið er sent úr Danmark. Tað er tó óvist, hvør hevur sent brævið, og hvør hevur lagt pulvur í bræv- bjálvan. Eldri kvinna fekk hvítt pulvur Verður Høgni Hoydal valdur á Fólkating, ætlar hann at røkja bæði landstýris- og fólkatingssessin, um arbeiðsbyrðan í landsstýrinum loyvir tí. Tað kemur als ikki upp á tal, at hann sleppur tað, sigur løgmaður FÓLKATINGSVAL Edvard Joensen Hóast Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur, at hann kann røkja bæði landstýris- og fólkatings- sessin, um arbeiðsbyrðan í landsstýrinum loyvir tí, sleppur hann ikki fyri løgmanni. Løgmaður sigur kortanei. Seinasta veljarakann- ingin, sum gjørd er upp undir fólkatingsvalið, gevur Tjóðveldisflokkinum ann- an føroyska fólkatings- mannin. Sannlíkt er, at tann, sum valdur verður, fer at eita Høgni Hoydal. Høgni Hoydal sigur í viðmerking til kanningina, at hon skal takast við fyrivarni, tí tann parturin, sum onga endaliga avgerð hevði tikið, var rættiliga stórur og kann lættliga broyta alt valúrslitið. Men hinvegin ætlar hann sær, um hann verður valdur á Fólkating, at møta og í øllum førum halda eina setanarrøðu. Tað er heldur einki óvan- ligt í tí, at ein landsstýris- maður ella ein løgmaður verður valdur á Fólkating. Teir eru eisini møttir og hava síðan latið sessin frá sær aftur til næstvalda um- boðið á listanum. Atli Dam hevur verið valdur fólkatingslimur, meðan hann var í Tinga- nesi, eins og Edmund Joensen við næstseinasta fólkatingsval varð valdur, meðan hann var løgmaður í Føroyum. Báðir møttu á Fólkatingi, men lótu síðan sessirnar til varamenninar. Høgni Hoydal hevur sama møguleikan, men hevur ikki enn gjørt av, hvat hann fer at gera, um støðan verður aktuell. Hann vil ikki gera við- merkingar til, um persóns- spurningar kunnu fara at spæla inn. Spurdur um ávísir navnnevndir tjóð- veldismenn kunnu gerast ein trupulleiki, um teir koma á Fólkating sum eykamenn fyri Høgna Hoy- dal, svarar hann bert, at teir munnu vera líka frægir sum onkur annar. Men Høgni Hoydal váttar tó fyri Sosialinum, at hann kanska kann fara at røkja bæði størvini, um arbeiðs- byrðan í Tinganesi loyvir tí. Tí tað er so stutt eftir av løgtingsvalskeiðnum, og eingin er sum sigur, at hann framvegis er landsstýris- maður, tá mai mánaði kemur. Ein slík støða hevði verið rættiliga óvanlig, men avgjørt ikki ólóglig, verður sagt av løgmansskrivstov- uni í Tinganesi. Løgfrøðingarnir á Løg- mansskrivstovuni siga, at tað er eingin løgfrøðilig forðing fyri, at ein lands- stýrismaður kann røkja báðar sessirnar. Men tað gongur løgmað- ur ikki við til. – Tað kemur als ikki upp á tal, at ein landsstýris- maður fær loyvi til tað, sigur Anfinn Kallsbnerg, løgmaður, púra avgjørdur. Hóast eingin lóg forðar tí, er tað løgmaður, sum hevur seinasta orðið at siga í slíkum máli, vísir hann á. Løgmaður setir landsstýris- menn og kann eisini loysa teir úr starvi. Og hendir tað, at ein landsstýrismaður kemur í ta støðuna, sum oman fyri er nevnd, verður hann í stundini loystur úr starvinum sum landstýris- maður, sigur Anfinn Kalls- berg, løgmaður. Í oddagrein og øðrum greinum í Dagblaðnum hesa vikuna, rekur Óli Breckmann, blaðstjóri og fólkatingslimur, fram undir, at hendan støðan verður aktuell, og ger sær sínar metingar um, hvat so fer at henda. Høgni Hoydal vil als ikki gera viðmerkingar til ta skrivingina, sigur hann. Hon er á so lágum støði, at har niður fer hann ikki. – Eg fari heldur burtur úr politikki, enn at flyta meg niður á støðið hjá Óla Breckmann, sigur hann. Ætlar sær báðar sessirnar Høgni Hoydal metir, at hann kann vera bæði landsstýris- og fólkatingsmðaur nakrar mánaðir. Men Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur kortanei C M Y K 7 6