hósdagur 15. november 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 221 - 15. november 2001
Nr. 221 - 15. november 2001
9
C
M
Y
K
9
8
Tíðindaskriv
Hendan mánaðan sýnir
Heðin Kambsdal fram yvir
20 málningar í Gallarí Rib-
arhús í Fuglafirði.
Tann óútrokniliga, karga
og gávumilda náttúran í øll-
um sínum veldi, er ein
íblástrarkelda, ið er ring at
koma uttanum, tá tú býrt í
Føroyum og hevur hana
beint uttanfyri vindeyga.
Tú livir í og av henni, og ert
eisini ein partur av henni.
Á framsýningini eru eis-
ini nakrar meira manslýs-
ingar.
Heðin er gamal í garði og
hevur málað í mong ár.
Sum óviti teknaði hann
nógv við blýanti, kriti og
oljukriti sum so mangur
annar, og longu sum ungl-
ingi fór hann undir at royna
seg við penslinum og olj-
uni.
Heðin Kambsdal hevur
millum annað verið við á
nógvum Varmakeldufram-
sýningum, Ólavsøkufram-
sýningum, várframsýning-
um og Lionsframsýning-
um. Í Smiðjuni hevur hann
eisini verið, og hann hevur
eisini havt framsýningar í
Lemvig, Herning, Ålborg,
Hjørring og Fredrikshavn.
Tíðindaskriv
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út tríggj-
ar nýggjar bøkur. Tær eru
smábarnabókin
»Banka
uppá« eftir Annu-Claru
Tidholm, mynda- og spæli-
bókin »Á garðinum hjá
Malju« eftir Lucy Cousins
og barnabókina »Gylta
svørðið« eftir Maj Bylock.
Allar tríggjar bøkurnar eru
prentaðar hjá Hestprent, og
harumframt hevur Hest-
prent eisini umbrotið bók-
ina »Gylta svørðið«.
Banka uppá er ein stuttlig
og mennandi smábarnabók
í føgrum litum til foreldur
og tey minstu at hugna sær
við. Í bókin eru fleiri hurð-
ar í ymsum litum. Ætlanin
er so, at børnini skulu
banka uppá og vita, hvat
goymir seg aftanfyri hurð-
arnar. Banka uppá er komin
út í næstan øllum londum á
okkara leiðum, og hevur
rithøvundurin Anna-Clara
Tidholm vunnið nógvar
virðislønir fyri hesa bók og
aðrar bøkur av sama slagi.
Niels Jákup Thomsen hevur
týtt bókina til føroyskt.
Bókin er 28 blaðsíður í lit-
um og kostar 49 krónur.
Á garðinum hjá Malju er
fjórða bókin um Malju í ár.
Tá tú letur bókina upp,
springur garðurin hjá Malju
uppúr, og so er bara at fáa
sær pappírsdukkuna av
Malju og øllum vinum
hennara,
trakktorinum,
kúnni, hestinum og mong-
um øðrum at spæla við. Í
alt eru 26 smálutir. Tá ið
ein er liðugur at spæla, er
pláss fyri øllum smálutun-
um soleiðis, at tú kanst lata
bókina aftur og seta hana á
bókahillina. Við tað, at so
nógvir smálutir eru, er
bókin ikki hóskandi fyri
børn, ið eru yngri enn trý
ár. Bókin um Malju og
bóndagarðin kostar 130
krónur.
Gylta svørðið er onnur
bókin av trimum um Petite,
sum í fyrstu bókini varð
rænd úr Fraklandi og førd
til Svøríkis sum trælur í
víkingatíðini. Nú kalla tey
hana Ása, og hon er so
heppin at vera komin væl
fyri hjá hjúnunum Steini og
Bóal. Nú skal steinur týða
gátuna hjá gylta svørðin-
um, og her fær hann óvænt-
aða hjálp frá Ásu. Men ása
er í iva: Hon hatar víkingar,
men samstundis verður hon
drigin at Torfinni, jalsson-
inum. Havbláu eygu hans-
ara víkja ikki frá henni. Ein
spennandi, løtt lisin bók til
børn og ung. Ásvør Djur-
huus
týddi
bøkina
úr
svneskum. Gylta svørðið er
104 síður, heft og kostar
125 krónur.
Tríggjar nýggjar bøkur
Heðin Kambsdal í Ribarhús
Nú dagarnir styttast til
Føroya einasti punkbólkur
»200« geva fløgu út, verður
høvið at hoyra teir spæla
(og brúka kjaft) live í viku-
skiftinum. Og tað verður
ikki við mýkindum tá 200
fara á pallin. M.a. verður
nógv umrøddi og víðagitni
pappmasje-fokkjú-fingur-
in, sum er sveipaður í silvur
og gyrdur við eldfroysandi
físum at síggja.
Nú Fríggjakvøldið Kl.
22.00 verður konsert og
rumbul í Meiarínum í Havn
við 200 og Flux.
Leygarkvøldið Kl 20.30
stendur losjan í Gøtu fyri
skotum. Tá fara Clickhaze,
sum ikki hava verið á palli í
Føroyum síðani seint í
summar, at leggja fyri.
Okkurt nýtt lag verður eis-
ini at hoyra frá Clickhaze.
Leygarkvøldið,
sum
konsertin er, er eisini ein
serligur dagur í aðrar mátar.
17 nov. verða nevniliga 35
ár síðani komponisturin/-
sangarin/guitaristurin Jeff
Buckley varð føddur. Tí-
verri druknaði Jeff Buckley
í 1997 einans 30 ára gamal.
Í sambandi við føðingardag
hansara verða nøkur av løg-
um hansara framførd, um-
framt at fløgur, filmar og
DVD´ar við Jeff Buckley
vera at fáa til keyps í losj-
uni.
Fløgan hjá 200 kemur
ikki út fyrr enn mánadagin
19. november, men hjá
teimum ótolnu eru tó ráð
fyri hond: Á báðum kons-
ertunum verður møguligt at
keypa fløgur, plakatir og
postkort við 200.
Grefligt kjaftaslit um vikuskiftið