Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. august 2009 – Nr. 163 Barcelona endaði í bólki við Inter, og eisini eru Real Madrid og Milan í sama bólki. Fleiri stórdystir eru á skránni í bólkaspælinum í Champions League jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað vóru tey ensku liðini, sum fingu besta lutakastið, tá kúlurnar vórðu togaðar úr Champions League pottinum í gjár. Manchester United, Chelsea, Liverpool og Arsenal sluppu øll meira ella minni undan nøkrum europiskum stórfelagi í bólkaspælinum, har serstakliga áhugaverdar uppgerðir tó eru á skránni í fleiri øðrum bólkum. Iikki minst er spenningurin stórur í bólki F, har Inter og Barcelona eru í sama bólki. Zlatan Ibrahimovic skifti í summar til Barcelona úr júst Inter, har hann í fleiri ár hevur verið stóri kult-figururin, meðan Samuel Eto’o fór øvutan veg, so á sín hátt verður tað ein uppgerð um, hvør av teimum báðum er vandamesti harrin á einum fótbóltsvølli. Og í bólki C skal Kaka, sum nú er liðfelagi við Ronaldo í Real Madrid royna seg móti fyrrverandi felagi sínum, AC Milan, sum hann áður hevur vunnið Champions League kappingina við. Og so slepst ikki undan at nevna, at tað við EB/Streyms-eygum verður áhugavert at síggja, hvussu tað spælir av, at Apoel Nicosia fer at vitja á víðagitnu heimavøllunum hjá Chelsea, Porto og Atletico Madrid. Bólkarnir Bólkur A: Bayern Munchen, Juventus, Bordeaux, Maccabi Haifa. Bólkur B: Manchester United, CSKA Moskva, Besiktar, Wolfsburg. Bólkur C: AC Milan, Real Madrid, Marseille, Zurich. Bólkur D: Chelsea, Porto, Atletico Madrid, Apoel Nicosia Bólkur E: Liverpool, Lyon, Fiorentina, Debrecini Bólkur F: Barcelona, Inter, Dynami Kiev, Rubin Kazan. Bólkur G: Sevilla, Rangers, Stuttgart, Unirea Urziceni. Bólkur H: Arsenal, Alkmaar, Olympiakos, Standard Liege. Dystir um vikuskiftið Vodafone-deildin Dagur Dystur Dómari 30.08 HB-Víkingur Dagfinn Olsen 30.08 KÍ-AB Rúni Gaardbo 30.08 07 Vestur-B36 Petur Reinert 30.08 B68-ÍF Ransin N. Djurhuus 31.08 EB/S-NSÍ Bárður Mortensen 1. deild menn 29.08 VB/S-NSÍ Alex Troleis 29.08 Víkingur-FC Hoyvík Birgir Sondum 29.08 B71-B68 Bent T. Linklett 29.08 Skála-HB Jón Kári í Brekkuni 30.08 TB-MB Alex Troleis 2. deild menn 30.08 Víkingur-B36 Verner Hentza 30.08 ÍF-AB Kári J. á Høvdanum 30.08 KÍ-Undri Bogi Joensen 30.08 TB-07 Vestur Jákup M. Kjell vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 21 14 - 5 - 2 50 27 23 47 2 EB/S 21 11 - 4 - 6 42 26 16 37 3 NSÍ 21 10 - 4 - 7 44 35 9 34 4 Víkingur 21 10 - 4 - 7 39 30 9 34 5 B68 21 9 - 6 - 6 38 35 3 33 6 AB 21 8 - 5 - 8 24 25 -1 29 7 ÍF 21 6 - 5 - 10 30 35 -5 23 8 B36 21 5 - 6 - 10 26 40 -14 21 9 KÍ 21 4 - 5 - 12 24 44 -20 17 10 07 Vestur 21 3 - 6 - 12 31 51 -20 15 Formbarometrið vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 AB 6 4 - 1 - 1 12 4 8 13 2 HB 6 4 - 1 - 1 11 5 6 13 3 EB/S 6 4 - 0 - 2 10 7 3 12 4 NSÍ 6 3 - 1 - 2 13 10 3 10 5 ÍF 6 2 - 2 - 2 10 12 -2 8 6 Víkingur 6 2 - 1 - 3 10 11 -1 7 7 07 Vestur 6 2 - 1 - 3 10 12 -2 7 8 KÍ 6 2 - 0 - 4 7 16 -9 6 9 B68 6 1 - 2 - 3 6 10 -4 5 10 B36 6 1 - 1 - 4 6 12 -6 4 1. deild, menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 20 12 - 4 - 4 46 35 11 40 2 HB 20 10 - 5 - 5 43 28 15 35 3 B71 20 10 - 5 - 5 42 30 12 35 4 TB 20 10 - 5 - 5 41 34 7 35 5 B68 20 8 - 4 - 8 49 39 10 28 6 NSÍ 20 8 - 4 - 8 38 40 -2 28 7 FC Hoyvík 20 9 - 1 - 10 27 33 -6 28 8 Víkingur 20 6 - 6 - 8 30 31 -1 24 9 Skála 20 5 - 4 - 11 24 32 -8 19 10 MB 20 2 - 2 - 16 24 62 -38 8 1. deild, kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 16 13 - 2 - 1 75 6 69 41 2 AB 16 13 - 2 - 1 41 6 35 41 3 Víkingur 16 9 - 3 - 3 35 19 16 30 4 Skála 16 5 - 1 - 4 19 43 -24 16 5 EB/Streymur 16 2 - 1 - 13 8 56 -48 7 6 B68/NSÍ 16 1 - 1 - 14 5 56 -51 4 OB trýsti Genoa Á Fiona Park, sum í næstum kanska verður mest sum føroysk ogn, hevði OB gott tak á italska Genoa, sum hevði vunnið fyrra dystin teirra millum 3-1. Og tá Henrik Andreasen beint undan steðginum stútaði heimaliðið framum, kom av álvara lív í heimaáskoðararnar. Bara átta minuttir eftir steðgin eydnaðist tó Domenico Criscitos at javna, tá ein skotroynd frá honum varð avrættað, og so stóð mest sum greitt, at einasta danska luttøkan í Europa League verður tann hjá FCK, ið altso ikki slapp í heilt fína selskapið í meistarakappingini. Brøndby var við í 80 minuttir Eftir 2-1 sigur á heimavølli hevði danska Brøndby í 80 minuttir takið á týska Hertha Berlin. Í seinna dystinum millum liðini stóð nevnliga á jøvnum í steðginum, tá Morten Rasmussen eftir 50 minuttum beindi hornaspark í málið, sá alt so ljósareytt út hjá gula liðnum. Týska liðið vildi tað tó øðrvísi, og seinasta korterið skoraðu teir tríggjar ferðir, og so mátti Brøndby ásanna, at europiska ævintýrið hjá teimum er liðugt, longu áðrenn tað av álvara gjørdist stuttligt. Zlatan móti Inter Zlatan Ibrahimovic varð stórliga fagnaður, tá hann í summar skrivaði undir sáttmála við Barcelona. Í gjár stóð greitt, at hann nú skal royna seg móti fyrrverandi liðfeløgunum í Inter í bólkaspælinum í Champions League