Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 28. august 2009 – Nr. 163 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33 Tveir fuglfirðingar eru leikbannaðir, tá ið ÍF fer at vitja B68, sum nú stríðist fyri at sleppa upp í part í Europa jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Leingi sá tað heilt gott út hjá B68. Tá ið tað 2. august í 17. umfari endaði við 3-0 heimasigri á B36, bendi støðutalvan á, at toftamenn kundu bjóða HB av í kappingini um gullkrónurnar. Síðani hevur tað gingið av skriðuni hjá B68, sum ongantíð hevur vunnið fulla úrtøku burtur úr fýra teimum seinastu royndunum. At úrtøkan hevur verið so soltin sæst aftur á støðutalvuni. Nú er B68 á fimta plássi, og harvið hongur europeiska luttøkan í nógv klænri tráði, enn hon tóktist gera fyrr í summar. Hjá fuglfiðingum hevur tað heldur ikki gingið so ógvuliga væl, men kortini so frægt, at hóttanin av niðurflyting er seks stig burtur. Í Fuglafirði kenna teir seg ikki vera slopnar heilt undan hóttanini av niðurflyting, og tí hevði tað komið ógvuliga væl við at vunnið stig á Toftum. Hjá ÍF eru miðverjin Bartal Eliasen og miðvallarin Frank Poulsen leikbannaðir. Roknað verður við, at Høgni Zachariasen, sum fyri viku síðani sat á beinkinum, hesa ferð verður førur fyri at spæla. Andy Olsen, sum kanska hevur verið tann besti hjá ÍF í ár, var ikki førur fyri at spæla fyri einari viku síðani. Tað verður vónað, at Andy fer at verða førur fyri at spæla sunnudagin. Mikudagin var næstbesta B68 liðið í Vági, har útsettur dystur í 1. deild var á skránni. Kristian Anton Andreasen, sum hevur verið nógv skaddur, og tískil ikki hevur verið førur fyri at spæla á besta liðnum, er um at koma fyri seg aftur. Tí var tað óheppið, at hann tíðliga í dystinum mikudagin noyddist skaddur av vøllinum. Pól Jóhannes Justinussen, sum er undir 21 ár og tískil hevur loyvi at spæla fleiri ferðir um vikuna, var við í Vági, har hann skoraði. Á Toftum vóna teir, at avrikið mikukvøldið fer at lyfta støðið uppaftur. Tað hevur alstóran týdning fyri vónirnar hjá B68 at sleppa longri upp á stigatalvuna og harvið at økja um europeisku møguleikarnar, at Øssur Hansen aftur verður førur fyri at spæla. Enn er tað ikki greitt, um Øssur verður førur fyri at spæla sunnudagin. Tá ið B68 26. apríl vitjaði í Fuglafirði vann ÍF 3-2. Tá ið ÍF í 13. umfari vitjaði á Svangaskarði, vann heimaliðið 2-1. Síðani nýggi venjarin tók við í Klaksvík, er alt heimasíðu fótbóltsprát hildið uppat, nú klaksvíkingar ímóti væl trimmaða AB skulu royna bjargingarlínuna jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað eru nýggjar fótbóltstíðir í Klaksvík. Uppleggið til týdningarmikla dystin ímóti AB er øðrvísi, enn tað hevur verið. Einki undarligt er í tí, tí nú er tað Petur Mohr, sum hevur ábyrgdina. Hann plagar at spæla mann ímóti manni á miðvøllinum, og hann plagar ikki at dáma, at tað verður nógv tosað á heimasíðum. Síðani Petur Mohr fyrst í hesi vikuni tók ábyrgdina av venja KÍ á seg, hava ongar viðmerkingar verið at sæð á heimasíðuni hjá Norð lýs- inum og øðrum heimasíðum, har nógv prát plagar at vera um KÍ. Hjá klaksvíkingur er tað mest sum ein spurningur um lív ella deyð. Oddmar á Lakjuni er hesa ferð leikbannaður. Álopsspælarin Páll Klettskarð er farin av landinum í skúlaørindum, og hann verður neyvan við aftur í ár. Tá ið KÍ síðstu sunnudag tapti í Gundadali ímóti B36 vóru tríggir spæl arar leikbannaðir. John Hamm- er, Høgni Madsen og Stefan Kalsø eru allir tøkir aftur. Todi Jónsson hevur verið á flatlondum í vikuni, men hann verður tøkur ímóti AB. - Hóast vit eru kroystir, so er lagið gott. Vit royna at savna okkum um uppgávuna, og hóast tað ikki hiln- aðist so væl ímóti B36, so fara vit við góðum treysti at stríðast fyri søkini, nú AB kemur at vitja, verður sagt úr Klaksvík. Tað hevur seinastu vikurnar ging- ið sum eftir ánni hjá AB. Í fimm teim um seinastu umførunum hev- ur AB vunnið fýra ferðir, og eina ferð hevur tað verið javnt. Harvið er AB tað liðið, sum burtur úr hesum fimm umførunum hevur vunnið størri úrtøku enn nakað annað lið hevur vunnið. AB er komið undan niður flyt- ingini. Nú er teinurin styttri ímóti heiðursmerkjunum, enn hann er tað ímóti botninum. So hóast AB er komið undan niðurflytingar hótta- nin, so verður spennani at síggja, hvussa tað nú fer at hilnast. - Vit savna okkum um okkara dyst ir. Ímóti ÍF var úrslitið 4-2, og tá var hugaligt at síggja, hvussu væl spælararnir arbeiddu alla tíðina, og hvussu ÍF varð stressað, sigur John Petersen, sum er annar av venjar- unum, við AB heimasíðuna. Alex Mellemgaard er framvegis skaddur, men eftir at hann hevur fingið skurðviðgerð fyri menisk, so er tað farið at ganga rætta vegin. Annars er kappingin um plássini ógvuliga stór á Argjum. Beck mist licensin Danki Mikkel Beck, sum hevur eina fortíð sum landsliðsspælari, sleppur ikki longur at virka sum spælaraumboðsmaður. Mikkel Beck hevur sum umboðsmaður gjørt avtalu millum spælara og felag, har hann umboðaði báðar partar í handlinum, og tað er ímóti reglugerðunum fyri umboðsmannavirksemi. DBU hevur viðgjørt málið, og umframt bót á 200.000 krónur, missir Beck lisensin sum umboðsmaður í trý ár. Tvey av hesum eru tó treytað frádøming. Distin til Everton Eftir at Everton fyrr í vikuni boygdi seg og góðtók at selja Joleon Lescott til Manchester City fyri á leið 200 milliónir krónur, gjørdi felagið skjótt av at tippa holið. Everton hevur nevnliga keypt Sylvain Distin úr Portsmouth. 31 ára gamli Distin hevur seinastu tvey árini spælt við Portsmouth. Undan hesum spældi hann í fimm ár fyri júst Manchester City. B68-ÍF: Europa longri burturi frá Svangaskarði Tá AB í vár vann 1-0 í Klaksvík var hetta ein undirstrikan av, at KÍ kom at hava fáa eitt sera trupult kappingarár KÍ-AB: Prátið er tagnað Triathlon sunnudagin Sunnudagin verður árliga FM-kappingin í Sprint Triathlon í Havn, har tey íðkandi skulu svimja 750 metrar, súkkla 20 kilometrar og renna 5,5 kilometrar. Møtt verður klokkan 12, og sjálv kappingin fer í gongd klokkan 13. Lagt verður fyri við svimjingini, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali, og tá hon er av, verður súkklað tvær ferðir millum rundkoyringarnar við Svimjihøllina, Skansan og Hvítanesvegin. Síðani verður skift við Skógrøktina og farið í gongd við renningina. Runnið verður í eitt áttatal og hálvatriðju ferð á gøtunum hjá Skógrøktini. Málið er á parkeringsplássinum hjá Skógrøktini. hil