fríggjadagur 28. august 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. august 2009 – Nr. 163
Tað er veruliga lagt upp
til botnbrak í Sørvági, har
07 Vestur av álvara er um
at kveikja lív í vónina um
framhaldandi tilveru í
Vodafone-deildini
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Við seks dystum eftir er 07 Vestur
framvegis á botnsessinum í
Vodafone-deildini. Ein sessur, sum
vágaliðið hevur sitið á størsta
partin av kappingarárinum.
Seinastu vikurnar hava tó av
álvara kveikt vónina um, at 07
Vestur kann vinna seg upp um
niðurflytingarstrikuna, áðrenn 27.
og seinasta umfarið er av. Og ikki
minst var talan um imponerandi
sigur, tá teir seinasta sunnudag
vunnu á útivølli móti Víkingi. Og
verður talan aftur um trý stig, nú
B36 vitjar, er bjargingin bara trý stig
burturi.
Og tað verður eitt mest sum
fullmannað lið, sum fer á vøllin.
Einasta ivamálið er Hendrik
Rubeksen, sum beklaði í vikuni, og
tí neyvan er til reiðar at spæla,
verður sagt úr Sørvági.
Hjá B36 iðra tey seg framvegis
um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig
burtur úr dystinum móti EB/
Streymi mikukvøldið, men leikliga
avrikið var tó at slíkum slag, at tað
gevur vónir um fleiri stig.
Hesa ferð er einasta ivamálið
Jákup á Borg, sum kendi nakað av
eymleika í lærinum mikukvøldið, og
tí ikki vandi í gjár. Men tað verður tó
roknað sum sannlíkt, at hann er
partur av hópinum, sum
sunnudagin fer á vøllin til ein dyst,
sum frá fleiri síðum verður mettur
sum tann týdningarmesti hjá B36,
síðani teir á seinasta leikdegi í 2005
vunnu FM-heitið í dysti móti HB.
Enn er gullið ikki komið í
hús, men hvørt stig, sum
HB vinnur, førir liðið nærri
gullinum. Hesa ferð vitja
víkingarnir, sum ikki eru
heilt so ræðandi, sum teir
hava verið fyrr í ár
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tað er eingin, sum tykist steðga HB.
Gaman í taptu teir fyri hálvari aðru
viku síðani heimadyst móti EB/
Streymi, men gullið kemur kortini
nærri fyri hvørt umfarið, sum
gongur.
Við 10 stigum at geva av til
næsta liðið eru heldur ikki nógv,
sum tora at seta pening uppá, at
HB ikki verður meistari, men í
norðara húsinum í Gundadali vilja
tey á ongan hátt kanna sær bitan.
- Tað sær sjálvandi gott út, men
nú hugsa vit um Víking, eru boðini
frá Sámali Erik Hentze, venjara, ið
tykist væl ávegis at røkka málinum
um, at hann framvegis skuldi vera
venjari, tá HB í oktober mánaði
hevur ársveitslu.
Ein av uppskriftunum í góðu
gongdini hevur verið ein sera
støðugur verjupartur, har
skiftingarnar ikki hava verið serliga
nógvar. Men tað verður tó neyðugt
við broytingum hesaferð.
Rasmus Nolsøe er farin av
landinum í lestrarørindum, og enn
er Vagnur Mohr Mortensen ikki
komin fyri seg, og tí verður neyðugt
við nýggjum fólki ella umskipan á
liðnum.
Í aðrar mátar er HB tó væl fyri.
Einki leikbann rakar hópin í løtuni,
og sæð burtur frá Vagni Mohr
Mortensen er eingin maður á
skaðalistanum.
Hjá Víkingi hevur formkurvan ikki
verið heilt so góð seinastu vikurnar.
Steypasigurin tykist so ella so at
hava skapt nøgdsemi í hópinum,
og bæði móti ÍF og 07 Vesturi
hevur talan verið um óvæntað tap
á heimavøllinum í Sarpugerði.
- Vit hava kanska verið eitt sindur
sløvir í seinastuni, og hasi bæði
úrslitini hava ikki verið nóg góð. Eg
veit ikki, um tú kanst siga, at vit
hava mist nakað av villskapinum,
men tað má so broytast, um vit
skulu hava nakað við okkum úr
Gundadali móti HB, sigur Súni
Olsen, sum uttan iva verður á
sentrala miðvøllinum.
Heldur ikki Víkingur hevur nøkur
leikbann. Hinvegin noyddist Sølvi
Vatnhamar av vøllinum við skaða í
tapinum móti 07 Vesturi, og hann
verður neyvan tøkur. Tað verður
Sam Jacobsen neyvan heldur, hóast
hann nú spakuliga er byrjaður at
venja eftir skaðasteðg.
HB-Víkingur:
Gullroykur í Gundadali
B71 úr 2. deild
B71 hevur heitt á Kappingarnevndina um at fáa
loyvi at taka næst besta lið sítt úr kappingini í 2.
deild. Hesum hevur nevndin heimilað, vísandi til
grein 12 í kappingarreglunum, og verða allir dystir
móti B71 og øll mál, sum eru skrásett í hesum
dystum, strikað, skrivar FSF á heimasíðu síni.
Messi bestur hjá UEFA
Lionel Messi hjá Barcelona varð í gjárkvøldið heiðraður sum besti spælarin
í Europa. Talan var um atkvøðugreiðslu, sum UEFA skipar fyri, og varð
heiðurin lætin, tá lutakast var til bólkaspælið í Champions League í gjár. 22
ára gamli Messi var ein av mest týðandi spælarunum hjá Barcelona, sum
vann bæði lands- og steypakapping í Spania umframt Champions League.
Til samans stóð hann fyri 38 málum fyri Barcelona seinasta kappingarár, og
tað er eingin ivi um, at hann er ein av stórfavorittunum til gylta bóltin, sum
France Football letur seinni í ár.
Tað eru bara fýra ár
síðani, at B36 seinast vann
FM-heitið. Men í dag er
alt tos um gull og annað
skreyt skift út við ítøkiligan
niðurflytingarvanda
Víkingur vann Løg mans-
steypið við millum annað at
senda HB úr kappingini. Men í
landskappingini hevur tað tó
riggað betur hjá HB, sum er
greitt á odda í Vodafone-deildini
07 Vestur-B36:
Brak í
Sørvági