Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, váttar, at hann tók lut í viðgerðini av málinum um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen. Men hann leggur dent á, at hetta var sum virkandi limur í Kappingarnevndini jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað hevur vakt ans, at FSF-forsetin tók lut í viðgerðini, tá Kappingar- nevndin hjá FSF skuldi taka støðu í málinum um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen. Sjálvur dugir Høgni í Stórustovu tó ikki at síggja nakað galið í hes- um. Fyrst og fremst, tí hansara leik- lutur einki hevði við forsetasessin at gera. - Vit hava skipað nevndirnar so, at vit altíð hava varamenn tøkar. Bæði tí tað kann berast frá hjá nevndar- limum, men eisini tí Føroyar eru somikið lítlar, at tað altíð vilja íkoma støður, har tú av eini ella aðrari or søk kann metast at vera inhabilur. - Tá málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen skuldi viðgerast, var næsti dysturin hjá B36 móti KÍ, og tí metti Rúni Heine- sen, at hann ikki átti at verða partur av viðgerðini. - Varamaður hjá honum er Niklas á Líðarenda, men hann var uttan- lands, og tí heitti formaðurin í Kapp ingarnevndini á meg um at taka sæti í nevndini. Upprunaliga skuldi fundurin vera hósdagin, og eg hevði eisini fyrireikað meg til fundin, sum tó varð fluttur til fríggja dag. Tá var Niklas komin aftur til landið, men hann kom at kalla beint úr flogfarinum og til fundin, og hevði tí ikki havt somu møguleikar at seta seg inn í málið. Tí valdi eg at verða partur av við- gerð ini, og tað hevði tí einki sum helst við mín leiklut í FSF annars at gera, sigur Høgni í Stórustovu. Eftir at Kappingarnevndin hjá FSF ikki vildi ganga áheitanini um nýggja málsviðgerð á møti, er líkt til, at málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen endar á borðinum hjá Starvsnevndini hjá FSF jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk KÍ heitti í vikuni á Kappingar nevnd- ina hjá FSF um at lata Aganevndini málið um spælil oyvið hjá Christiani Restorff Mourit sen, soleiðis at nýggj málsviðgerð kann fara fram. Formaðurin í Kappingarnevndini, Sveinur Tróndarson, segði við Kringvarpið í gjár, at áheitanin ikki varð gingin á møti, og mest sann- líkt er næsta stigið hjá KÍ, at heita á Starvsnevndina hjá FSF um at beina málið til Aganevndina. Starvsnevndin hevur sín fyrsta fund eftir summarfrítíðina mána- dagin, og kemur ein áheitan frá KÍ til hendan fundin, so verður hon sjálvandi viðgjørd, sigur Høgni í Stóru stovu, FSF-forseti. Hann dylur tó ikki fyri, at hann væl kundi hugsað sær eitt friðar- ligari summar enn tað, sum hevur verið. - Vit hava havt málið um steypafinaluna, um Hjalgrím Elttør og Christian Restorff Mouritsen og eisini um vit skulu spæla landsdyst á Svangaskarði ella ikki. So tað er einki at ivast í, at vit hava nóg mikið at tríva í, nú nevndin aftur savnast. Hetta eru mál, sum vísa, at vit framvegis hava langt eftir á mál, og sjálvandi verður ein áheitan frá KÍ eisini viðgjørd, um hon liggur á borðinum, sigur Høgni í Stórustovu. Forsetin virkaði sum limur í Kappingarnevndini Starvsnevndin fær málið mánadagin Vilja hava FSF at virða egnar reglur Størsti parturin av føroysku feløgunum skuldi ætlandi senda áheitan til FSF um at fylgja egnum reglum. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa avrit av nøkrum skrivi fyri evstamark okkara, men alt bendir á, at flestu føroysku feløgini eru alt annað enn nøgd um, at spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen varð flutt úr HB til B36. Sum skilst hótta feløgini ikki við átøkum av nøkrum slag, men talan er um eina kollektiva áheitan til FSF um at virða tær reglur, sum eru galdandi fyri flytingargluggan. Kappingarnevndin hjá FSF vísti til grein 17, petti 5, tá spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen varð flutt. Hendan reglan heimilar undantak undir serligum umstøðum, og er áður nýtt til at flyta spæliloyvi hjá málverjum, um felag stendur uttan ein slíkan, og hon varð nýtt í fjør, tá spæliloyvið hjá Tór-Ingari Akselsen var eftir í HB, hóast sáttmálin við 07 var undirskrivaður - og góðkendur av FSF. Í førinum við Christiani Restorff Mouritsen fekk Kappingarnevndin juridiskt upprit, sum í stóran mun frámælti eini flytan av spæliloyvinum. Men kortini varð undantaksreglan nýtt. -mørk ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. august 2009 FSF-forsetin var partur av Kappingarnevndini, tá málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen varð viðgjørt