Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 28. august 2009 45 lýsingar www.torshavn.fo Grindabátar Havnakenningartekin Í „Kunngerð um grind“ frá 8. apríl 1998 er ásett í § 3 stk. 3, at: „Bátur, sum fer í grind, skal verða merktur við havnakenningartekini“. Nevnda „havnakenningartekin“ er tí ein fyritreyt fyri at fara í grind við báti og fyri at vera við í einum grindaskifti. „Havnakenningartekin“ fæst ókeypis við at venda sær til: Føroya Skipaskráseting, Heykavegur 6A, postboks 347, 110 Tórshavn, tlf. 35 30 30. G.G.: Aftaná 7. september 2009 er adressan hjá Føroya Skipaskráseting: Sigmundargøta 13, postboks 264, 110 Tórshavn, tlf. 35 60 10. Streymoyar Sýsla, hin 27. august 2009 Andras Marr Poulsen sýslumaður tórshavnar kommuna Nýggj dagføring, hvussu eitt grindadráp verður skipað í Havn, er nú liðug. Tað er sýslumaðurin, fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu og grindaformenninir, sum hava staðið fyri dagføringini. Myndugleikin á økinum er sýslumaðurin, og uppgávan hjá fyrisitingini er at samstarva við sýslumannin og grindaformenninar um mannagongdir og skipan av grindadrápinum. Nærri kunning um skipanina er at síggja á www.torshavn.fo. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Flutningur av maskinamboðum Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar. ÚTBjÓÐing Flutningur av maskinamboðum í 2009 til arbeiðspláss hjá framleiðslu- deildini hjá Landsverki verður nú boðin út í almenna lisitatión. Talan er um flutning av asfaltútleggjarum, fresarum, gravimaskinum og lessimaskinum til arbeiðspláss í Eysturoynni, Streymoynni, Vágum og norðoyggjum, har fast samband er við Klaksvík. Tilboðini skulu vera Landsverki, Bøkjarabrekka 9, í hendi í seinasta lagi 4. september 2009 kl. 13.00. Útbjóðingartilfar fæst við at venda sær til: Landsverk á tel. 340 800 ella við at senda teldubræv til to@lv.fo. Keypssamtøkan í Miðbýnum FK í Miðbýnum sóknast eftir Handils lærlingi at byrja 14. september ella eftir nærri avtalu Krøv um útbúgving · FHS - 3 ára lærutíð · HH - 2 ára lærutíð · Student ella HF - 2 ár og 18 vikur Vit bjóða einum drongi ella einari gentu, við dirvi og áræði, eina út- búgving undir skipaðum viður skift- um, í einum handli, sum lív er í Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna, frí ann an hvønn leygardag Nakrar ferðir í lærutíðini verður farið á skeið í Danmark Okkara krøv: Tú skalt vera fyrikom- andi, kundavinarlig/ur, røkin, hava góð samstarvsevni Løn: Sambært S&K sáttmálanum Aðrir upplýsingar fáast við at ringja til 311320 ella 228222 og spyrja eftir Boga Vík Umsókn: Skrivlig umsókn, merkt Lærlingur, skal í seinasta lagi sunnu- dagin 6. september, saman við próvtøkuskjali send ast til FK í Miðbýnum Att. Bogi Vík Dr. Jakobsensgøtu Postboks 349 FO-110 Tórshavn ella sum teldupostur til: bv@fk.fo Postboks 76 FO-110 Tórshavn post@sosialurin.fo Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin!