Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-28, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 2009síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 163 - 28. august 2009 HAMBURGARI13,- Bert galdandi í august mánaði Skráin hjá Rás2 Sunnudagur 30. august 07:00 Gospel tónleikur 10:00 Úr skjáttuni (e) Prát við Kurt Kristensen og fleiri. Frants Jensen leggur til rættis. 11:00 Tónleikur 12:30 Á Torginum (e) Absalon Absalonsen er vertur. 14:00 Tónleikur 17:00 3. hálvleikur Sent verður beinleiðis úr Bowling- høllini - Hilmar Jan sigur eisini frá dystinum 20:00 Tónleikur 20:00 Reflex (e) Ungdómsendursending hjá Heimamissiónini 21:00 Við kelduvaðið Hví varð Jesus doyptur? Lagt til rættis: Jógvan Skýlindal. 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Leygardagur 29. august 07:00 Tónleikur 13:00 Bilradio (e) 14:00 Hanky Panky (E) Johan í Kollafirði og Eyðfinn Drewsen eru vertir. 16:00 Tónleikur 21:00 Hallelujah Andrew Djurhuus ella Heine Lützen eru vertir. 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Bilradio – leygardagin kl. 13 (e) Í sambandi við at Bussleiðin í Havn hevur koyrt í 30 ár, er samrøða við Finn Johansen, ið var við til at leggja Bussleiðina til rættis, og við Hildebrand Midjord sum byrjaði at koyra hjá Bussleiðini í 1980. Samrøðu er eisini við Vagnur Johannesen og Ragnar Joensen stjórar hjá FTZ í Føroyum um eina fakmessu og framsýning, sum er í vikuskiftinum. Prát er eisini við Nimbus serfrøðingin Preben G. Herskind og við Ingun Olsen um Nimbus motorsúkklur. Finnur Johansen AVBJÓÐINGIN Vit sóknast eftir einum sølustjóra, sum kann gerast ein virkisfúsur og skapandi snúningsdepil í okkara søluliði. Starvið er nýskipað, og tú skalt standa á odda fyri arbeiðinum at vaksa um týska og danska marknaðin. SETNINGURIN Tín fyrsta stóra avbjóðing verður at byggja upp eitt munadygt og tænastu- hugað sølulið. Tín setningur verður eisini at vera partur í leiðslubólkinum og harvið menna og seta í verk mannagongdir og mál hjá Smyril Line. Tú skalt átaka tær at menna og tillaga søluna í Danmark, Týsklandi, Niður- londum, Føroyum og Íslandi. Tú skalt sostatt vera sambindingarliður millum útlendsku skrivstovurnar og høvuðssætið í Tórshavn og ganga á odda við at menna eina tænastu- og framtakshugaða virkismentan. Tú skalt taka tær av at raðfesta søluna, soleiðis at inntøkan økist sum mest. Tú skalt hava dirvi til at hugsa longri enn karmarnir og ikki vera bangin fyri at koma við nýggjum og øðrvísi søluátøkum og vørum í samstarvi við marknaðarstjóran. TÍTT BAKSTØÐI Tú hevur góðan kunnleika til og góðar royndir við at selja ferðir – t.d. gjøgnum tænastufyritøkur, reiðarí, fl ogfeløg, gistingarhús o.tíl. Títt CV fevnir um royndir í Danmark og Týsklandi, og tú hevur kunnleika til mál og mentan í hesum londum. Tú kanst harumframt standa teg í enskum og møguliga í fronskum og italskum, og samstundis skalt tú trívast við at ferðast. Snøgt sagt, tú skalt vera ein royndur altjóða stjóri við handilsligum bakstøði, sum hevur ætlanir um at koma tær fram. Vit leggja dent á ein umsøkjara, sum hevur stórt persónligt starvsemi, og sum er djarvur og til reiðar at hálsa um. MØGULEIKARNIR Við beinleiðis tilvísing til forstjóran fært tú ein meginleiklut í leiðsluni í Smyril Line. Harvið fært tú møguleika fyri sjálvstøðugt at loysa og allýsa tínar egnu arbeiðsuppgávur. Tú verður ein partur av einum altjóða felag í framgongd og við stórum framasøkni. Arbeiðsumhvørvi okkara er óformligt og dámligt, og tú fært sjálvur givið títt íkast til at mynda framtíðina. Meira kunning um starvið fæst hjá Nyberg Group A/S. Vend tær til Henrik Nyberg, +45 5151 0800 ella Torben Lange, +45 6120 2000. Ger so væl at senda tína umsókn og CV merkt ”Smyril Line” um www.nyberggroup.com. Umsóknarfreistin er mánadagin 7. september 2009. Umsóknin verður sjálvandi viðgjørd í trúnaði, og svar okkara fer til ta t-postadressu, haðani umsóknin er send. SMYRIL LINE SÓKNAST EFTIR EINUM ÍDNUM OG FRAMTAKSHUGAÐUM SØLUSTJÓRA Kundi tú hugsað tær at menna søluliðið hjá Smyril Line og styrkja um søluna av ferðum á einum altjóða marknaði? So ert tú kanska nýggi sølustjórin hjá Smyril Line. Nyberg Group A/S Gydevang 39-41 DK-3450 Allerød Tlf: +45 5151 0800 www.nyberggroup.com Smyril Line varð stovnað í 1982 og hevur frá byrjan siglt í Norðuratlantshavi millum Danmark, Føroyar og Ísland. Norrøna er upp á 36.000 BRT og hevur rúm fyri 1.500 ferðandi og 800 bilum. Smyril Line er í dag eitt altjóða virki við deildum í Danmark, Týsklandi, Íslandi og Føroyum. Umframt egnar skrivstovur hevur Smyril Line samstarvsfelagar í meginpartinum av Evropa og restini av heiminum. Pos tboks 76 F O-110 Tórs hav n pos t@s os ialurin.fo Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin!