mánadagur 31. august 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eingin kundi ivast í hví hesir
Nashville tónleikarar teljast
í millum heimsins bestu,
tá ið teir leygarkvøldið
framførdu fyri yvir 2000
føroyingum. Kortini komu
teirra evnir ikki reiðiliga til
sín rætt í sitikonsertini á
Hálsi
Loksins kom dagurin, har
tann nógv umrødda Nashvík
konsertin varð hildin. Við
fleiri av heimsins bestu
tónleikarum bjóðaði Høllin á
Hálsi yvir 2000 føroyingum
til eina tí størstu konsertina
í Føroyum nakrantíð.
Umframt tær sjey
countrylegendirnar, vóru
eisini 14 føroyskir sangarar,
ið ein eftir ein trinu á pall
við sínum egnu løgum, har
fleiri country landaplágur
vóru at hoyra.
Fantastiskir tónleikarar
Konsertin var býtt í tríggjar
ymiskar partar. Í hvørjum
parti vóru ymiskir føroyskir
sangarar á palli, har tey
sungu og spældu við
Nashville tónleikarunum,
ið eisini framførdu tvey løg
Heimsstjørnurna
14
Nr. 164 - 31. august 2009
Myndir: Jens Kristian Vang