mánadagur 31. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 31. august 2009
13
Nú arbeitt verður við vetrar
skránni hjá Kringvarpi
Føroya, loyva vit okkum í
“Kristiligt Lurtara og
Hyggjarafelag” (KLH) at
koma við hesum skrivi til
leiðsluna í Kringvarpinum.
KLH – endamál og virki
KLH hevur gjøgnum tíðir
nar gjørt vart við viður
skifti í sambandi pro
grammvirksemið hjá
Kringvarpinum.
KLH hevur í endamáli
sínum
• at virka fyri kristilig
um sendingum í útvarpi og
sjónvarpi, sum t.d. guds
tænastum, kristiligum
fundum, andaktum, kristi
ligum sangi og tónleiki,
tíðindum frá kristiligum
arbeiði o.t.l.
• at styðja útvarp og
sjónvarp í góðum og sømi
ligum sendingum,
• at mótarbeiða, at út
varp og sjónvarp verða nýtt
til ósømiligar sendingar og
annað, sum ikki er kristn
um siði og kristnari trúgv
verdugt.
Dialogur við Kringvarpið
Í fimti ára søgu felagsins
hevur KLH við millumbili
havt samband við leiðslu
kringvarpsins, tá ið tað er
talan um kristiligt og
mentanarligt tilfar, sum
hevur verið borið fram í
almennu loftmiðlunum.
Sigast kann, at dialogur
hevur verið, men vit halda,
at sjónarmið okkara í alt ov
lítlan mun hava vunnið
frama hjá leiðsluni í kring
varpinum gjøgnum árini.
Hóast hetta fegnast KLH
um tað kristiliga tilfarið,
sum hevur verið sent gjøgn
um tíðirnar í kringvarpinum.
Av tilfari, sum hevur
verið fastur táttur, kann
m.a. verða nevnt: Guds
tænasta/Evangeliskur
fundur, Morgunlestur og
Hetta heilaga evangeliið
skrivar og Gudstænasta/
Møti og Andakt í sjónvarpi
num. Aðrar sendingar hava
eisini verið gjøgnum árini
t.d. Sálmar og Sangir og
Víngarðurin. Eisini kann
nevnast sendingin Tilvera
og aðrar mentanarligar
upplýsandi sendingar.
Stórur áhugi fyri
kristiligum tilfari
Tað er alment kunnugt, at
áhugin fyri kristiligum
sendingum er stórur mill
um fólk. Hetta vísa eisini
lurtara og hyggjarakann
ingar, sum kringvarpið
hevur gjørt gjøgnum
tíðirnar.
Hesi seinastu árini er
senditíðin hjá kringvarpi
num økt í stórum – serliga
hjá útvarpinum. Á tøkni
ligu síðuni er kringvarpið
eisini nógv útbygt, nú sent
verður talgilt og kringvarp
ið veitir størri og størri
tænastur til hyggjaran og
lurtaran við t.d. interakt
ivum sendingum og net
varpi, eins og brúkarin
hevur størri og størri at
gongd til “gamalt” tilfar,
sum liggur á netinum. Alt
hetta eru stór framstig sum
vit í KLH fegnast um, og
sum er til stóra gleði fyri
brúkaran.
KLH ásannar, at tað
hendir nógv á øllum økjum
í samfelagnum, og kring
varpið skal náa nógv við
tíðindum og kunning um
alt, sum hendir bæði her á
landi og burturi í heimi.
Lítil menning og færri
sendingar
KLH ásannar eisini, at
kringvarpið ikki hevur
ment táttin av kristiligum
tilfari seinastu mongu árini
– heldur mega vit ásanna,
at útboðið av kristiligum
sendingum er minkað.
Tað er ein royndur lutur,
at kristiliga virksemi er
stórt í Føroyum, og vit í
KLH halda, at hesin táttur
in í mentanararvinum hjá
okkum føroyingum eisini
eigur at hava góða rúmd í
almenna kringvarpinum.
KLH heitir tí á leiðsluna
í kringvarpinum og tey,
sum hava ábyrgdina av at
skapa og menna tilfar í
kringvarpinum at virka fyri
betri rúmd fyri kristiligum
og mentanarligum tilfari í
Kringvarpi Føroya.
Vit loyva okkum at koma
við hesum ítøkiliga uppskoti:
Sunnu- og halgidagar í
Kringvarpinum
Vit mæla til, at tilfar verð
ur gjørt, sum ber brá av at
tað veruliga er sunnu og
halgidagur. Vit hugsa ikki
bert um ta vanligu
gudstænastuna/evangeliska
møti, men eisini t.d. um
góðar sálmar og sangir,
góðan tónleik, samrøður,
tíðindi og reportasjur frá
kristiliga arbeiði og barna
og ungdómssendingar við
kristiligum innihaldi.
Høgtíðirnar
Vit mæla til, at tilfar
verður gjørt, sum hóskar at
bera fram í útvarpi og sjón
varpi til tær ymisku kristi
ligu høgtíðirnar í árinum.
Danska TV2 hevur gjørt av
at endursenda vælumtókta
jólakalendaran “Jesus og
Josefine”. KLH heitir á
kringvarpið um eisini at
senda “Jesus og Josefine” í
SVF frá 1. desember í ár.
Morgunlesturin
Ónøgdin er framvegis
ógvuliga stór millum fólk,
at morgunlesturin ikki
verður endursendur. KLH
hevur fleiri ferðir bæði
munnliga og skrivliga heitt
á leiðsluna í kringvarpi
num at fáa morgunlesturin
aftur á skránna – higartil
uttan úrslit. Vit heita enn
einaferð um at fáa morgun
lesturin á skránna kl.09.50.
Vit fegnast um, at morg
unlesturin nú verður endur
sendur í SVF, og at Kring
varpið er farið undir at
gera nýggjar upptøkur av
sálmum og sangum m.a. at
brúka í morgunlestrinum.
Sjónvarpið
Vit mæla til, at fleiri fam
iljufilmar við kristiligum
og uppbyggjandi innihaldi
verða settir á skránna í
sjónvarpinum – eisini við
góðum filmum fyri børn –
yngri og eldri.
Vit heita eisini leiðsluna
um at hava fleiri kjaksend
ingar um etikk og moral í
síni breidd, men eisini við
atliti til okkara egnu ment
an og siðvenju á kristilig
um støði. KLH heitir eisini
á leiðslu kringvarpsins um
at fáa allar sendingar í
sjónvarpinum tekstaðar.
Gott og fjølbroytt
kringvarp
Kringvarp Føroya hevur
eitt stórt starvsfólkalið við
nógvum og fjølbroyttum
møguleikum. KLH fegnast
eisini um, at leiðslan í
kringvarpinum hevur sett
eitt av starvsfólkunum sum
samskipara av kristiliga
tilfarinum í kringvarpinum.
Málið hjá okkum øllum
er at fáa eitt gott og fjøl
broytt Kringvarp Føroya.
KLH vil fegið vera við at
gera hetta málið til veru
leika, og ynski okkara er at
hava ein opnan dialog við
leiðslu og starvsfólk í
kringvarpinum.
Áheitan á Kringvarp Føroya
formaður, Kristiligt
Lurtara- og
Hyggjarafelag
Uni næs
Í afursvari til mín, heldur
Hans Pauli Strøm á við
ógrundaðu álopunum á
Sambandsflokkin og
fyrru ABC samgonguna,
sum hann sjálvur var
partur av. Gamalt var
annars, at tað er vánalig-
ur fuglur, ið drítur í egið
reiður. Tí átti HPS at vent
kanónunum aðrar vegir
Javnaðarflokkurin hevur
avblást klassastríðið, er
komin við uppskoti um
sparingar á pensiónsøki
num á 25 mió. kr. við at
hækka pensiónsaldurin og
mótrokna frá fyrst tjentu
krónu í pensiónini. Neyvan
tað javnaðarveljarin hevði
væntað. Tí sær veljarakann
ingin, sum hevur gjørt HPS
í ørviti, ivaleyst út, sum
hon ger.
Sambandsflokkurin hev
ur roynt at fingið Javnaðar
flokkin frá hesi vandakós.
Tí átti Hans Pauli at vent
kanónunum, og annaðhvørt
funnið sær annan synda
bukk, ella hildið uppat við
tvitnu skrivingini.
Atburðurin hjá HPS í
løtuni minnir ikki sørt um
atburðin hjá Høgna Hoydal
á Fólkatingi, har hann í
áravís hevur gingið og
roynt at sparka opnar
hurðar inn.
Positivlistin hjá HPS er
fyri tað mesta bluff
Í hvørji einastu grein hjá
HPS verður borðreitt við
einum positivlista yvir egin
avrik, við eftirfylgjandi
lista yvir vánalig avrik hjá
øðrum. Positivlistin er tó
fyri tað mesta bluff. Tí tað
er útgjaldið úr Samhalds
fasta, sum ger at penionist
ar fáa meira pening út
goldnan nú enn fyri fýra,
fimm árum síðan.
Samhaldsfastið er ikki
ein pensión, men heldur
ein skipan, har allir borgar
ar og arbeiðsgevarar rinda í
grunn, alt eftir inntøku og
lønargjaldingum. Skipanin
hevur einki við landskass
an at gera.
Sostatt eru ikki teir stóru
batarnir hendir á pensións
økinum, soleiðis sum HPS
annars breggjar sær av.
Hvar er negativlistin hjá
HPS?
Ja men Harragud, ein er
noyddur at fregnast eftir
negativlistanum hjá HPS
sjálvum, tað er jú upplagt:
Hvussu við lækna
vaktini í Norðoyggjum,
pørtum av Eysturoynni og
vesturi í Vágum, har
sjúklingurin hevur fingið
eina verri tænastu?
Kommunulæknaskip
anini sum heild, har stórur
partur av størvunum eru
ómannað, til miklan ampa
fyri sjúklingar?
Kostnaðarmiklu multi
stjóraætlanirnar innan
sjúkrahúsverkið?
Órímuliga langa við
gerðartíðin í samband við
umsóknir at gerast fyritíð
arpensionistur, har tað
mangan tekur fleiri ára
óviriligt stríð, hjá illa
støddum borgarum, bara at
verða hoyrd.
Nógvu feilkeypunum
av illa egnaðum bygning
um til bústovnar, sum
kosta skattgjaldarunum
tíggjutals óneyðugar
milliónir?
Ovurhonds luksusdýru
og lítið javnaðarsambarligu
ellis og røktarheimsætlan
ini við tilhoyrandi heimi til
sinnisveik í Vági? ….
Nei, størri játtanir og
pengabrúk nýtast ikki at
merkja betri tænastur.
Tvørturímóti er upptakið
hjá Rósu og Aksel ikki,
sum at siga tað! Ei dáni í,
at onkur mistøk henda á
vegnum, nú skil aftur skal
fáast á.
Hans Pauli pellar um
skattalættar
Sambandsflokkurin royndi
at fáa Javnaðarflokkin at
skifta kós og ganga frá
skattalættanum, sum skuldi
latast í seinnu helvt av
valskeiðnum 2004 – 2008.
Javnaðarflokkurin vildi
ikki, og valdi heldur at
fylgja skattapolitikkinum
hjá Fólkaflokkinum. Avtala
fekst tí bert um at minka
ætlaða skattalættan við
einum triðingi. So HPS,
syrgiligi sannleikin er, at
Javnaðurin setti skattalætt
ar fram um pensionistar.
At dagføra skattastigan í
fyrru helvt av valskeiðnum
2004 – 2008 var annars í
lagi av tveimum orsøkum:
at sleppa miðalinntøk
um undan brandskatting av
seinast vunnu krónunum
og fyri at seta ferð á
búskapin.
Mitt í skeiðnum, tá hjóli
ni aftur vóru farin at mala,
hevði tó verið rætt at slept
skattalættanum. Men Sam
bandið stóð tá tíverri
einsamalt.
So, HPS pellar, tá hann
leggur okkum onnur undir
at tvíhalda um skattalættar,
heldur enn at raðfesta
pensionistar.
Hósat munnkurv, flúgva
fundarfrásagnir um geilar
Sjálvt um HPS hevur álagt
sær sjálvum munnkurv í
pensiónsmálum, er sum at
stoyta úr eplasekki, nú
góða viku eftir múlaband
ið. Munnkurvin man vera
skrædnað, tí fundarfrásagn
irnar ferðast, sum eldur í
uppturkaðum berjalyngi
umvegis tíðindastovur,
portalar og bløð. Men
heldur ikki her kemur allur
sannleikin fram. Tað ljóðar,
at allar ólukkur koma frá
embætisfólki og øðrum
politiskum flokkum, með
an HPS sjálvur stendur,
sum drangur í brimi og
verjir pensionistarnar.
Makan til óseriøsitet og
nalvaskoðan skal ein leita
við luppi eftir.
Nú fundarfrágreiðingar
nar kortini flúgva um geil
ar, átti Hans Pauli heldur at
greitt fólki frá fundinum,
tá Sambandflokkurin í
fyrru ABC, um hálvan
róður, kom við kravinum
um at strika seinna part av
ætlaða skattalættanum.
Pensiónin ikki lækkað
Tá HPS enn einaferð fær
tað at ljóða, sum um
pensiónirnar eru lækkaðar
í seinnu ABC samgonguni,
so er tað framvegis ikki
rætt. Viðbøturnar til
pensiónina eru hækkaðar
við javningini á 3%.
Heilivágur
Broytingarnar, sum eru
gjørdar viðvíkjandi
heilivági eru órógvandi, og
í ávísum førum beinleiðis
óhepnar. Spurningurin má
tí takast upp í samgonguni
og skeivleikar rættast.
Løgið tykist tó, at HPS
so vítt eg, og onkur annar
við, kunnu minnast, ongan
tíð talaði at uppskotinum,
tíansheldur ávaraði sam
gonguna um vansarnar, tá
hann sat í landsstýrinum.
Hugsi tað ikki vera at fara
ov langt, tá sagt verður, at
HPS hevur havt ein fingur
við í spælinum og bein
leiðis talað fyri.
Ikki fyrr enn HPS var
noyddur at fara úr lands
stýrinum í Løgtingið
orsaka av yvirnýtslu, fekk
pípan annað ljóð, og
maðurin byrjaði at tala at.
Kanska orkaði HPS ikki
at gera um seg í landsstýris
tíðini orsakað av eini
óhepnari samanblanding
millum heilsurenningar og
ov nógvari vegitabilskari
føði. Ella vildi hann
kanska fyri einhvønn prís
halda fast við landsstýris
sessin. Eitt er tó vist, trí
sifraðu milliónirnar, ið
vórðu brúktar uttan heim
ild, høvdu verið góðar at
gjørt gott við í hesum
døgum.
Neyðugt at hyggja
frameftir
Fari tó fyri hesaferð at
gevast við skrivingini um
markátligu samstarvsupp
leggini á pensiónsøkinum
hjá Javnaðinum og Hans
Paula Strøm. Frægast man
hóast alt vera at líta fram
eftir, fara í arbeiðshandsk
arnar og royna at finna
góðar og neyðugar loysnir.
Hans Pauli Strøm drítur í egið reiður
Bjørn Kalsø
viðmerkingar