Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164 Páll liðugur í KÍ Páll Klettskarð hevur í summar spælt við Vodafone liðnum hjá KÍ, men nú er evnaríki álopsspælarin farin aftur til Danmarkar, har hann tekur miðnámsútbúgving. Páll hevur spælt fyri FC Amager, men nú fer hann at royna seg í Vanløse, sum spælir í 2. deild eystur, veit Bláa Bylgja at siga á heimasíðuni. Páll Klettskarð skoraði tvey mál fyri KÍ, nú hann var heima og spældi fyri barndómsfelagið. Ferrari-sigur í Belgia Kimi Raikkonen tryggjaði sunnudagin Ferrari fyrsta sigurin í Formel 1 hetta kappingarárið. Finnin byrjaði á sætta plássið, men hann koyrdi seg skjótt upp á næst fremsta plássið, meðan Jenson Button og Lewis Hamilton fóru út eftir samanstoyt. Hetta kostaði ein steðg í koyringini, og tá byrjað varð aftur, streyk Raikkonen fram um Giancarlo Fisichella, sum rættiliga óvæntað hevði tryggjað sær pole- position. Eftir koyringina í Belgia er Jenson Button framvegis trygt á odda við 76 stigum. Í liðkappingini er Brawn eisini hampuliga trygt á odda. Tað er enn ikki greitt, um B71 fær pening, sum teir halda seg eiga til góðar, fyri Rasmus Nielsen og Símun Rógva Hansen jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tá B71 í fjør flutti niður úr Formula- deildini, merkti hetta eisini, at fleiri av spælarunum hjá felagnum valdu at leita sær avbjóðingar aðrastaðni. Gudmund Nielsen fór til meistaraliðið, EB/Streym. Símun Rógvi Hansen valdi at flyta til HB. Og Rasmus Nielsen er eisini at síggja í høvuðsstaðarøkinum, nú hann spælir við AB. Allir tríggir dømi um evnaríkar spælarar, sum heilt víst høvdu havt ein stóran leiklut hjá B71, um teir valdu at halda fram í gulu troyggjuni. Áður hevur felagið, sum hevur uppalt slíkar spælarar, staðið við sviðusoð, tá spælaraflýggjan hevur gjørt um seg, men fyri at verja – serliga smærru – feløgini, kom nýggj leikarareglugerð í gildi í fjør heyst. Ein reglugerð, sum ásetti, hvussu avgevandi felagið skuldi samsýnast, um spælari yngri enn 23 ár valdi at skifta. Bert EB/Streymur hevur goldið Í B71 roknaðu tey seg fram til, at felagið átti 37.500 kr. fyri Gudmund Nielsen og tað sama fyri Rasmus Nielsen, meðan HB skuldi av við 50.000 krónur fyri spæliloyvið hjá Símun Rógva Hansen. Av hesum íalt 125.000 krónunum, er tað tó bert EB/Streymur, sum hevur goldið nakað til B71. - Vit hava roynt at rykt eftir hinum pengunum, men enn hevur tað ikki munað, og tað er sjálvandi nóg so irriterandi hjá okkum, sigur Ragnar Fossdalsá, formaður í B71. - Talan er jú um spælarar, sum vit hava lagt stóra orku í. Bara tað at hava væl útbúnar venjarar kostar jú hundraðtúsundtals krónur á hvørjum ári, og tí halda vit tað vera sjálvsagt, at reglurnar um endurgjald fyri spælarauppaling verða fylgdar. Men tað hava tær so ikki verið av AB ella HB higartil, sigur hann. Málini ikki avgreidd Hjá FSF er tað umsitingin, sum skal halda skil á leikarareglugerðini, og Ísak Mikladal, aðalskrivari váttar, at tað eru tvey mál um spælarar hjá B71. - Málini eru tó ikki heilt so einføld. Leikarareglugerðin kom í gildi í fjør, og ein spurningur er, um sáttmálarnir hjá Rasmusi Nielsen og Símun Rógva Hansen koma undir nýggju reglugerðina ella ikki. Vit hava biðið um løgfrøðisliga meting av hesum báðum málunum, og tí fái eg ikki í løtuni sagt, um ella hvussu nógv HB og AB skulu betala til B71. Tá vit hava løgfrøðisligu metingina, kunnu vit gera úrskurð í málinum, men hesin úrskurðurin kann so kærast til Aganevndina, um feløgini ikki eru samd, sigur Ísak Mikladal. Brúkið skipanina Tað nyttar einki at hava egna rættarskipan, um skipanin samstundis er bangin fyri at gera nýtslu av innbygdu styrkjunum Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru bara eini ráð at taka, tá Starvsnevndin hjá FSF í kvøld skal taka støðu til áheitanina frá KÍ, sum vil hava nýggja málsviðgerð av 2009-útgávuni av føroysku fótbóltsgøluni. Ein gøla, sum hesa ferð snýr seg um flyting av spæliloyvið uttan fyri flytingargluggan. Higar til hevur Kappingarnevndin ikki verið til at vika. Heldur ikki, hóast tað eftir mest sum metlanga fundin fyri hálvari aðru viku síðani stendur greit, at talan var um ógvuliga prinsipielt mál, har kjakið var bæði langt og drúgt, áðrenn nøkur niðurstøða varð gjørd. Kappingarnevndin hevur sjálvandi sín fulla rætt til at gera endaligar úrskurðir í málum um spæliloyvi. Men ein rættur er kortini ikki nøkur skylda. FSF skipaði seg fyri trimum árum síðani við egnari rættarskipan, og er tað nakað, sum er ein skylda, so er tað at røkta hesa rættarskipan og brúka tær styrkir, sum eru innbygdar í hesi. Tí átti Kappingarnevndin alt fyri eitt at beitt málið á hægri stað, tá tað stóð greitt, at talan her var um ógvuliga prinsipielt mál, sum kann skapa fordømi fyri framtíðina. At kæruskipanin í dag er avmarkaða, soleiðis at tað ikki eru øll mál, sum kunnu kærast víðari til Aga- og Yvirkærunevnd merkir ikki tað sama, sum at hesar nevndirnar ikki hava nakrar heimildir. Hetta er millum annað gjørt, fyri at mál, sum út frá lógum og fordømum eru klokkuklár, ikki skulu gerast drúgvari, enn gott er. Arbeiðsorkan hjá hesum nevndum eigur júst at verða brúkt til prinsipiellu málini. Verður skipanin brúkt rætt, so er hon í allar mátar eitt amboð hjá millum annað Kappingarnevndini at staðfesta sínar heimildir, soleiðis at arbeiðið tá verður lættari. Verður skipanin misnýtt, vil hon í besta føri undirgrava álitið á FSF sum felagsskap. Rasmus Nielsen skifti í vetur úr B71 til AB, men enn hava sandoyingar ikki sæð nakað til peningin, sum teir meta seg til góðar fyri spælaran. Heldur ikki hava teir enn sæð nakað oyra fyri Símun Rógva Hansen, sum skifti til HB Mynd: Savnsmynd/Einslistir B71 bíðar enn eftir pengum