mánadagur 31. august 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Anti fótbóltur hjá United
Arsenal-venjarin, Arsene Wenger, er alt annað enn fegin
um fótbóltsspælið, sum Manchester United sýndi, tá
Arsenal leygardagin tapti 2-1 móti Manchester United. –
Eg havi sæð spælarar, sum fara á vøllin við tí fyri eyga at
gera fríspørk. Í mínum eygum er hetta nógv verr enn at
filma, so sum Eduardo gjørdi móti Celtic, sigur Wenger.
Útsagnirnar verða tó ikki stuðlaðar av hatølunum, sum
siga, at Arsenal leygardagin framdi 22 fríspørk og fekk seks
gul kort, meðan United framdi 16 mfríspørk og fekk trý gul
kort.
Hava ikki slept Ribéry
Sambært spanska Marca hevur Real Madrid enn ikki
slept ætlanunum um at fáa hendur á Franck Ribéry.
Bayern München hevur støðugt sagt, at teir ikki vlija selja
spælaran, men nú hevur Real Madrid boðið teimum 425
milliónir fyri spælaran. Bayern München hevur júst keypt
Arjen Robben úr Real Madrid, og tí verður mett, at
spanska felagið í evstu løtu kann sleppa at brúka nakað
afturat teimum 2,2 milliardunum, sum longu eru brúktar
til spælarakeyp í summar.
AB
KÍ
Hóast KÍ fekk útjavnandi
málið í evstu løtu og hevði
brúk fyri at fáa eitt aftrat,
fór øll yvirtíðin til spillis
við kegli og fjákalótum,
heldur enn at fáa bóltin í
nánd av AB-málinum
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Tá klaksvíkingar og norðoyingar
annars lesa stigatalvuna í
Vodafonedeildini eftir hetta 22.
umfarið, er nakni veruleikin, at KÍ er
niðast av teimum 10 liðunum. Við
sínum sigri á B36 kom 07 Vestur
ájavnt KÍ í stigum, men hevur eitt
sindur betri málúrtøku og hevur
latið KÍ aftasta plássið.
Tey flestu vildu hildið, at hetta er
ein sera álvarslig støða, men ikki sá
út til, at spælararnir hjá KÍ høvdu
skilt, hvat stóð upp á spæl, tá
dysturin ímóti AB í gjár nærkaðist
endanum og enntá var farin út í
fýra minuttir longu yvirtíðina.
Í næstsíðsta minutti hevði KÍ
javnað til 1-1, eftir at Rúni Gaardbo
púra róligur hevði dømt ársins
klárasta brotsspark, tí bólturin kom
í hondina á Stig-Roar Søbstad inni í
AB-brotsteiginum. Atli Danielsen
skjeyt og Tórður Thomsen bjargaði
– men bólturin stakk útaftur til Atla,
sum lættliga kundi skora í aðru
atløgu.
Nú høvdu væl øll lið, sum høvdu
verið í somu skóm sum KÍ, lagt alt
fyri, so bólturin skjótast gjørligt
kom inn í AB-brotsteigin – og
allarhelst eisini í AB-málið. Og við
fýra til fimm írestandi minuttum
kundi saktans borið til at skapt ein,
tveir ella kanska tríggjar málkjansir
hesa seinastu løtuna. Men KÍ gjørdi
bara ikki tað, sum onnur lið høvdu
gjørt. Tvørturímóti!
Kegl og fjákalótir
Í staðin gjørdist øll tann seinasta
løtan ein long komedia – enntá eitt
fitt petti inni á KÍ-hálvuni. Tað
byrjaði við, at norski framherjin hjá
AB, sum hevði havt ein dyst í
dystinum við Høgna Madsen, gjørdi
seg inn á Høgna, ið svaraði aftur.
Tað seinna sá dómarin, og so var
reyða kortið á lofti.
Har steðgaði tað bara ikki, tí løtu
seinni gjørdist alt ein ruðuleiki, har
summir lógu og aðrir stóðu.
Klaksvíkingar og argjamenn
skumpaðu hvønnannan, og tíðin
bara gekk. Áðrenn nakar visti av,
vóru næstan allir fýra minuttirnir av
yvirtíðini farnir í kegli og
fjákalótum, uttan at bólturin hevði
verið stórvegis í spæli.
Tað kundu teir í AB fyri so vítt
leggja líka í, tí teir høvdu – serliga í
fyrra hálvleiki – víst seg at verið
serstakliga glaðir fyri, at bólturin
helst ikki var í spæli. Men teir í KÍ
vóru væl við í hesum tíðardrepandi
virksemi, ið spilti heimaliðnum allar
møguleikar fyri at fáa meira
burturúr enn bara 1-1, ið slett ikki
var nøktandi fyri støðuna á
stigatalvuni.
KÍ vildi meira
Hetta var annars ein dystur, har tað
fyri KÍ ráddi um at spæla fyri
lívinum. Og í fyrra hálvleiki sá út til,
at tað skiltu spælararnir. Kanska
spurdust ikki teir stóru
møguleikarnir burturúr, men KÍ
royndi at leggja trýst á og hevði eitt
hav av deyðbóltsstøðum, ið kundu
gjørst vandamiklar, høvdu tær verið
brúktar til fulnar.
Hinvegin vildi AB millum lítið og
einki, og argjamenn gjørdu alt fyri
at fáa tíðina at ganga. Teirra fyrri
hálvleikur sá veruliga út, sum vóru
teir komnir eftir einum stigi. Onkra
hendinga ferðina royndu teir at fáa
í lag mótálop, men fyrst og fremst
var uppleggið at forða KÍ í at spæla.
Og tað riggaði so frægt, at einki
mál heldur kom fyri steðgin.
Tá so eitt mál kom góða 20
minuttir inn í seinna hálvleik, var
tað AB, ið fekk tað. Mortan úr Hørg
sendi eitt fríspark úr høgru síðu
hegnisliga innfyri, har Tróndur
Sigurðsson við aftaru stong fekk
beint bóltin í málið. Gamaní,
gjørdist tað við arminum, men tað
tóktist hesa ferð meira tilvildarligt,
enn tað plagar at vera, tá slík mál
verða skorað ímóti KÍ í Klaksvík…
Tróndur fekk enn ein risastóran
kjans nakað eftir málið, tá Rasmus
Nielsen sendi bóltin væl innfyri og
Tróndur gjørdist púra leysur við
fremru stong. Men hann gjørdi sær
ikki nóg stóran ómak við
skallaranum, og í staðin kundi
Jákup Mikkelsen bjarga KÍ frá at
tapa 2-0.
Als ikki
nøktandi
Atli Danielsen var vónbrotin
eftir dystin ímóti AB, sum á
heimavølli bara gav KÍ eitt stig.
– Hetta var avgjørt ikki
nøktandi hjá okkum. Eitt stig
er altíð nakað, men vit høvdu
veruliga brúk fyri øllum
trimum stigunum, segði hann.
– Vit spældu serliga í fyrra
hálvleiki væl, umframt at vit
sæð yvir allan dystin høvdu
bóltin meira og skaptu fleiri
kjansir, so vit høvdu fult so væl
uppiborið at vunnið.
Um brotssparkið, ið endaði
við útjavnandi málinum,
ásann aði Atli, at tað ikki var so
væl skotið, tí tað var í góðari
hædd hjá AB-málmanninum,
Tórði Thomsen.
– Men tíbetur kom bólturin
útaftur til mín, og so var bara
at seta hann inn, segði Atli, ið
hinvegin ikki var nøgdur við,
at øll yvirtíðin eftir málið varð
søplað burtur.
– Tað fór ein rúgva av tíð, og
hasum høvdu vit ikki brúk fyri.
Hatta var øgiliga óneyðugt.
hil
Komu eftir
einum stigi
Eftir dystin viðgekk annar av
venjarunum hjá AB, John
Petersen, at liðið fyrst og
fremst var komið til Klaksvíkar
eftir einum stigi.
– Sum dysturin háttaði seg,
kundu vit tó iðra okkum um,
at vit ikki fingu øll trý stigini.
Vit fingu ímóti endanum eitt
brotsspark ímóti okkum, og so
bleiv tað ikki meira enn tað
eina stigið kortini, staðfesti
John.
Hann helt annars, at góða
gongdin hjá AB eftir summar-
steðgin hevur fleiri orsøkir:
– Vit hava fingið góða
tilgongd, sum munar, men
liðið sum heild arbeiðir eisini
øgiliga væl saman. Teir ungu
menninir vaksa við uppgávuni
og trúgva upp á tað, segði
John Petersen, ið ikki longur
stúrir fyri niðurflytingini.
– Vit hava 12 stig niður til
tey bæði niðastu liðini, og 15
stig eru eftir at spæla um, so
nú haldi eg, at vit fara at
hyggja meira uppeftir.
hil
KÍ-AB 1-1 (0-0):
KÍ spilti yvirtíðina
Henda myndin kundi verið
tikin nær sum helst í yvirtíðini í
Klaksvík, tí tað mesta av henni
fór til kegl og fjákalótir
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir