Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164 Barca vann super-cup Við einum 1-0 sigri í síðstu minuttunum av umdystinum, megnaði spanska FC Barce lona at vinna Super Cup-dystin ímóti ukrainska Shaktar Donetsk. Tað var ein framúr sending frá Lionel Messi, ið av UEFA júst er kosin besti spælari í Europa, sum avgjørdi dystin, tá hann sendi bóltin millum tveir verjuspælarar í gloppið, har Pedro Rodriguez kom rennandi og úr 12 metrum kundi avgera dystin. Málið kom ikki fyrr enn fimm minuttir vóru eftir av umdystinum, sum mátti til, tí tað framvegis stóð á jøvnum 0-0 eftir fyrstu 90 minuttirnar, har hvørki av liðunum spældi so frægt, at tað veruliga avspeglaði viðgongdina síðsta kappingarár. Super Cup-dysturin, sum verður spældur á Stade Louis- II í Monaco, er millum Champions League-vinnararnar og vinnararnar av UEFA Cup- kappingini, sum í hesum føri vóru ávikavist FC Barcelona og Shaktar Donetsk. B36 07 Vestur 07 Vestur noktar at geva skarvin yvir. Hugburðurin er framvegis, at allir stríðast fyri øllum, og tað var nóg mikið til at koppa einum B36 liði, har talentið er størri enn stríðsviljin jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Størsta partin av árinum hevur 07 Vestur sitið tungt á botnsessinum, men sunnudagin tóku teir eitt stórt fet rætta vegin. Eitt var, at tey trý stigini virkaðu til at vágamenn otaðu seg upp um KÍ á stigatalvuni. Størri týdning hevði tað helst, at liðið, sum 07 Vestur vann á, júst er liðið, sum skal fangast aftur, um 07 Vestur skal toga seg upp um niðurflytingarstrikuna. Ov lítið fight Tað kundi roknast við, at talan gjørdist um eitt ordans botnbrak, har vilji, fight og intensitetur høvdu meira at siga enn poleraða fótbóltsspælið. Men teir áskoðarar, sum høvdu væntað sær hetta, fingu annað at síggja. Tí stríðsviljan og ídni at vinna nærdystirnar var heimaliðið mest sum einsamalt um at vísa. B36 hevur á sínum liði ikki færri enn fimm U21-spælarar, og tí er einki at ivast í, at fótbóltsevnini á liðnum eru framúr. Men tað merkir eisini, at liðið kann vera ov lætt at knógva niður á knøini, og fyri tað nógva var tað júst hetta, sum hendi sunnudagin. Vakra fótbóltsspælið, sum vágamenn hava borðreitt við hóast botnsessin, var ikki so eyðsýnt, men tað sást á øllum brøgdum, at teir meira enn mótstøðan vildu vinna dystin. Teir vóru fyrstir á mest sum øllum bóltum, og tá royndir vórðu gjørdar frameftir, vóru teir eisini nógv meira avgjørdir. Tað tók heldur ikki meira enn góðar 10 minuttir, áðrenn hol kom á. Fríspark varð sent innfyri, og í dysti við Gunnar Haraldsen stútaði Bergur Midjord bóltin í egið mál. Og so var tað fyri sovítt sjáldan, at B36 veruliga hótti leiðsluna. Brima Koroma varð sendur á vøllin longu undan steðginum, men hóast umskipanin fekk Jákup á Borg meira við í spælið, so kom ikki av álvara nakað bit í hjá unga B36- liðnum. Heldur lúrdi vandin fyri, at heimaliðið fekk økt um leiðsluna, og eftir at Tór-Ingar hevði misnýtt gyltan møguleika, eydnaðist tað Tamba at stúta returbólt inn, tá roynd frá Jens Eriki Rasmussen varð blokerað. Ov lættir Seinastu løtuna skapti B36 nakað, sum líktist einum veruligum trýsti. Fremsta orsøkin var tá helst, at 07 Vestur bakkaði dekan ov langt, og hóast B36 væl kundi verið meira beinleiðis, so komu nakrir møguleikar burturúr. Men Trygvi Askham bjargaði frágera væl, tá Koroma skræddi seg leysan av Jón Nielsen, og Jákup á Borg stýrdi sentimetrar út um stólpan, tá hann fekk fótin á innlegg. Og so var annars ov tjúkt fyri. B36 hevði hópin av skotroyndum, men krovini í heimabrotsteiginum vóru nógv og tøtt, og so kom pulsurin ongan tíð heilt av álvara upp har, sum tað var vandamiki hjá heimaáskoðarunum. Tað skerst ikki burtur, at við eini størri kropsligari styrki, so kundi B36 økt um trýstið á mótstøðuna, men tað er nakað, sum ikki ber so væl til, tá talan er um somikið ungt lið. Men tað er eingin ivi um, at skulu neyðugu stigini vinnast seinastu fimm umførini, so verður neyðugt av álvara at finna arbeiðshandskarnar fram. Tað hevur 07 Vestur gjørt, og avrikini seinastu vikurnar hava víst, at tað er als ikki so øgiliga nógv, ið bendir á, at vágamenn skulu fara niður. Heldur stigasavnanin fram í somu øði, sum hon hevur gjørt seinastu umførini, so er tvørtur ímóti líkt til, at tað verða B36 og ÍF, sum mugu klandrast um, hvør teirra skal niður. 07 Vestur-B36 2-0 (1-0): Vágamenn liva í vónini Hart kroystur av Gunnari Haraldsen hevur Bergur Midjord sent bóltin í egið mál, og so er stórur fagnaður hjá 07 Vesturi. Her eru Tór-Ingar Akselsen og Johan Petur á Stongum fyrstir at ynskja Gunnari tillukku Mynd: Álvur Haraldsen Fara ikki niður Tamba Yarjah hevur veruliga gjørt vart við seg, síðani hann í summar var partur av styrkinum, sum 07 Vestur fekk sær í niðurflytingarstríðnum. Sunnudagin gjørdist aftur talan um eitt mál hjá honum og trý stig til liðið, og tað var Tamba serstakliga væl nøgdur um, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. - Tað er sjálvandi trupult at staðfesta nakað nú. Men eg haldi, at vit hava eitt gott fokus á liðnum, og eg trúgvi uppá, at vit klára at halda okkum í deildini. Tit hava framvegis trý stig upp til bjarging. Hvussu nógv stig heldur tú, at tit hava fyri neyðini fimm dystirnar? - Har eru sjálvandi fimtan stig eftir at spæla um. Og vit skulu helst hava á leið 12 av teimum. Og tað rokni eg við, at vit kunnu klára. Tað er ein stór avbjóðing, men eg haldi, at vit eru til reiðar at fara undir hana, segði Tamba Yarjah eftir sigurin á B36. -mørk Úrtøkan ov lítil - Hatta var forferdiliga keðiligt, men eg haldi, at dysturin kundi farið báðar vegir. Men teir skora so, áðrenn teir veruliga hava skapt sær nakran møguleika. - Eftir hetta hava vit eitt gott trýst, og vit skapa eisini onkrar møguleikar, men so ksora teir og punktera dystin, og so var tað ikki nóg gott hjá okkum, segði Jákup á Borg, tá hann mátti staðfesta, at B36 hevði tapt ein sera týðandi dyst í Sørvági. Seinastu vikurnar hevur spælið gingið hampuliga væl hjá B36, men Jákup dylur ikki fyri, at hann vildi sæð stig á kontini heldur enn vakurt spæl og eingi stig. -mørk