mánadagur 31. august 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Útbúgva fótbóltsleiðarar
Farið verður nú aftur undir ítróttarleiðararútbúgvingina hjá
FSF. Høvuðendamálini við útbúgvingini eru at útvega
leiðarunum í føroysku fótbóltsfeløgunum eina
leiðaraútbúgving og at styrkja føroysku fótbóltsfeløgini
innanhýsis. Fótbóltsambandið skipar fyri fyrsta modulinum
(Virkisfatan) í ítróttarleiðaraútbúgvingini 23. og 24. oktober.
Fyrsta modulið, sum er 15 tímar tilsamans, verður hildið í FSF-
húsinum. Í alt verður skipað fyri 4 modulum í
leiðaraútbúgvingini komandi hálva árið.
Fabregas er serligur
Hóast teir hava roynt, so hevur tað enn ikki eydnast
Barcelona at keypa Cesc Fabregas frá Arsenal, sum
higar til hevur takkað nei til tær £30 miliónirnar, sum
Barcelona er til reiðar at gjalda. Arsene Wenger í
Arsenal hevur havt hug at ilskast inn á Barcelona,
men har sigur forsetin, Joan Laporta, at Wenger veit
av, at Fabregas er nakað serligt. – Hann er ein
catalanskur spælari, sum hevur spælt við okkum øll
ungdómsárini, og tí er tað eyðsæð, at vit vilja hava
hann aftur, sigur Laporta.
Víkingur
HB
Í elsta høvuðsstaðar fe
lag num verður einans
bíða eftir, at før oya meist
araheitið verð ur tryggjað.
Eina stigið í Gunda dali í
gjár førdi liðið eitt stig
nærri gullinum
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
Í HB-húsinum spyrja tey ikki longur,
um felagið fer at vinna
føroyameistaraheitið í 2009.
Spurningurin er bara nær.
HB tók í gjár aftur eitt fet móti
gullmerkinum. Hóast liðið ikki fekk
fult á heimavølli móti Víkingi, so
nærkast 20. føroyameistaraheitið í
søgu felagsins í hvørjum.
Landsliðsstøðið
Rógvi Poulsen legði heimaliðið á
odda, tá lítil løta restaði í av fyrra
hálvleiki. Andrew av Fløtum sendi
argjamannin avstað við frálíkari
sending, og einsamallur við mál-
verjan var Poulsen tryggur.
Málið prógvaði nakrar av
eginleikunum hjá honum. Hann
hevur eygað fyri spælinum, kvikur
og búgvin. Tað hevur hann víst fleiri
ferðir í hesum kappingarárinum, og
hann hevur verið millum teir mest
eyðsýndu á liðnum hjá komandi
føroyameistarunum.
Brian Olsen, Levi Hanssen, Johan
Ejvind Mouritsen, Palli Augustin-
ussen, Jóan Símun Edmundsson,
Høgni Zachariassen eru millum
teirra, sum Brian Kerr, lands liðs-
venjari, hevur hugt nærri at í lands-
liðshøpi seinastu mánaðirnar. Tað
hevði verið løgið, um Rógvi Poulsen
ikki fekk møguleikan skjótt.
Lítið at bjóða
Dysturin í Gundadali var lítið undir-
haldandi. Víkingur var sera ansi í
fyrra umfarinum, og legði ikki
serliga nógv fyri í framrættaða
spælinum. Tað eydnaðist gestunum
at fáa heimaliðið niður í ferð og at
steðga einstaklingunum. Bestu
royndina hjá Víkingi stóð Súni
Olsen fyri. Miðvallarin royndi seg
við beinleiðis frísparki, men Marcin
Dawid vardi væl.
Sølvi Vatnhamar javnaði fyri
Víkingi, tá ein tími var leiktur av
dystinum. Miðvallarin tók av, tá
Hans á Lag og Marcin David ikki
kundu semjast um, hvør skuldi
senda bóltin burtur av vandaleið.
Stutt frammanundan hevði Andrew
av Fløtum sent í stólpan.
Misnýttu brotsspark
Andrew av Fløtum hevði gyltan
møguleika at skjóta HB á sigurskós
aftur longu tveir minuttir seinni.
Rógvi Poulsen varð rendur um koll í
brotsteiginum, og dómarin ivaðist
ikki. Brotsspark. Gestirnir vóru sera
argir um dómin, og mótmætlu
harðliga. Og tað høvdu teir allan
rættin til. Talan var um eitt sera
ivasamt brotsspark.
Úr ellivu metrum misnýtti
framherjin tó. Geza Turi tveitti seg
og vardi lættliga fyri skotinum.
Víkingur vildi ikki tveita stigið fyri
borð, og dúvaði ikki beinleiðis at
tryggja sær øll stigini. Uppspælið
var at senda langar bóltar úr verju-
partinum móti framherjunum, men
tað gav ikki heimaliðnum trupul-
leikar. Hinvegin eydnaðist tað eisini
at verja fyri atsóknunum hjá HB.
Komandi føroyameistarar
HB hevur beina kós móti gullinum.
Um EB/Streymur, sum spælur í
kvøld, bara fær eitt stig burtur úr
komandi tveimum dystunum, og
HB vinnur á grannunum úr B36
næstuferð, er FM-heitið tryggjað. So
lítið restar í.
Víkingur fekk lítla uppreisn í gjár.
Liðið hevði undan dystinum tapt
tríggjar ferðir upp í slag. Og eitt stig
á útivølli móti oddaliðnum má
metast sum nøktandi.
Við steypasigrinum á ólavsøku
hevur Víkingu tryggjað sær sína
fyrstu luttøku í evropeiskum
fótbólti. Framvegis er møguleiki fyri
at vinna heiðursmerki, men málið
fyri 2009 er longu rokkið.
HB – Víkingur 1-1 (1-0):
Spurningurin er bara nær
Súni Olsen og Víkingur vunnu seg aftur á beint, tá tað í Gundadali
eydnaðist at fáa javnleik móti oddaliðnum, HB
Mynd: Álvur Haraldsen
Ikki nøgdur við vøllin
Víkingur stendur seg oftast væl í Gundadali. Liðið hevur fingið fýra
stig av nýggju møguligum á útivølli móti høvuðsstaðarfeløgunum.
Atli Gregersen metir, at graslíkið í Gundadali eru væl betri enn í
Sarpugerði.
– Kommunan hevur givið okkum fantastiskar umstøður kring
vøllin, og fólkið um felagið ger eitt megnar arbeiði. Men um tað ikki
regnar og vøllurin er vátur, er torført at spæla bólt. Og tað er
harmiligt, tí vit hava fleiri frálíkar fótbóltsleikarar. Tá berjast vit meira,
flennir Atli Gregersen.
- Tað er torført at seta orð á mínar kenslur. Eitt stig í Gundadali er
frálíkt. Og vit eiga at vera nøgdir. Men vit harmast um og eru
vónbrotnir um, at vit ikki fingu øll trý.
Tað sigur Atli Gregersen, sum stóð seg væl í miðverjuni hjá Víkingi í
gjár. Hann greiðir frá, at liðið ofta reisist aftur, tá torførir dystir eru á
skránni.
- Undan dystinum høvdu vit tapt tríggjar ferðir upp í slag. Men eg
ivaðist ikki í, at vit fóru at fáa stig í Gundadali, sigur Gregersen.
Hvør er tín viðmerking til brotssparkið, sum varð dømt móti Rógva
Poulsen?
- Vit síggja tílíkar støður úr fleiri sjónarhornum. Í løtuni, tá hann
varð feldur, skilti eg als ikki, hvar Dagfinn Olsen, dómari, fann hatta
brotssparkið. Men møguliga vísir sjónvarpsupptøkurnar eitt annað.
Vit mótmætlu harðliga, men tú hugsar ikki klárt í tílíkum støðum, tí
pulsurin er langt uppi. Men Andrew av Fløtum vísti fair play, tá hann
misnýtti, greiðir Atli Gregersen flennandi frá.
- uni
Gundadalur sæð betri dagar
- Gundadalur var í øllum førum ikki karmur um sín besta dyst í gjár.
Tað staðfestir Páll Mohr Joensen. Hann vísir á, at liðini ikki leiktu
serliga væl og leikferðin var sum heild lág.
- Hóast vit eru á odda í hálvleikinum, eru vit ikki nøgdir. Vit hava ov
lítið hugflog og geva teimum ov nógv pláss at spæla á, sigur Joensen.
Andrew av Fløtum misnýtti úr ellivu metrum í gjár. Summi vildu
verða við, at talan var um eitt sera ivasamt brotsspark, og tí vann
rættvísið, tá Geza Turi vardi fyri skotinum.
- Fólk kunnu kjakast um dómin. Eg hevði í øllum førum verði argur,
um brotssparkið varð dømt móti okkum, sigur Páll Mohr Joensen.
- uni