mánadagur 31. august 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164
Inter knústi Milan
Talan gjørdist um eyðmýkjandi stórsigur, tá
grannauppgerð var í Milano leygardagin. Inter vann
ikki minni enn 4-0 á AC Milan, sum seinnu árini hevur
havt trupult við at fylgja við ferðini hjá
sambúgvunum á San Siro. Thiago Motta, Maicon,
Diego Milito og Dejan Stankovic skoraðu hvør sítt
mál fyri Inter, og tað betraði ikki um støðuna hjá
Milan, at Gattuso varð rikin av vølli fyri sítt seinna gula
kort, beint áðrenn hann skuldi skiftast út við Seedorf,
sum stóð til reiðar á síðulinjuni.
ÍF
B68
Keita var stóri maðurin,
tá ið B68 við sannførandi
avriki setti fuglfirðingar,
sum tað ikki stemmaði hjá,
upp á pláss
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fimm ferðir á rað vóru toftamenn
farnir av vøllinum, uttan at tað
hevði eydnast teimum at vinna
fulla úrtøku. Burtur úr hesum
uppgerðunum var úrtøkan trý stig,
og á støðutalvuni hevði tað kostað.
Næstfremsta plássið varð útskift við
fimta plássið, og harvið var
sannlíkið fyri europeiskari luttøku
næsta summar nógv minkað.
Í gjár var B68 at kenna aftur í tí
lagnum, sum undan
summarsteðginum bar so nógv
góð úrslit við sær. Bill Jacobsen
hevði umskipað liðið ikki so lítið.
Ndende var aftur hesa ferð miðverji.
Nenad Stankovic var svipari á
miðvøllinum, og Pól Jóhannes
Justinussen var í útgangsstøðu
sentralur miðvallari. At U-21
landsliðsspælarin heilt skjótt sá
gult, darvaði honum sjálvsagt, og tí
valdi venjarin at býta um soleiðis, at
Jóan Símun Edmundsson varð
fluttur inn á sentrala plássið, og Pól
Jóhannes varð fluttur út í vinstru
síðu.
B68 var eitt sindur verjukent í
útgangsstøðuni. Tað merkti ikki, at
teir ikki høvdu fokus á
møguleikunum fyri at leypa á.
Arbeiðssami og framúr dugnaligi
Keita – man hann ikki vera besti
álopsspælarin í Føroyum í løtuni? –
megnar nógv einsamallur, og tá ið
hann hevði fingið tak á bóltinum,
so vóru Jóan Símun Edmundsson,
Jóhan Petur Poulsen og Óli Olsen,
sum hesa ferð hevði meiri sentrala
støðu, enn hann áður hevur havt,
skjótir fram at stuðla.
Óhepnir fuglfirðingar
Í gjár stemmaði tað illa hjá
fuglfirðingum. Longu áðrenn teir
fóru úr Fuglafirði var tað greitt, at
tað fór at verða neyðugt við at
broyta liðið. Bartal Eliasen var
leikbannaður. Ætlanin var, at Poul
Ennigarð skuldi loysa av. Men undir
upphitingini varð hann skaddur, og
so varð Jonn Thomsen settur í
plássið undir liðini á Høgna
Zachariasen.
Minni enn eitt korter var farið, tá
ið tað aftur var neyðugt at gera
broytingar í ÍF miðverjuni. Jonn
Thomsen noyddist skaddur av
vøllinum. Fritleif í Lambanum, sum
hevði verið sentralur miðvallari,
varð fluttur aftur í miðverjuna.
Keita var øgiligur at fáast við hjá
ÍF miðverjunum, og á miðvøllinum
høvdu toftamenninir takið, hóast
innskifti Dánjal á Lakjuni arbeiddi
nógv hjá ÍF.
Meðan B68 vongverjarnir báðir -
Poul N. Poulsen og Dánjal Pauli
Højgaard - bjóðaðu seg til í
álopsspælinum, so eydnaðist tað
ongantíð ÍF vongverjunum, Áka
Petersen og Jan Ellingsgaard, av
taka lut í framrættaða spælinum.
Øssur Dalbúð hevði ikki góðar
treytir á toppinuim, tí innleggini
vóru rættuliga fá.
Tað var misskiljing í ÍF miðverjuni,
sum bar 1-0 málið við sær. Keita
skoraði, og tað var hann, sum
tiltuskaði sær brotssparkið, sum Óli
Olsen umsetti til 2-0. Tíggju
minuttir undan steðginum hevði
Vlada Filipovic fyrstu bjargingina.
Talan var um hálvbjarging, og Andy
Olsen var fyrstur á returbóltinum
og skoraði til 2-1.
Málið bar við sær, at ÍF spruttaði í
nakrar minuttir. At Keita tveir
minuttir undan hvíldini sneiddi
allar mótstøðumenninir av sær og
økti um leiðsluna til 3-1, kendist at
vera mønustingurin hjá ÍF, sjálvt um
fuglfirðingar fyrsta korterið eftir
steðgin vóru væl við..
4-1 málið skoraði Debes
Danielsen eftir stórt verjukiks, og
5-1 málið skoraði Keita, eftir at Jóan
Símun Edmundsson hevði spælt
hann leysan.
Ætlanin hjá fuglfirðingum hevði
verið, at Rógvi Jacobsen skuldi
spæla við, men fríggjakvøldið varð
hann óheppin undir venjing. Rógvi
varð skiftur inn, tá ið tað restaðu
tjúgu minuttir, og at máltevinum
framvegis ikki bilar nakað sást, tá ið
hann minkaði um munin til 5-2.
B68 tóktist hava fingið blóð aftur
á tonna, og nú snýr tað seg um at
fáa fatur á heiðursmerkjunum.
Dagsskráin í Fuglafirði er at sleppa
undan niðurflytingini. Tað hava
fuglfirðingar møguleika at syrgja
fyri, tá ið KÍ annan leygardag fer at
vitja.
B68-ÍF 5-2 (3-1):
Toftamenn aftur í arbeiðshandskunum
Bill fegnast um skansan
á Svangaskarði
B68 venjarin, Bill Jacobsen, var væl nøgdur við, at liðið hjá honum var
so at siga komið upp á pláss aftur:
- Vit hava ikki tapt á Svangaskarði í ár, og vit ætla okkum ikki at tapa
á heimavølli. Um vit halda okkum til gomlu vendingini, at full úrtøka á
heimavølli og javnleikur á útivølli ber langt, so fer tað at eydnast
okkum at vinna heiðursmerki. Men eingin skal ivast í, at vit ætla
okkum øll stigini, tá ið vit næstu ferð fara at spæla í Runavík.
Serliga væl nøgdur var Bill Jacobsen við álopsspælaran Keita:
- Hann hevur ikki skorað fýra tær seinastu ferðirnar. Nú gjørdi hann
rættuliga bart. Hann skoraði trý mál, hann syrgdi fyri, at vit fingu
brotsspark, og hann arbeiddi framúr væl og var harvið støðu hóttan.
Men eg vil fegin rósa øllum spælarunum fyri framúr avrik. Hetta var
ein av góðu døgunum, og eg vóni, at niðurtúrurin nú er vendur til
upptúr, helt B68 venjarin.
-jh
Ikki dagurin hjá ÍF
Hetta var ikki okkara dagur. Tað staðfesti annar av ÍF venjarunum, Jón
Simonsen, eftir lokið stríð. ÍF hevur tvær tær seinastu ferðirnar latið
níggju mál fara ígjøgnum.
- Tað er ikki nóg gott, og um tað ikki skal enda heilt galið, so er
neyðugt, at tað verður nógv tættari í verjuni, tá ið vit næstu ferð fáa
vitjan av KÍ, og tá ið vit síðani skulu spæla í Sørvági, helt ÍF venjarin.
- B68 spældi væl, men tað eigur at verða tikið við, at vit vóru
ógvuliga skerdir bæði av leikbannum til sentralar spælarar og av
skaðum. Nú vóni eg, at vit orduliga taka okkum saman. Tveir teir
seinastu dystirnir hava víst, at einki kemur av sær sjálvum, og at tað
er alneyðugt at stríðast av øllum alvi, um vit skulu hugsa um at skava
stigini saman, sum tað er neyðugt at vinna, um tað ikki skal enda
heilt galið. Nú hava vit tapt tvær ferðir á útivølli. Tað verður gott aftur
at eiga heimavøll, og tað kemur væl við, at tað nú verður steðgur í
tvær vikur, helt ÍF venjarin.
-jh
Við trimum málum prógvaði
Keita, at hann framvegis er
maður fyri at skjóta B68 móti
europiskum avbjóðingum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Ronaldo skoraði fyri Real
Cristiano Ronaldo skoraði sítt fyrsta mál, tá Real Madrid í
gjárkvøldið spældi sín fyrsta dyst í la Liga hetta
kappingarárið. Real Madrid vann 3-2 á Deportivo, og
Ronaldo skoraði til 2-1 upp á brotsspark. Riki og Valeron
syrgdu í tveimum umførum fyri, at Deportivo vann seg upp á
javnt, men Diarra átti avgerandi orðið, tá hann skoraði til 3-2.