Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Felagið hjá Krzysztof í trupulleikum Aarhus Fremad hevur so stórar fíggjarligar trupuleikar, at vilja spælararnir ikki fara niður í helvt í løn, fer felagið á húsagang. Tað skrivar Århus Stiftstidende í dag. - Tað seinasta, vit ynskja at gera, er at krevja felagið á húsagang, tí so hevði okkara arbeiði verið av ongum, sigur Anders Brøchner, sum er liðformaður í felagnum. Venjari hjá Aarhus Fremad er Krzystof Popczynski, sum virkaði sum spælari og venjari í Føroyum í meira enn 10 ár. OB saknar áskoðarar OB er farið at gera um seg í toppinum í donskum fótbólti, men ítróttarstjórin heldur, at tað eru óv fáir áskoðarar til heimadystirnar hjá teimum. - Vit skulu hava fleiri áskoðarar á stadion, tá vit spæla. Vit komu upp á 10.000 áskoðarar í miðal fyri teir stóru dystirnar, men vit vilja verða har uppi alla tíðina, sigur Kim Brink við BT í dag OB spælir í kvøld ímóti Silkeborg, og vinna teir úr Odense dystin, eru teir á odda í superliguni. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Við 113 dúgvum var Marius Joensen í serflokki, tá fyrsta FM-kappingin í 15 ár í skeet- skjóting varð hildin á breytini hjá Sunda Byrsufelag um vikuskiftið. Kappingin varð skipað soleiðis, at fyrst vórðu skotin fýra umfør á 25 dúgvur hvørt, og teir fýra bestu skjúttarnir skutu síðani eitt finaluumfar. Marius Joensen var ikki við á føroyska oyggjaleikalandsliðnum á Álandi, tí hann var burturstaddur, men við avrikinum um vikuskiftið prógvaði hann, at hann framvegis skal roknast sum besti skjúttin í landinum. Av 125 møguligum dúgvum rakti Marius nevnliga tær 113, og hetta var so nógv meira enn nakar annar. Til sammetingar kann sigast, at vinnari á Álandi skeyt 115 dúgvur, og silvurmerkið fór fyri 110 dúgvur! Hartil setti Marius eisini tvey met í kappingini. Hann gjørdist her fyrsti maðurin her á landi, sum hevur skotið allar 25 dúgvurnar í einum umfari, og av fyrstu 100 dúgvunum fekk hann ikki færri enn 93. Gamla metið átti Marius sjálvur, tá hann í vár skeyt 88 av fyrrstu 100 dúgvunum. Komandi leygardag verður FM í trap á skránni, og verður hetta í Sandvíkum. Svimjisambandið hevð um vikuskiftið eykaaðalfund, har val av næstformanni var á skránni jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Fundurin varð hildin í ÍSF-húsinum, og vóru seks av sjey svimjifeløgum umboðað. Rókur í Jákupsstovur var einasta uppskot til næstformann. Í starvsnevndini sita nú Jon Hestoy, formaður, Rókur í Jákupsstovu, næstformaður, Jórun Eið Johannesen, skrivari, Palli Eysturberg og Andrea Eldevig. Til varalim í starvsnevndini var Sørin Djurhuus úr Gøtu valdur. Eisini varð dómsnevndin afturvald og eru limirnir: Poul Nolsøe, Poul Poulsen og Hanna Jøkladal afturvald. Uppskot um reglugerð til stuðulssavtalur varð lagt fyri fundin og dúgliga varð kjakast um hvussu henda reglugerð skal skipast, fundurin samdust um at starvsnevndin arbeiðir víðari við hesum uppskoti. At enda varð kunnað um avbjóðingar, ið liggja fyri framman. Í ætlanunum hjá Svimjisambandinum fyri heystið liggja venjingarlegur, bæði fyri NUM/NJM liðið og landsliðið. Landsdystur Føroyar-Ísland, luttøka í World-cup kappingum í Moskva, Stockholm og Berlin, Norðurlendskt Juniormeistaraskap í Bergen og Evropeikst Meistarakapping í stuttum hyli í Istanbul. Eisini varð kunnað um nýggja kalendarskipan, ið nú er virkin hjá Svimjisambandinum, eins og nýggj fráboðanarskipan fyri metum. Rókur nýggjur næstformaður Fakta Meistarabólkurin 1 Marius Joensen, Føroyameistari (113 dúgvur) 2 Eirikur Elisson (94 dúgvur) 3 Sámal Debes (91 dúgvur) 4 Johnhard Klettheyggj (88 dúgvur) A-bólkurin 1 Robert Hansen (71 dúgvur) 2 Hávarður Fjallstein (67 dúgvur) 3 Simme A. Jacobsen (49 dúgvur) 4 Dorian Petersen (38 dúgvur) Marius Joensen vísti seg frá síni allar bestu síðu, tá hann skeyt alla mótstøðu niður um vikuskiftið Savnsmynd/Álvur Haraldsen Rókur í Jákupsstovu varð um vikuskiftið valdur sum nýggjur varaformaður í Svimjisambandinum Marius í serflokki Hoyvík- ingar bakkaðu Av teimum 13 feløgunum, sum skrivaðu undir áheitanina til Starvsnevndina hjá FSF, hevur FC Hoyvík nú tikið sína undirskrift aftur jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Á fundi í kvøld skal Starvsnevndin hjá FSF millum annað taka støðu til áheitanina, sum 12 av føroysku fótbóltsfeløgunum hava sent nevndini. Í áheitanini verður heitt á FSF um at virða reglurnar fyri flytingarvindeygað, og við hesum verður sipað til máli um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen, sum nakað seinkað varð flutt úr HB til B36. KÍ hevur sent Starvsnevndini hjá FSF skriv, har heitt verður á nevndina um at taka málið um spæliloyvið upp til nýggja viðgerð, og tað verður millum annað hetta, sum støða skal takast til í kvøld. Upprunaliga vóru annars 13 feløg, sum høvdu skrivað undir áheitanina, men síðani hon varð send FSF fríggjadagin, hevur FC Hoyvík boðað frá, at teir kortini ikki taka undir við hesum. Orsøkin til hetta sigst vera, at hoyvíkingar høvdu gloymt eina avtalu um, at havnarfeløgini – fyri at ávirka sum mest – atkvøða sum ein maður, tá mál eru á skránni á aðalfundinum. Og at teir tí ikki vildu seta seg ímóti hinum feløgunum í høvuðsstaðnum í málinum um spæliloyvið. Marius Joensen kom sum fyrsti føroyingurin nakran tíð upp á 25 dúgvur í einum umfari. Í FM-kappingini gjørdist hann tryggur vinnari við 113 dúgvum. Eitt avrik, sum hevði verið nóg mikið til silvur á Oyggjaleikum